Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 236 - 8. desember 2005 T Ó R S H A V N A R K O M M U N A á handilsøkinum á Hálsi Tórshavnar kommuna og løgreglan í Havn hava sett í gildi fylgjandi broytingar í parkeringsviðurskiftunum á handilsøkinum á Hálsi: Títlingsvegur, Heykavegur og Staravegur eru í parkeringssonu, har ikki er loyvt at parkera í tíðarskeiðnum 9-18. Á stóra p-økinum, við handilin PE, við Skemmuna og framvið Køksmið- støðini eru skelti og p-básar ið loyva tíðaravmarkaða parkering. P BYGGIMÁL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er fyri at sleppa undan, at ein bygningur í fimm hæddum verður bygdur á Tinghúsvegnum í Havn, at meirilutin í fíggjarnevnd Tórshavnar Býráðs í gjár samtykti at keypa Degns hús fyri fimm milliónir krónur. Tað var mikil øsing um málið í fjør, tá ánarin søkti um byggiloyvi til stóra skrivstovubygnin á økinum niðan fyri Havnar Bio á Ting­húsvegnum, har gomlu húsini hjá Anton Degn standa. Um ætlanin skuldi ger­ast veruleiki, so skuldu Degns­ hús burturbeinast, og harvið mettu fleiri, at umhvørvið í miðbýnum varð oyðilagt. Tískil tóku fólk stig til at savna undirskriftir í tús­undatali at mótmæla ætlanini. Sama skilið var, tá Løg­ tingið ætlaði at byggja nýtt tinghús á Tinghúsvøllinum. Tá vóru eisini undirskriftir í túsundatali savnaðar at mótmæla ætlanini. Tað er einki serliga stutt­ ligt at skula brúka so nógvar pengar til hetta, tað má eg viðganga, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Men ánarin hevur rætt til at fáa byggiloyvi, og tá tað er givið, so vendst ikki aft­ur. Hinvegin hava vit møguleikan at selja húsini aftur, um vit ikki ynskja at varðveita umhvørvið í miðbýnum, soleiðis sum hetta býráðið ynskir, sigur Heðin Mortensen, sum væntar, at teir høvdu fingið fimm milliónir aftur fyri húsini, um tað skuldi verið til slíkt endamál. Men eg eri fegin um, at húsini verða varðveitt. Mín hugsan er, at vit skulu lækka garðin móti Tinghúsvegnum, soleiðis at almenningurin fær atgongd til garðin. Har kann so fríðkast við benkrum og borðum, har fólk kunnu hugna sær góðveðursdagar, sigur Heðin Mortensen. Enn er eingin avgerð tikin um, hvat Degnshús skulu nýtast til. Men tey skulu í øllum førum nýtast til okkurt viðkomandi virksemi, sigur Heðin Mortensen. Men hóast fíggjarnevndin hevur samgtykt at keypa húsini – eftir samráðingar við eigaran – so skal málið fyri býráðið, sum endaliga skal gera av, um húsini verða keypt. Men vit kunnu rokna við, at samgongan hevur vissað sær meiriluta frammanundan. Heðin Mortensen sigur, at tað er eftir tilmæli frá Byggi- og býarskipanarnevndini, at samráðingar vórðu tiknar upp við eigaran um keyp av ognini, og tað var júst við tí fyri eyga, at alternativið var at geva loyvi til stóra skrivstovubygningin, sum meirilutin í Tórshavnar Bý­ráð altso ikki ynskir niðast á Tinghúsvegnum. Eftir at málið í 2004 kom fram, mælti ovasti forn­minnismyndugleikin, Steffen Stuman Hansen, landsantikvarur, Menta­mála­ ráðnum til at friða ognina. Men hetta tilmælið var havnað í Mentamálaráðnum. Valið var tí heilt einfalt hjá okkum, tí nú skuldu vit gera av, um vit vildu varðveita umhvørvið í miðbýnum í Havn ella hava ein stóran skrivstovubygning í fimm hæddum niðast á Tinghúsvegnum. Vit hava so valt varðveitingina – og at gjalda fyri hana, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. ‒ Valið hjá okkum var einfalt: Vit skuldu velja ímillum at varðveita umhvørvið í miðbýnum ella at fáa ein skrivstovubygning í fimm hæddum niðast á Tinghúsvegnum. Vit valdu at varðveita umhvørvið – og at gjalda fyri tað, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Keypa Degnshús fyri fimm milliónir krónur Eigarin av Degnshúsum hevði ætlanir um at beina húsini burtur og byggja ein skrivstovubygning í fimm hæddum. Sambært byggisamtyktini er einki í vegin fyri hesum. Kortini hava eigarin og býráðið samrátt seg til ein keypsprís, og um býráðið vil sum fíggjarnevndin, so keypir býráðið húsini fyri fimm milliónir krónur Mynd: Álvur Haraldsen