týsdagur 13. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 239 - 13. desember 2005
Upplestur, ein nýggj
orðabók og áhugavert
kjak um korini
hjá bókaútgávu í
Føroyum settu dám á
árliga bókadagin, sum
rithøvundafelagið og
Norðurlandahúsið
skipaðu fyri í gjár
Bókadagur 2005
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Árligi bókadagurin, sum var
hildin í Norðurlandahúsinum
í gjár, var enn einaferð dømi
um, at tað er idealisma heldur
enn vanligt vit og skil, sum
fær fólk at orka at fáast við at
geva bøkur út í Føroyum. Á
pallborðsfundinum var breið
semja um, at umstøðurnar
hjá bókaútgávu í Føroyum
ofta eru ósømiliga trongar,
men kortini hava útgávurnar
í ár verið bæði nógvar og fjøl
broyttar. Harumframt sá eitt
megnar orðabókaverk eisini
dagsins ljós hetta bókaárið.
Trong kor
Á pallborðsfundinum um kor
ini hjá bókaútgávu í Føroyum
stóðst kjakið mest um, hvørt
bókaútgáva skal verða al
ment stuðlað, og í hvønn
mun stuðulin, sum verður
latin, er kappingaravlagandi.
Helena Dam á Neystabø,
sum umboðaði Føroya skúla
bókagrunn, legði áherðslu á,
at heldur enn at illneitast inn
á hvørt annað, áttu bókafor
løg í Føroyum í felag roynt
at arbeitt fyri, at bókaútgáva
sum heild fekk størri peninga
upphæddir at arbeiða við.
Í løtuni sær tað út til, at tað
bert eru barna- ungdóms- og
skúlabókaútgávur, sum so
dánt hóra undan fíggjarliga,
meðan fagurfrøðiliga økið
til vaksin er við skerdan
lut. Ein orsøk kann vera,
helt Justinus Eidesgaard, at
ein grunnur sum Mentanar
grunnur Landsins hevur
alt ov nógv ymisk øki at
varða av. Hann sá fyri sær
ein munagóðan grunn, sum
hevði til uppgávu at fíggja
bókaútgávur og onki annað.
Í sama viðfangi nevndi hann,
at í staðin fyri at tøva í sama
gamla grenjinum um, at før
oyski bókamarknaðurin er
so lítil, áttu vit eisini at vent
eyguni úteftir og lagt okkum
eftir at stuðla týðingum fyri
á tann hátt at víðka um
marknaðin.
Ótroyttiligt arbeiði
At bókaútgávur í Føroyum
ofta eru úrslit av óvanligum
eldhuga heldur enn umstøð
um, var nýggja Íslendska-
Føroyska eitt gott dømi
um. Eftir meir enn 10 ára
arbeiði og mest at kalla utt
an fíggjarligan stuðul, var
løtan umsíðir komin í gjár,
tá hetta stóra verkið kundi
leggjast fram alment. Tað
er íslendingurin og føroya
vinurin Jón Hilmar Magnus
sen, sum hevur gjørt bókina,
men uttan ótroyttiliga
arbeiðið hjá vinmanninum
Dáva Jacobsen at fáa hana
rættlisna, hevði hon neyvan
verðið veruleiki.
Trong kor hjá bókaútgávu
Tað var ein sera fegin Dávur
Jacobsen, sum í gjár legði
fram nýggju íslendsku-
føroysku orðabókina eftir
íslendingin og føroyavinin Jón
Hilmar Magnussen
Í steðginum á bókadegnum spældu Petur Pólson og vinmenn løg av fløguni “Koma”, sum Petur
gav út herfyri
Við pallborðið var breið semja um, at tað ofta er idealisma heldur enn umstøðurnar, sum ger, at føroysk bókaútgáva ikki heilt er
dottin niðurfyri