hósdagur 8. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 236 - 8. desember 2005
- Vit fegnast um, at
samstarvsavtalan er
komin í lag og vóna,
at umhvørviseftirlitið
við skipum og bátum
fer at gagna havum
hvørvinum, siga
landsstýrismenninir,
Bjørn Kalsø og Jacob
Vestergaard
Havumhvørvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsstýrismenninir í fiski
vinnumálum og innlendis
málum, Bjørn Kalsø og Jacob
Vestergaard, hava í morgun
undirskrivað samstarvs
avtalu um umhvørviseftirlit
við skipum og bátum.
Eftir at havumhvørvislógin
og kunngerðirnar um burtur
kast, olju og kloakkspillivatn
frá skipum eru settar í gildi,
heldur landsstýrið, at tað
hevur stóran týdning, at
eftirlit verður við, at reglurnar
í lógini og kunngerðunum
verða hildnar.
- Sambært avtaluni átaka
Skipaeftirlitið og Fiski
veiðieftirlitið sær uppgáv
una at hava eftirlit við, at
føroysk og útlendsk skip
lúka reglurnar í havum
hvørvislóggávuni, siga lands
stýrismenninir.
Teir vísa á, at býtið av
eftirlitsuppgávunum er gjørt
soleiðis, at Skipaeftirlitið
hevur eftirlit við skipum,
sum koma í føroyska havn,
meðan Fiskiveiðieftirlitið
hevur eftirlit við skipum og
bátum á sjónum.
Avtalan fevnir eisini um
samstarv millum Skipa
eftirlitið, Fiskiveiðieftirlitið
og umhvørvisdeildina á
Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni.
- Vit fegnast um, at sam
starvsavtalan er komin í lag og
vóna, at umhvørviseftirlitið
við skipum og bátum fer at
gagna havumhvørvinum,
siga landsstýrismenninir,
Bjørn Kalsø og Jacob Vest
ergaard.
Sosialurin var við, tá
ið samstarvsavtalan um
umhvørviseftirlit varð undir
skrivað í morgun.
Samstarvsavtala um umhvørviseftirlit undirskrivað
Hví doyði fiskur tíð
liga í nítiárunum, og
hví doyði fiskur fyri
sløkum 220 árum
síðan, sum greitt
verður frá í gomlum
keldum.
Hendan spurning
hevur Rógvi Mourit
sen, biologassistentur
á Fiskirannsóknar
stovuni, roynt at
svarað
Fiskasjúkur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv munnu minnast, at
nógvur sjúkur fiskur var av
og á at finna inni við land
og uppi á landi ymsastaðni
í Føroyum í árunum 1992-
1995. Í nógvum førum var
hetta seiður, men hýsa og
toskur var eisini uppi í.
- Tað var fyrst seiðurin,
sum fekk ein løgnan atburð.
Fiskurin svam runt, púra í
ørviti; hann svam á liðini,
høvdið uppundan, og hann
svam seg eisini á land, har
hann doyði.
Rógvi Mouritsen, bio
logassistentur á Fiskirann
sóknarstovuni, greiðir frá, at
skúm og slipa vóru í nøkrum
førum at síggja á sjónum,
har hesin sjúki fiskurin var.
- Í februar 1995 var nógv
av sjúkari smáhýsu inni
á víkini í Nólsoy í nakrar
dagar, og ein partur svam
seg á land og doyði.
Rógvi greiðir frá, at
royndir vórðu tiknar til
nærri kanningar, bæði av
hesi hýsuni og aðrastaðni í
landinum av seiði og toski,
men hóast væl varð leitað,
fanst einki serligt, sum
kundi benda á, hvat fiskinum
bagdi.
- Fiskadjóralæknin, sum
tá var, gjørdi og fekk gjørdar
ymiskar kanningar, men
eingi virus vórðu staðfest í
kanningartilfarinum.
Hann sigur, at parasito
logiskar kanningar vístu
lús av slagnum, Caligus
elongatus, men hesar eru
vanligar, serliga í alibrúkum,
og tær eru orsøkin til hvíta
litin ella slipuna, sum var
á seiðinum. Aftrat hesum
hevði fiskurin eisini nakað
av sandmaðki, ið eisini er
vanligt.
