týsdagur 6. desember 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Partur 4
Trølla Pætur og Trølla Omm
an eru nú liðug at klippa jóla
pynt og hava longu hongt
alt pyntið upp. Har hanga
jólamenn, jólastjørnur, jóla
kransar og nógv nógv ann
að. Felags fyri alt pyntið er,
at tað eru í øllum litum.
- Fínt, sigur Trølla Omm
an.
- Nú fara eg og tú at lata
okkum í, so fara vit oman
í bygdina at hyggja, tá jóla
maðurin fer at tendra jóla
træið.
- Ahhh sum eg eri spentur,
omma, og nú eri eg so stórur,
at eg ikki ræðist jólamannin
longur.
Tey lata seg í og sleppa
sær á dýr. Uttanfyri er kalt,
klárt og eingin vindur. Tað
er farið at skýma, men av
tí at tað er mánalýsi, síggja
tey væl framman fyri sær.
Kavin, sum liggur tjúkkur
um alla bygdina, glitrar sum
silvur og hyggur tú upp
móti himmalinum, so lýsa
stjørnurnar sum smáir vakrir
gimsteinar. Hetta er eitt vak
urt kvøld, og øll bygdin er
livandi. Summi børn standa
á skí, meðan onnur leypa
skalv. Tey vaksnu ganga aft
ur og fram eftir gøtunum.
Øll eru væl ílatin, og øll eru
so smílandi og blíð. Tann
sum kanska er glaðast av
øllum, er Kári Handilsmaður.
Jólamánaðin er sum verða
man altíð góður. Øll skulu
keypa jólagávur, og tá Kári
eigur tann einasta handilin
í bygdini, so endar tað altíð
við, at øll keypa gávurnar frá
honum.
Trølla Pætur og Trølla Omm
an eru nú komin oman í
bygdina. Sjálvt um tað verð
ur ein løta afturat til jóla
maðurin fer at koma, so hava
fleiri fólk stillað seg rundan
um pallin og jólatræið.
Nøkur hyggja eftir tí stóra
vakra jólatrænum, meðan
onnur hyggja eftir, meðan
politistarnir eru í ferð við
at leggja síðstu hondina á
pallin. Erling vil smíða tann
síðsta seymin í pallin, men
tað vil Jógvan ikki hoyra
talan um. Tað er hann, sum
er yvirpolitimeistari, og tað
er hann, sum skal smíða
tann síðsta seymin. Fólkini
sum eru savnað kring pallin
smáflenna eftir teimum.
- Flyt teg, sigur Jógvan
- Og lat meg sleppa fram
at!
Jógvan bukkar seg niður,
men tá hann er komin niður á
knæ, leggur hann til merkist,
at Erling hevur hamaran.
- ERLING, rætt mær hamar
in beinanvegin, rópar hann.
Men í tí at Erling skal geva
honum
hamaran,
missir
Erling hamarin í høvdið á
Jógvani.
- Wawww! rópar Jógvan.
- Orsaka orsaka, tað var
ikki við vilja.
Men har hjálpir einki at
biðja um orsaka. Skaðin er
hendur, og nú er Jógvan
svakur av øði. Erling sær, at
har er einki annað at gera,
enn at renna undan. Jógvan
heldur sær fyri høvdið við
aðrari hondini og við hinari
hondini yvir høvdið, og
við knýttum neva fer hann
rennandi eftir Erlingi.
Fólkini, sum standa kring
pallin halda fyri búkin, sum
tey flenna. Erling loypir av
pallinum og Jógvan aftaná.
- Tín ónytta, tú ert. Lat meg
fáa fatur á tær, so skal eg
vísa tær…
Og meðan fólkini flenna í
kíki, rennur Erling við Jógv
an í hølinum á sær millum
húsini í Hvannadali.
Jólamaðurin er nú næstan
komin oman til bygdina.
Hann steðgar á fyri at rinda
møðina. Veðrið er batnað,
og hann hevur rímiliga góða
tíð. Hann sær nú alla bygdina
og tað stóra jólatræið, sum
hann skal tendra í kvøld.
Tað sum jólamaðurin ikki
veit er, at hann júst nú stendur
beint oman fyri skúrin, har
Stampi og Anthonio halda
til. Inni í skúrinum hava
Stampi og Anthonio funnið
eitt sindur av hoyggi, sum
teir hava ballað seg inn í.
- Stampi, sigur Anthonio.
- Um jólamaðurin ikki er
til, hvør er tað so sum skal
tendra jólatræið í bygdini í
kvøld?
- Tað er ein bara ein mað
ur, sum hevur latið seg í
jólamannaklæðir.
Og
tig
nú við hasum fjasinum –
jólamaðurin er ikki til!!!
Men júst tá hendir ólukkan.
Jólamaðurin, sum stendur
oman fyri skúrin hjá Leika
mafiuni, ætlar sær víðari,
men í tí hann skal fara til
gongu
aftur,
fer
hann
skramblandi niður gjøgnum
kavan og niður gjøgnum tak
ið á skúrinum.
Tað er eitt øðiligt buldur og
brak. Stampi og Anthonio
loypa á føtur. Teir eru hjart
kiptir og halda um hvønn
annan. Mitt á gólvinum liggja
nakrar rustaðar takplátur,
men undan tí eini plátuni
stingur eitt bein undan.
Puntur 6 til
jólakalendaran
Jólini í Hvannadali