Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 6. desember 2005 27 Undir Almanna-og Heilsumálaráðnum og stovnum undir tí, við tænastu fyribils á Sambýlinum á Bárðafløtti í Vági, er eitt starv sum leiðari á sambýlinum, leyst at søkja til setan 01. januar 2006 ella eftir nærri avtalu. Sambýlið Sambýlið á Bárðafløtti er heim fyri fólk við serligum tørvi, umfatandi menningartarn og sálarsjúku. Á sambýlinum búgva í løtuni 5 fólk. Sambýlið er karmur um heimalívið hjá húsfólkunum. Tey hava øll egna inntøku (pensión) og gjalda húsa- leigu og allar vanligar húsarhaldsútreiðslur sjálvi. Uppgávan hjá starvsfólkunum er at veita húsfólk- unum stuðul og hjálp í teimum viðurskiftum í ger- andisdegnum, sum tey, ikki megna at taka sær av sjálvi. Hetta gjalda húsfólkini ikki fyri. Á sambýlinum arbeiða tilsamans 8 fólk. Umframt leiðaran eru 4 tænastumannasettir pedagogar og 3 hjálparfólk. Sambýlið á Bárðafløtti hevur í ár eina játtan uppá slakar 2,2 mió kr. Starvið Leiðarin á sambýlinum hevur ábyrgdina fyri dagliga rakstrinum á stovninum. Hetta umfatar fakliga, fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd. Lagt verður upp til, at leiðarin skipar sítt starv soleiðis, at hann/hon ikki er við í vaktarskipanini fyri stovnin. Leiðarin á sambýlinum vísir til leiðaran fyri Serstovnadeildini, sum er deild undir Heimarøktini og Serforsorgini. Um leiðaran Tú skalt hava eina viðkomandi útbúgving innan sosial- pedagogik og/ella –psykiatri og fakligan kunnleika til starvsøkið. Vit vænta av tær, at tú hevur hug og hegni til at leiða, og at tú, við tínum leiðsluhátti, megnar at skapa trivnað og menning í starvsfólkabólkinum og á sambýlinum sum heild. Vit vænta at tú hevur ávísan førleika innan roknskaparhald og at tú hevur hug og áræði at leggja afturat tíni vitan, tað sum krevst, fyri at kunna røkja leiðarastarvið til fulnar. Harumframt vænta vit, at tú hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir, og at tú hevur evni og vilja til at samstarva við starvsfelagar og leiðslu á øllum økjum. Eisini vænta vit at tú ert sjónlig/ur í tínum leiðarastarvi og at tú dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum. Um okkum Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og mennandi starv í einum fakliga krevjandi umhvørvi. Harumframt bjóða vit tær eitt starv, har tú sleppur at taka lut í framtíðar menningini av serstovnaøkinum í tøttum samstarvi við starvsfelagar tínar á øðrum stovnum og leiðsluna fyri Serstovnadeildini. Sum leiðari verður tú partur av einum leiðarabólki, sum er saman umleið 10 ferðir um árið. Harumframt fært tú tilboð um at vera partur av einum supervisiónsbólki, har møguleiki er fyri at fáa stuðul og íblástur frá øðrum leiðarum undir Serstovnadeildini. Setan og løn Starvið er í løtuni flokkað sum tænastumannastarv og verður lønt eftir avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag á lønarstigunum 39, 41 og 43. Um komandi leiðarin ikki er pedagogur, verða lønar- og setanartreytirnar sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, flokkað á sama støði, sum tænastumannastarvið. Umsókn Vilt tú vita meira um starvið kanst tú venda sær til Jóanes N. Dalsgaard deildarleiðara á tlf. 304020. Freistin at søkja starvið er mándagin 19.12.2005. Umsóknir við próvskjølum, viðmælum og CV skulu sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Eirargarður 2, 2. hædd FO-100 Tórshavn HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN SERSTOVNADEILDIN Leiðari til Sambýlið á Bárðafløtti, Vágur Heimarøktin og Serforsorgin er stovnur undir Almanna- og Heilsumálaráðnum. Undir Heimarøktini og Serforsorgini eru 5 deildir við tilsamans uml 1300 starvsfólkum og eini samlaðari játtan uppá uml. 400 mió. kr. Á stovnum undir Serstovnadeildini starvast uml. 200 fólk í 32 eindum, skipaðar í tilsamans 23 rakstrarstøð, ið hvørt hevur sína leiðslu. Serstovnadeildin umsitur eina samlaða játtan uppá slakar 100 mió. kr.