Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 9. desember 2005 21 Stuðul frá Nordplus Granni Nordplus Granni er skipan, sum skal stimbra samstarv millum stovnar í Norðurlondum øðrumegin og grannalondini, Estland, Lettland, Litava og Norðurvesturrussland hinumegin. Nordplus granni skal menna netverkssamstarvið millum Norðurlond og norðurlendsku granna- londini Estland, Lettland, Litava og Norðurvestur- russland við denti á útbúgving og læring. Skipanin er galdandi fyri alla útbúgving, frá barnaskúlanum til universitetsstøði, eisini vaksnamannaundir- vísing. Útbúgvingarstovnar og aðrir stovnar í Norður- londum og omanfyri nevndu grannalondum kunnu søkja um fíggjarligan stuðul til tiltøk og verkætlanir, sum fremja útbúgvingarfelagsskapin og menna netverk og samstarv millum sjálvbodnar stovnar í Norðurlondum og nærumhvørvunum. Netverkini, sum fáa stuðul, skulu í minsta lagi hava luttakarar úr fýra ymiskum londum, tvey úr Norðanlondum og tvey úr grannalondunum. Í 2006 er serliga ætlanin at stuðla: • Útbúgving og arbeiðslív. • Serundirvísing og nýhugsandi skúlum. • Interneti, internetgransking og menning • Fjarundirvísing og virtuellum útbúgvingarum- hvørvum Umsóknarfreistin er 1. februar 2006 Umsóknarfreistirnar til hinar fýra Nordplus- skipanirnar eru: Nordplus Vaksin Umsóknarfreistir: 1.mars og 1.okt. 2006 Nordplus mál Umsóknarfreistir: 1. februar og 15. oktober 2006 Nordplus Umsóknarfreistir: 1. februar 2006 Nordplus Junior Umsóknarfreistir: 15.mars 2006 Meiri fæst at vita á: www.ciriusonline.dk/nordplus- nabo ella hjá Altjóða Skristovan í Tórshavn. Tlf. 322065 · e-mail: ask@ask.fo · www.ask.fo Stuðul frá Nordplus - Junior Nordplus Junior er fyri fólkaskúlar og miðnáms- skúlar. Hetta er frálíkt høvi at fáa norðurlendskan íblástur til skúlan og flokkin. Nordplus Junior er ein skipan, sum gjøgnum norðurlendskt skúlasamstarv skal menna áhugan fyri, kunnleikan um og fatanina av øðrum norður- lendskum mentanum, málum og livikorum og soleiðis styrkja norðurlendsku dimensjónina í fólkaskúlanum og á ungdómsútbúgvingunum í Norðurlondum og teimum sjálvstýrandi økjunum, og sum skal fremja norðurlendska sambandið við støði í okkara felags norðurlendsku virðum. Skúlar kunnu søkja um fíggjarligan stuðul til flytføri hjá næmingum og lærarum í Norðurlondum. Til- tøkini skulu hava eitt pedagogiskt innihald og vera partur av skúlans arbeiði, og hjá næmingunum skulu tey eisini ganga fyri seg á norðurlendska skúlanetinum www.nordskol.org. Stuðul verður veittur til trý ymisk endamál: 1. Næmingaskiftið millum flokkar ella bólkar 2. Ferðalæraraskipanina 3. Starvsvenjing fyri næmingar á yrkisskúlum Fyri øll trý er galdandi at ferðin skal vera í minsta lagi fimm dagar við ferðadøgunum. Umsóknarfreistin til Nordplus Junior er 15.mars 2006 Umsóknarfreistirnar til hinar fýra Nordplus- skipanirnar eru: Nordplus Vaksin – Umsóknarfreistir: 1. mars og 1. okt. 2006 Nordplus Granni – Umsóknarfreistir: 1. februar 2006 Nordplus Mál – Umsóknarfreistir: 1. februar og 15. okt. 2006 Nordplus – Umsóknarfreistir: 1. februar 2006 Meiri fæst at vita á www.ciriusonline.dk/nordplus-junior ella hjá Altjóða Skristovuni í Tórshavn. Tlf. 322065 · e-mail: ask@ask.fo · www.ask.fo Stuðul frá Nordplus - Mál Nordplus Mál skal menna málfatanina og málfelagsskapin millum norðurlondini og styrkja altjóða støðuna hjá málunum. Nordplus Mál er ein skipan, sum er ætlað at vísa á týdningin av, at tey norðurlendsku málini verða styrkt, soleiðis at norðurlendskt samstarv eisini í framtíðini verður á norðurlendskum málum. Stovnar, feløg og persónar kunnu søkja um stuðul til tiltøk og verkætlanir, sum fremja fatanina av norðurlendskum málum. Í 2006 verða millum annað hesi evni raðfest fremst: grannamál, verkætlanir um økismiss (hægri útbúgvingar), máltøknisamstarv og harmonisering innan yrkismál Stuðul verður latin til hesi endamál: • Skeið og ráðstevnur • Gransking og kanning • Orðabóka- og terminologiarbeiðið • Undirvísingartilfar og útgávur • Máltøkni verkætlanir • Uppbygging av netverkum við denti á mál og á upplýsingararbeiðið Umsóknarfreistin til Nordplus Mál er 1. febr. og 15. okt. 2006 Umsóknarfreistirnar til hinar fýra Nordplus- skipanirnar eru: Nordplus Vaksin – Umsóknarfreistir: 1. mars og 1. okt. 2006 Nordplus Granni – Umsóknarfreistir: 1. februar 2006 Nordplus – Umsóknarfreistir: 1. februar 2006 Nordplus Junior - Umsóknarfreistir: 15. mars 2006 Meiri fæst at vita á www.ciriusonline.dk/nordplus-sprog ella hjá Altjóða Skristovan í Tórshavn. Tlf. 322065 – e-mail: ask@ask.fo · www.ask.fo Vøruvognur til sølu Vegna eitt konkursbúgv verður ein vøruvognur settur til sølu. Talan er um ein gráan Ford Transit frá 2002. Nærri fæst at vita við at venda sær til skrivstovuna. Annfinn V. Hansen Advokatfirma Bryggjubakki 22, boks 106, 110 Tórshavn tlf. 359595 · telefax 359596 T-postur: advokat@advokat.fo