týsdagur 13. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 239 - 13. desember 2005
Í sambandi við nýggju
lovsongsfløguna hjá Lov
sangsbólkinum í Filadelfia
samkomuni í Havn verð
ur útgávukonsert í Miðla
húsinum
í
Vágsbotni
kvøld.
Fløgan hevur heitið:
»Nær hjá Tær« og kom út
í síðstu viku. Sangirnir og
tónleikurin á fløguni fevna
breitt frá bleytum popp til
rokk. Tekstirnir ber kristni
boðskapin. Hetta eru stutt
sagt lovsangir í rútmiskum
tónleika hami.
Á tiltakinum verður til
farið av fløguni at hoyra.
Lovsongsbólkurin syngur
altíð av heilum hjarta, og
karmarnir í Miðlahúsinum
eru vanliga nærum full
komnir til tær inniligu kon
sertupplivingarnar. Tí er
lagt upp til eitt stórfingið
kvøld, tá konsertin verður
Miðlahúsinum kl. 19 í
kvøld.
nud
Savnsfløgan hjá 3’aranum
og TUTL Popplist 4 liggur
enn einaferð á ovastu rók á
sølulistanum hjá 3’aranum,
og eisini á øðrum og triðja
plássi er listin óbroyttur
við Poppkorn og Dynamit.
Toppurin er sostatt enn før
oyskur, hóast fýra útlendskar
fløgur eru slopnar inn á list
an hesa vikuna.
Now 12 og Now Big
Hits 2005 eru sum vænt á
listanum, men eisini Now 62
og Korn við See You On The
Other Side eru slopnar upp í
part. Annika Hoydal, Ólavur
Højgaard og Ólavur Á Váli
eiga hinar fløgurnar á topp
10 listanum.
nud
Rætting um
Nýggjárskonsertina
Av misgáum skrivaðu vit í blaðnum í gjár, at Side Effect
var ein av bólkunum á Nýggjárskonsertini, men hetta er
ikki so. Bólkarnir, ið luttaka eru: Páll Finnur Páll, Lama
sea, SIC, The Message, The Dreams og The Story Ends
umframt dansibólkin The Black & White.
Lovsangur í Miðlahúsinum
Føroya Banki
hevur nú sent út
tíðindaskriv um til
lagingar í rentubygn
aði bankans
renta
tíðindaskriv
Stjórn bankans hevur í dag
avgjørt at lækkað útláns
renturnar á 1. veðrættar
búlánum til 3,45% og
innlánsrentunar á øllum
innlánum við uppsøgn við
0,25 prosentstigum. Sam
stundis útbjóðar bankin eitt
nýtt innlánsslag við hægri
rentu.
Teir uppspararar, ið
hava uppsparingstørv yvir
longri áramál, kunnu við
fyrimuni gera íløgur í
virðisbrøv, ið geva hægri
rentu. Føroya Banki bjóðar
sínum viðskiftafólkum við
slíkum uppsparingstørvi
holla ráðgeving um virðis
brævaíløgur. Til hetta enda
mál hevur Føroya Banki
hesar síðstu mánarnar út
búgvi fleiri av sínum kunda
ráðgevum um alt landið til
íløgukundaráðgevarar.
Fyri teir uppspararar,
ið ikki ynskja at gera virð
isbrævaíløgur, bjóðar bankin
eisini eitt nýtt innlánsslag
við eini hægri innlánsrentu
á 2,75% við 3 ára uppsøgn.
Innlánsslagið fæst bæði
til pensjónsuppsparing og
vanliga uppsparing. Tað eru
ikki avmarkingar fyri, hvussu
stóra upphædd viðskiftafólk
bankans kunnu seta inn á
nýggju innlánskontuna, tó
eru vanligu avmarkingarnar
fyri 60 ára kontu galdandi
fyri pensjónskontuna.
Popplist er enn ovast á sølulistanum
Føroya Banki eisini á 3,45%