- Í maganum var ymiskt
at finna, eitt nú tarasløg,
plastik, smærri krabbadjór,
smásteinar og summir fisk
ar høvdu tóman maga.
Summir seiðir høvdu ljóst
grønt fluoriserandi skarn
í baktarminum, men allur
fiskurin var væl í holdum
og var sostatt ikki sjúkur av
hungri.
Men hvat var hetta so fyri
nakað? spyr Rógvi Mourit
sen.
- Kundi sjúkan møguliga
stava frá alibrúkum?
Hann vísir á, at djóra
læknin kannaði fiskin fyri
heilivágsleivdir, men fann
ongar.
Niðurstøða
- Niðurstøðan er tann, at
vit kenna ikki orsøkina til
hetta óvanliga fyribrigdi,
men kunnu staðfesta, at
seiðurin hvørki var sjúkur av
teimum vanligu sjúkunum
hjá alilaksi ella eitraður av
fiskaheilivági.
Rógvi vísir á, at fiskur við
Føroyar áður hevur verið
sjúkur og hevur sýnt løgnan
atburð.
- Hetta sæst í greinini, ”En
mærkelig naturtildragelse
ved Færøerne”, sum er
úr danska tíðarritinum,
”Minerva” frá 1787.
Í hesi greinini, sum er sløk
220 ára gomul, stendur:
”I begyndelsen af hunde
dagene begyndte inbyggerne
på mange steder at mærke
og at beklage sig over, at
den da fangede sei havde
en ubehagelig lugt og smag
og var omgiven med et slags
slim, som vanskelig lad sig
afvaske. Sidst i juli var
denne erfaring almindelig
over hele landet, så på nogle
steder holdt man op med at
fiske, da man anså denne
fisk for uspiselig. Dette
varede til midten af august,
og det indfaldt imidlertid
meget stille vejr.
Ved nøjere at undersøge
sagen, blev man vaer, at søen
overalt var overdraget med
et slimagtigt fedt skum; især
var dette mærkeligt inde i
bugterne, hvos strømmen ei
var des hårdere. Dette skum
forsøgte man at smelte og
befandt da, at deraf umkom
en slags tran, men gav en
utålelig stank i huset; og når
det smeltet havde stået et par
dage, størknede det og så ud
som fordærvet gul tægl.
Strax mærkede man
ei, at nogen blev syg af at
spise denne sei, men siden
har man villet holde for, at
denne spise har forvoldet
hos mange, som tilforn. have
været befængt med udslet på
legemet, at dette har yttret
sig så meget stærkere, og at
det hos nogle kunne fygtes
at gå over til spedalskhed. Af
disse ulykkelige er en ung
pige fra Suderøe indtagen i
hospitalet...”
Rógvi Mouritsen sigur,
at fiskasjúkudjóralæknar
her á landi, ið hava sæð
hesa gomlu frágreiðingina,
kunnu ikki siga, hvat bagdi
seiðinum út frá tí, sum brøð
urnir Hammerheim skriv
aðu.
- Tað finst tí eingin niður
støðu um orsøkina til løgna
fiskatilburðin í 1785, ei
heldur í 1990-unum, sigur
Rógvi Mouritsen.
Undarligar fiskasjúkur í náttúruni
Tað eru nógv loyndarmál í náttúruni. Enn veit eingin, hví so nógvur seiður, hýsa og toskur gjørdust sjúk fyri góðum 10 árum síðan.
Hetta fyribrigdihendi eisini fyri næstan 220 árum síðan
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eftir at havumhvørvislógin og kunngerðirnar um burturkast, olju og kloakkspillivatn frá
skipum eru settar í gildi, heldur landsstýrið, at eftirlit eigur at vera við, at reglurnar í lógini og
kunngerðunum verða hildnar. Í morgun varð samstarvsavtala um eftirlit undirskrivað
Mynd: Jens Kr. Vang