Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 235 - 7. desember 2005 Lærarar til timbur- og snikkaradeildina Eitt starv, sum er fulltíðarstarv. Hitt starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv í 1 ár. Størvini umfata undirvísing á timbur- og snikkaradeildini. Umsøkjarar skulu hava sveinabræv sum bygnings- snikkari ella húsasmiður, og viðkomandi starvs- royndir innan yrkið. Deildin undirvísir næmingum, sum læra til húsasmið, bygningssnikkara ella eru SIT-næmingar. À deildini starvast 7 faklærarar, umframt lærarar í almennum lærugreinum 1 verkvørður. Løn: Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Starvið skal setast 9. januar 2006. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndir og viðmælum skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2005. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlan, tlf. 30 80 50. TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 3239 FO-110 Tórshavn Tlf. +298 308050 · Fax +298 308051 e-mail: tst@tst.fo Lærari til byggi- tøkningadeildina Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, umfatar í høvuðs- heitum undirvísing av byggitøkningum, og kann eisini umfata aðra undirvísing á skúlanum. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum bygnings- snikkari ella húsasmiður, hava byggifrøðingaút- búgving og viðkomandi starvsroyndir innan økið. Umsøkjarin skal hava undirvíst á hægri lærustovni. Løn: Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Starvið skal setast 16. januar 2006. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndir og viðmælum skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 16. desember 2005. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlan, tlf. 308050. TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 3239 FO-110 Tórshavn Tlf. +298 308050 · Fax +298 308051 e-mail: tst@tst.fo Heimarøktin Sandoyar Øki søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til barnsburðarfarloyvi og eftir heilsurøktarum í føst størv Søkt verður eftir einum barnsburðaravloysara fyri sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,7 í tíðar- skeiðnum 1. januar 2006 til 30. september 2006 og trimum heilsurøktarum í føst størv á setanarbrøki 0,7. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Heimarøktin Sandoyar Øki er ein skipan, har heima- røkt, røktarheims- og sambýlisrøkt er samskipað, og har starvast verður á øllum eindum. Vit søkja eftir fólki: • við røktarfakligum royndum • sum hevur hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar • sum hevur hug og hegni at undirvísa og vegleiða starvsfelagar, lesandi og næmingar • sum hevur hug at starvast bæði inni á bústovnum og úti í heimarøktini. Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi og mennandi starv, har arbeitt verður tvørfakligt • eitt starv við skiftandi avbjóðingum • eitt starv í einum øki, sum er í støðugari menning. Størvini eru lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til økisleiðaran á tlf. 361749 ella 213890. Umsókn: Umsókn við avriti av autorisatión, prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: Heimarøktin Sandoyar Øki Áargarður 210 Sandur Umsóknarfreist: 21. desember 2005. Musikkskúla- skipanin søkir avloysara/ar fyri musikklærara í farloyvi frá 3. januar til 12. februar 2006, at: • undirvísa í blokkfloytu, klarinett og saxofon á Oyrarbakka týsdagar • í blokkfloytu og klarinett í Hósvík hósdagar • saxofon og fagott í Tórshavn mánadagar og mikudagar. Lokið prógv frá musikkonservatorium krevst. Onnur kunnu tó søkja. Setanar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála millum Musikklærarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Meira - um tíðir og støð - fæst at vita hjá leiðaranum Martin Mouritsen á tlf. 216462. Musikkskúlaskipanin Hoyvíksvegur 72 FO-100 Tórshavn · Tlf. 316462 Teldupostur: martin@mmr.fo www.musikkskulin.fo