mikudagur 7. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 235 - 7. desember 2005
Ein hent jólagáva
FÆST UM ALT LANDIÐ
SKIPALISTIN hevur lógarkravdan føroyskan álmanakka
g
einans
Í kvøld er stóra
finalan í Global
Battle of the Bands
kappingini á skránni.
Finalan er í London,
og okkara íkast er
evnaríki bólkurin
Marius, sum er
uppkallaður eftir
frontmanninum
Hans Marius
Ziska. Bólkurin
er ein relativt
nýggjur bólkur
at síggja til, men
allir tónleikararnir
í bólkinum eru
garvaðir á føroyska
tónleikapallinum.
Uttan at taka munnin
alt ov fullan, vil eg
ávara um at í kvøld
er góður møguleiki
fyri at føroyingar
fáa eina nýggja
superstjørnu...!
Upptakt
rokur@sosialurin.fo
Marius bjóðaði her fyri
inn til ein kunnandi fund
um teirra luttøku á GBOB
finaluni. Umboðsmaður
teirra Kristian í Vági greiddi
frá, at hetta er ein avbera
stór avbjóðing sum rúmar
fleiri stórar møguleikar fyri
bólkin.
Tónleikararnir í bólkinum
eru í góðari venjing, og teir
meta seg vera væl fyri til
finaluna. Teir fara at spæla
sama tilfar, sum teir spældu
til tey innleiðandi umførini
í Føroyum, tí teir meta at tað
riggar væl við tí.
Frontmaðurin Hans Mari
us Ziska, var ikki nógv
fyri at siga, hvussu fór at
gangast føroyska bólkinum
í kappingini, men Jón Tyril
er vísur í, at Marius fóru at
standa seg sera væl. Jón hevur
lurtað eftir hinum luttakandi
bólkunum, og hann heldur
at føroyski bólkurin eigur at
hava góðar møguleikar til at
klára seg heilt væl á finaluni.
“Hetta verður í øllum førum
nakað sum føroyingar kunna
vera ernir av”, sigur Jón. Tó
vísur Jón á, at tað sjálvandi
er óvist hvussu dómarnir
døma tónleikin.
Tónleikurin hjá Marius
er nútímans rokktónleikur.
Marius hevur eina feita
útstráling á pallinum, og
hann sær eisini gott út. Og
tað at síggja gott út, er ikki
heilt onkisigandi í hesu
bransjuni.
Løgini sita sera væl, og
Hans Marius hevur eina
frálíka rødd til rokktónleik.
Afturat sær hevur hann eisini
funnið sær framúr góðar
tónleikarar. Knút Háberg
Eysturstein og Niels Jákup
í Jógvanstovu kenna vit úr
bólkinum Gestir. Heðin
Ziska kenna vit m.a. úr
Ygdrasil, Hatespeech og
annars úr jassumhvørvinum
í Havnini. Hetta vitnar um
at Marius hevur eina sterka
manning.
Fløga á veg
Bólkurin Marius er ikki ein
sokallaður “prosjekt”bólkur,
sum varð settur á stovn til
GBOB. Teir hava verið
til í eina tíð, og eisini eru
teir ávegis við eini fløgu.
Teir hava skundað sær við
upptøkunum, soleiðis at
teir hava tilfar klárt, sum
teir taka við sær til London.
Umboðsmaður teirra fær
úr at gera, við at renna runt
við promo-tilfari í London,
og hetta meta teir vera sera
umráðandi hjá einum bólki
sum ætlar sær útum føroyska
marknaðin.
Sjálvt um Marius ikki
vinna GBOB kappingina,
so eru nógv bransjufólk til
staðar. Sostatt er kappingin
eisini ein frálíkur sýnisgluggi
fyri ein bólk.
Finalan
Í finaluni luttaka 24 bólkar úr
øllum heiminum. Sjálvsagt
verður tað torført hjá okkara
bólki at vinna á teimum øll
um, men dygdin á tónleiki
er ikki tengd at fólkatalið.
Vit vita at tónleikurin hjá
Marius er góður nútímans
rokktónleikur, og um teir
spæla væl í finaluni í kvøld,
ja, so er alt møguligt...sjálvt
eitt 1. pláss!!!
Í finaluni fært hvør bólkur
8 minuttir at spæla í. Sostatt
hevur hvør bólkur heilt stutta
tíð til at sannføra dómararnir
um at júst tann bólkurin er
hann sum eigur at vinna The
Grand Price. Marius fara at
spæla tvey løg í hesum 8
minuttinum.
Bólkarnir hava 10 minuttir
til at gera ljóðroynd.
Ljóðroyndin er sera týdn
ingarmikil, tí at hon er
avgerandi fyri tín tryggleika
á pallinum.
Vinnandi bólkurin sleppur
á eina heimsumfatandi kon
sertferð...og so vinnur hann
eisini 100.000 dollarar....!
Kall stuðlar
tónleikinum
Kall stuðlar Marius peninga
liga, og hetta gera teir fyri at
“vera við har ið tað hendir”.
Rógvi Róin greiður frá, at
Kall sær stórar møguleikar
í Marius, og tí velja teir
at stuðla bólkinum. Hann
vísir á, at tað er væl
møguligt, at Kall fer at
hava eitt víðari samstarv
við Marius, tá ið GBOB
kappingin er farin afturum.
Kall vil fegin knýta bond
millum tónleik og vinnu,
og tí royna teir at luttaka í
ymiskum tónleikatiltøkum
í Føroyum.
Vit ynskja Marius góða
eydnu við kappingini. Vón
andi kemur hann heim við
onkrum spennandi í við
førinum.
London calling