mikudagur 7. desember 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Partur 5
Stampi – hvat er tað, sum
er hent, og hvør er tað,
sum liggur undir hasum tak
plátunum?
- Eg veit ikki Anthonio, fær
tú og vita.
- Nei, eg tori ikki einsa
mallur, men lat okkum báðir
fara at hyggja.
Sjálvt um teir eru sera
ræddir, so fara teir spakuliga
yvir móti takplátunum. Tá
teir lyfta teirri fyrstu plátuni,
síggja
teir
eina
reyða
húgvu.
- Hvør, hvør, hvør er
tað, sum liggur undir her?
spyr Anthonio, skelvandi á
røddini.
- Eg veit ikki, svarar ein líka
bangin Stampi.
- Flyt eisini hasa plátuna.
Tá teir hava flutt plátu
nummar tvey, síggja teir
tvey bein. Buksurnar eru eis
ini reyðar, og stilvarnir eru
svartir.
- Hvør hvør er tað sum
liggur
undir
her?
spyr
Anthoni aftur.
- Eg veit ikki, vit mugu
flyta tað síðstu plátuna, sum
liggur oman á búkinum og
sum fjalir andliti.
Sera spakuliga flyta teir
triðju og síðstu plátuna. Teir
flyta hana, men eru um at
detta afturav, tá teir síggja,
hvør tað er sum liggur har.
- JÓLAMAÐURIN!!! rópa
teir báðir.
Teir leypa um hálsin á
hvørjum øðrum og fáa ikki
orðið fram.
Mitt á gólvinum liggur jóla
maðurin svímaður. Á veg
niður gjøgnum takið sló
hann høvdið í. Hann bløðir
ikki, men slagið var so mik
ið hart, at hann svímaði.
Stampi og Anthonio standa
sum Kanus, men til endans
letur úr Anthonio.
- Eg visti tað altíð, at
jólamaðurin er til – eg visti
tað altíð.
- Jú, men tað er ikki lætt
hjá mær at vita tað. Hetta er
fyrstu ferð, eg síggi ein jóla
mann. Men Anthonio - um
hetta er jólamaðurin, hvat
man so verða í hasum stóra
posanum?
Teir fara nú spakuliga yvir
til jólamannin. Sjálvt um
jólamaðurin er svímaður,
so heldur hann fast um
posan. Teir opna spakuliga
hondina hjá jólamanninum,
men fylgja væl við um jóla
maðurin vaknar. Sjálvt um
teir eru sera bangnir, so fáa
teir lirkað posan úr hondini á
jólamanninum. Teir eru sera
spentir at hyggja niður í.
- Lova mær fyrst, sigur
Stampi og flytur Anthonio
so harðliga, at Anthonio
er um at detta út yvir jóla
mannin. Stampi opnar varis
liga bandið á posanum og
hyggur niður í.
- HURRA – HURRA –
HURRA. Her eru fleiri túsund
jólagávur. Hygg Anthonio.
Anthonio fer næstan heilt
niður í posan, so spentur
er hann. Teir dansa nú av
gleði rundan um posan.
Teir hava næstan gloymt, at
jólamaðurin liggur svímaður
beint við síðuna av teimum.
- Kom lat okkum opna
nakrar gávur fyri at vita hvat
er í.
Teir taka nakrar gávur
burtur úr og skræða pappírið
av teimum.
- Waw waw waw. Hetta er
alt nýggjar og flottar leikur.
Hetta er fantastiskt. Nú nýtist
okkum ikki at stjala leikur
meira. Vit eiga mest leikur í
allari verðini.
So hoppa teir runt av gleði
og flenna so har teir orka. Ha
ha ha ha.
Niðri í bygdini er alt í ferð
við at verða klárt. Trølla Pætur
og Trølla Omman standa
millum øll hini fólkini. Um
eina løtu fer borgarstjórin at
bjóða øllum vælkomin, so
fer eitt barnakór at syngja
tveir sangir, og at enda kem
ur jólamaðurin at tendra
jólatræið. Sjálvt um Jógvan
nú hevur fingið eina kúlu á
høvdið og hevur rættiliga ilt,
so fylgjast hann og Erling.
Jógvan er enn óður inn á
Erling, men fyri at teir kunnu
arbeiða saman, so mugu teir
samstarva.
Øll børnini í Hvannadali
eru sera spent til jóla, og
hava tey glett seg til hesa
høgtíð í langa tíð. Tey eru øll
spent at síggja jólamannin
tendra jólatræið í kvøld,
men tey eru eisini spent at
vakna í morgin. Tí í nátt
fer jólamaðurin at leggja
gávur undir jólatræið, og
hesar gávur sleppa tey at
pakka upp, tá tey hava etið
døgurða í morgin.
Puntur 7 til
jólakalendaran
Jólini í Hvannadali