fríggjadagur 9. desember 2005síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 7
Og meðan øll fólkini
klappa av gleði fara
Stampi og Anthonio
upp á pallin og yvir
til
mikrofonina.
Anthonio, sum ong
antíð hevur tosað í
mikrofon, vil fegin
siga okkurt, men
Stampi
skúgvar
hann so harðliga
burtur, at eitt suð
fer gjøgnum manna
múgvuna.
- Tað er ræðuligt,
hasin
jólamaðurin
er harðligur, teskar
Trølla Pætur í oyrað
á ommu síni.
- Tvass í teg, sigur
Trølla Omman, hatta
má man tola. Stampi
fer nú heilt yvir til
mikrofonina.
- Hey fittu børn. Vit
eru ordiliga góðir við
tykkum, og tí ætla
vit at stjala..... nei eg
meini leggja gávur
undir jólatræið hjá
tykkum í nátt. Tá tit
vakna í morgin, so
liggur ein jólagáva
frá okkum undir træ
num – halda tit ikki
at vit eru fittir?
- JÚÚÚ, rópa øll
børnini. Men fyrst
fara vit at tendra jóla
træið, sigur Stampi.
Borgarstjórin vísir
teimum tað stóru kontakt
ina, sum teir skulu tendra
jólatræið við. Stampi og
Anthonio stilla seg við kon
taktina og taka báðir um
hana. Borgarstjórin spyr
børnini, um tey eru tilreiðar.
- JAAA, rópa øll børnini.
- Jólamenninir, eru tit
klárir?
Stampi
og
Anthonio
nikka.
- So fara vit at telja niður.
10, 9, 8, 7, 6, 5, 4, 3, 2, 1 og
núúúú..
Anthonio og Stampi koyra
kontaktina niður, og alt jóla
træið lýsir upp.
- Uhha tað er flott, ljóðar
tað frá mannamúgvuni, og
øll klappa bæði leingi og
hart.
Stampi og Anthonio eru
ikki sørt ernir av, at øll klappa
fyri teimum, so teir sløkkja
og tendra jólatræið enn eina
ferð. Men tá leypur borgar
stjórin til og sigur, at tað
muga teir ikki gera aftur.
Borgarstjórin fer aftur yvir
til mikrofonina.
- Nå, góðu borgarar, áðrenn
vit í felag syngja Gleðilig
Jól, sum er tað síðsta á
skránni í kvøld, so fari eg
at takka barnakórinum í
Hvannadali fyri teirra
góðu og vælljóðandi
sangirnar. Og ikki
minst, so vil eg eisini
takka jólamonnunum
fyri, at teir vildu
koma at tendra jóla
træið í ár. Nú er
skjótt songartíð hjá
børnunum, men áðr
enn tit fara, so fari eg
at takka tykkum øllum
fyri, at tit møttu so
fjølment upp og fari
eg at ynskja tykkum
øllum eini gleðilig
jól.
Fólkini klappa fyri
borgarstjóranum,
sum
saman
við
Stampa og Anthonio
fer av pallinum aftur.
Og meðan fjøldin
syngur Gleðilig Jól,
takkar borgarstjórin
Stampa og Anthonio
enn
einaferð
fyri,
at teir vildu vitja
Hvannadal.
Teir takka sjálvir
fyri og siga, at teir
mugu fara víðari.
Teir ganga skjótt
aftur um eitt húsar
horn og renna so alt
teir eru mentir niðan
frá bygdini.
Teir hyggja aftur
um seg fyri at vita,
um nakar hevur sæð
teir, men har er einki
at síggja.
Puntur 11 til
jólakalendaran
Puntur 10 til
jólakalendaran
Puntur 9 til
jólakalendaran