hósdagur 8. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 236 - 8. desember 2005
Johan Dahl, løg
tingsmaður, sigur,
at klárar løgmaður
ikki at fáa skil á, má
útlendingamálið
leggjast fyri sam
gonguna. Vit kunnu
ikki bera okkum
at sum svín ímóti
útlendingunum, sigur
hann
Útlendingamálið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit bera okkum at sum
svín ímóti útlendingum og
her má vend koma í.
Tað er ítøkiliga staðfest
ingini hjá Johan Dahl, løg
tingsmanni.
Tí krevur hann, at
landsstýrið tekur annað
skinn um bak og fær ein
útlendingapolitikk, sum er
virðiligari fyri Føroyar enn
tað, sum nú fer fram.
Seinastu dagarnar er
rættiligur eldur komin í
útlendingamálið, eftir at
sjónvarpið visti at siga, at
eini hjún, sum hava búð í
Sørvági í fleiri ár, nú verða
send av landinum.
Hetta fekk Johan Dahl,
løgtingsmann, at reisa málið
í tinginum í gjár og tað førdi
til eitt orðaskifti, sum førdi
bæði til so sterk orð og so
sterkar kenslur.
Ein trupulleiki fyri
alla samgonguna
Johan
Dahl
sigur,
at
útlendingamálið er nú so
eldfimt, at tað er blivið ein
rættiligur trupulleiki fyri
innlendismálaráðið, men
sanniliga eisini fyri løgmann.
– Og klárar løgmaður ikki
at loysa trupulleikan, má
útlendingamálið leggjast
fyri samgongonguna, so
hon kann sleppa at stinga út
í kortið, hvussu farast skal
fram ímóti útlendingunum
í Føroyum.
Johan Dahl stúrir fyri, at tað
er ikki rætt, at fólkaflokkurin
umsitur útlendingamálið, tí
júst fólkaflokkurin hevur
gjørt útlendingar til ein
trupulleika.
Hann stúrir eisini fyri,
at tað er hesin hugburður
mótvegis útlendingum, sum
speglast aftur í teirri viðferð,
teir fáa.
– Men er tað embætisfólkið
í innlendismálaráðnum,
sum er trupulleikin, skulu
tey takast av málinum, tí
tað, sum nú fer fram, kann
undir ongum umstøðum góð
takast.
Johan Dahl sigur, hann
hevur fingið staðfest, at
danska stjórnin hevur vissa
føroyingar um, at vit fáa
útlendingamálini avgreidd
Vit bera okkum at sum svín ímóti ú
Í hvørjum einasta
flokki á løgtingi
verður útlendingapol
itikkurin hjá lands
st‡rinum sáplaður
niður og tinglimir
úr samgonguni eru
serliga hvass orðaðir
Útlendinga
politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Ein tikkandi bumba.
Stór vanærilig skomm. Ein
skammblettur fyri Føroyar.
Hetta er skoðsmálið,
sum útlendingapolitikkurin
hjá landsstýrinum fær frá
øllum flokkum á Løgtingi.
Mikudagin umrøddi løgtingið
útlendingapolitikkin og har
vóru ikki minst tinglimir úr
samgonguni hvassorðaðir.
Vit hava tikið ein samandrátt
av orðaskiftinum.
John Johannesen vildi
hava at vita, hvat er hent
í innlendismálaráðnum.
Hann vildi hava at vita
um umsitingin í innlendis
málaráðnum hevði fingið
politisk harraboð til at senda
úlendingar av landinum, ella
um talan var um politiskan
hugburður, ella væntandi
umsitingarliga orku.
Hann vísti eisini, at danir
hava boðað frá, at teir fylgja
tilmælum í Føroyum.
Bill Justinussen sigur, at
danska stjørnin hevur boðað
heilt greitt frá, at føroyingar
fáa
útlendingamálini
avgreidd sum vit sjálvir
vilja og tí ber ikki til at
geva dømum skyldina.
Nýggi landsstýrismaðurin
hevur tí ein einastandandi
møguleika at geva teimum
útlendingum, sum longu eru
her, frið at liva.
Olav Enemoto minti á, at
upgávan hjá løgtinginum er
eisini at røkja áhugamálini
hjá arbeiðsleysum føroying
um og ikki bara hjá
útlendingum í Føriyuum.
Jørgen Niclasen staðfesti,
at tað er bara eitt at gera og
tað er at yvirtaka málsøkið
so at vit fáa eina lóg sum
samsvarar við politiska
viljan í Føroyum. Í løtuni
er lógin donsk og tí er tað
ein danskur myndugleiki,
sum tekur avgerðir og vit
hava mangan staðfest,
at avgerðirnar eru ikki í
samsvari í politiska viljan í
Føroyum.
