Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 238 - 12. desember 2005 HEILSANIR Góða Annalena omma Av hjarta tillukku við degnum ynskja øll ommubørnini. Arnstein, Martin, Ísak, Martin, Jákup, Karl Andrias, Anna Rebekka, Brynjar Levi, diddan, Elisabeth og Hannah Góði elskaði Heini Eg og mamma ynskja tær hjartaliga tillukku við 1 ára føðingardegnum. Vit eru soooo góðar við teg. Her eru vit bæði fitt ha? Heilsan stórasystir Frida Góða mamma og vermamma Hjartaliga tillukku við 65 ára degnum í dag. Takk fyri tín kærleika. Nógv góð ár í framtíðini. Ynskja dóttir og svigarsonur Góða omma Hjartaliga tillukku á tí hálvt runda degnum. Nógv góð ár í framtíðini. Takk fyri at tú ert so góð við okkum. Ynskja tey 5 ommubørnini Góðu tit á Sosialinum! Vit vilja bara takka tykkum øllum fyri alt tað farna, sum vit aldrin fara at gloyma. Tit eru bara for kul. Ja, vit royndu nógv saman við tykkum, men fyri tað mesta skemt:) Vit gassaðu til Trøllanesar við Jens Kristian og Snorra. Kjakaðu um TB og GÍ hehe :P Og so sjálvandi eisini um HB og B36. Vit vóru backstage til Carpark North saman við Henningi og Róki. Og so alt hatta um hvussu gott tað er at vera í Tórshavn, um hvussu deiligt alt er har! Ja, tað segði Maggi so. Ja, stuttsagt var alt bara heilt stuttligt, minnir, sum fara at vara altíð. Vit lova at støkka inná gólvið aftur skjótt ;D Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna nýttár. Kærar heilsanir við tríggjar, úr Gøtu og úr Trongisvági =) Myndamaðurin Christoffer 30 ár Lítið er broytt. Soleiðis gongur tú enn á stevnunum, men nú sum myndamaður fyri heimasíðuna drekin.fo. Heilsan Drekin.fo Christoffer Lützen 30 ár Her er hann í sínum ungu døgum. Einaferð skóti, altíð skóti. Heilsan Úlvanir Christoffer Lützen pipar Til lukku við piparinum. Her sær tú bara penur út, men hvar er konan? Heilsan guttanir Góða fitta Lea Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum 11 des. Nú ert tú blivin ein stór didda. Vónandi fært tú ein góðan og stuttligan dag. Jesu pápi signi teg. Vit elska teg. Heilsan mamma og babba