Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 36 síður

Tekstur á síðuni

36 Nr. 238 - 12. desember 2005 8 spurningar um jól Richard Mortensen Hvat er tað besta við jólum? At verða saman við familjuni og slappa av - alt er stongt, so friðurin fær loyvi at leggja seg. Eisini er tað øgiliga fest­ ligt við gávum og pynti. Hvat er tað keðiligasta við jólum? At tey eru so skjótt liðug - og at tey eru í einum vanligum vikuskifti. Hvussu helt tú jól sum barn? Vit vóru fleiri familjur sum hildu jól hjá omma og abba mínum á Argjum - so har vóru heilt nógva fólk savnaði hvørt ár. Hvussu heldur tú jól í ár? Heima saman við familjuni - byrja við at fara í kirkju jóla­aftan og so gásasteik og tað sum annars hoyrir tradi­ tiónini til. Hvat heldur tú um jóla­ resið í desember? Eg haldi at tað er í lagið - tí so gloyma vit hvussu myrk og keðilig henda tíðin á árinum er. Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands? Ja, mangan - eisini í London sum var nakað øðrvísi enn her heima. Keypir tú sjálv/ur tínar jólagávur? Ja, og av tí at eg hugsi meg rímiliga væl um - so tekur tað langa tíð. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? Bøkur: antin nýggju bólkin um Kierkegaard við Ólavi Rasmussen ella Ó hjá Carl Johan Jensen. So eg vóni at tær liva um til ummælini... ...alt ber til Poker 298,00