Hergeir Nielsen harmaðist
um at avtalan, sum Høgni
Hoydal fekk í lag, ikki
varðsett í verk, tí so høvdu vit
havt eina virðiliga umsiting
á økinum
Marjus Dam helt, at talan
var um ein rættiliga stórur
trupulleiki, bæði hjá løgtingi
og í samgongu. Talan er um
fólk, sum hava gjørt eitt
stórt arbeiða her á landi
og vit skylda teimum eina
virðiliga viðferð, men tað
fáa tey ikki. Tað er skeivt
at geva dønum skyldina, tí
teir hava boðað frá, at vit fáa
tað sum vit vilja hava tað á
útlendingaøkinum.
Heidi Petersen vildi hava at
vita, nær samgongan ætlaði
at loysa útlendingamálið,
tí nú vóru tvey ár gingin,
uttan at nakað hendi. Einasti
møguleiki at fáa eina loysn,
sum vit kunnu góðtaka, er at
yvirtaka málsøkið.
Kaj
Leo
Johannesen
helt, at tað, sum hendir
í útlendingamálinum er
ein skammblettur, bæði
fyri samgonguna og fyri
sambandsflokkin, fólkaflokkin
og javnaðarflokkin. Hann
vildi tí hava tað nágreiniliga
útgreinað, hvat hendi, tá ið
hjúnini í Sørvági vórðu víst
av landinum, so navn kundi
setast á tann ella tey, sum hava
skyldina. Sjálvur helt hann, at
ongin hevur skyldina, uttan
samgongan sjálv.
Annita á Fríðriksmørk
harmaðist um, at skilagóð
fólk verða útflutt. Her er
talan um fólk, sum hava lagt
nógv gott eftir seg í Føroyum
og sum fegin vilja vera
verandi her.Tí er ongin orsøk
at senda tey av landinum.
Vit hava heldur ongar
trupulleikar av innflytarum,
kanska hava vit tvørturímóti
ov fáar útlendingar her, so
vit eiga at hjúkla um teir,
sum eru her.
Finnur Helmsdal vildi
hava at vita um nýggi lands
stýrismaðurin ætlaði at
halda fram eftir somu leið
sum undanmaður hansara.
Hann hugsaði serliga um
teir útlendingar, sum longu
er her, sum hava tillagað
seg føroyska samfelagið
og sum eru fult intigrerað í
føroyska samfelagnum. Tað
er ímóti allari nýmótans
hugsan at senda slík fólk av
landinum.
Kári P.Højgaard helt ikki
at nakar á Føroya Løgtingi
kann liva við støðuni, sum
hon er nú. Fleiri útlendingar í
Føroyum hava tænt føroyska
samfelagnum væl og nógv
eiga bæði hús og heim her,
men tey ganga í støðugum
ótta fyri at send av landinum.
Tað er ikki nøktandi og hetta
taka vit als ikki undir við.
Kristian
Magnussen
helt, at tað, sum fer fram
í Føroyum í dag, er stór,
vanærilig skomm. Onki
folk ferðast so nógv í onnur
lond at arbeiða, sum júst
føroyingar og tað er at
skammast yvir at vit skulu
bera okkum at ímóti teimum,
sum koma til okkara.
Gerhard Lognberg stað
festi, at føroyingar hava
verið væl móttiknir, har teir
hava verið og arbeitt. Hann
helt, at fólk, sum hava verið
í Føroyum í nógv ár og eiga
hús her, eiga at sleppa at
verða verandi. Hann ávaraði
kortini ímóti at geva heilt
leyst, men tey, sum hava sett
seg niður her, eiga at verða
viðfarin sum føroyingar.
Alfred Olsen segði, at øll,
sum eru í Føroyum, eiga at
fáa eina virðiliga viðgerð,
men tað, sum er farið fram,
er óvirðligt. Hann sigur, at
tað ber ikki til at geva dønum
skyldina, tí vit hava fingið
at vita, at umsóknir liggja
í
innlendismálaráðnum
í mánaðir og ár og tá er
spurningurin um rættar
trygdin er í ordan.
Tórbjørn Jacobsen stað
festi, at talan er ikki um eitt
føroyskt málsøki og tí eru tað
danir, sum hava ábyrgdina av
málsøkinum Men er ætlanin
at yvirtaka málsøkið, er tjóð
veldisflokkurin altíð klárur.
Jóhan Dahl fegnast um at
semja er í løgtinginum um, at
støðan er ikki nøktandi, hóast
málið ikki verður umsitið
hareftir. Tað, sum fer fram nú,
– Føroyskur
útlendingapolitikkur ber
brá av rasismu og tí er tað
ein stórur trupulleiki fyri
alla samgonguna, sigur
Johan Dahl, løgtingsmaður,
sum hevur reist málið í
Løgtinginum
Ein tikkandi bumba undir føroyska s