mikudagur 14. desember 2005síða 40
Tekstur á síðuni
40
Nr. 240 - 14. desember 2005
5 spurningar um jól
Jákup Sverri Kass
Hvat heldur tú um jólini?
Eg havi altíð verið sera glaður
fyri jólini. Fyri meg eru jólini ein
tíð, har man kemur saman við
familjuni og vinunum. Nakað av
tí besta við jólunum er tíðin beint
áðrenn sjálvar jóladagarnar.
Tíðin, har jólatrøðini og jólapynt
prýða gøtur og gluggar. Eg
má viðganga, at tað tekur eitt
sindur av glansinum, tá ið kram
búðirnar byrja at pynta og lýsa
við jólunum – mitt í oktobur.
Hvussu vóru jólini sum
barn?
Tá ið eg var barn, hildu vit alt
íð jól heima hjá mammu og
babba í Álvastíggi. Omma, abbi
og gubbi komu úr Vestmanna
og búðu hjá okkum um jólini.
Um morgunin var Disney-tekni
filmur í sjónvarpinum, og á mid
degi stóð ræstur fiskur og speril
á borðinum. Aftaná døgurða
gekk leiðin út í Vesturkirkjuna.
Ímeðan vit onnur vóru í kirkju,
passaði abbi ræsta kjøtið í ovnin
um. Ræsta kjøtið kom á borðið
um nátturatíð, og aftaná ótu
vit rís a la mande. Ikki fyrr enn
aftaná rís a la mande sluppu vit
fram at jólagávunum, sum jóla
maðurin sjálvandi kom við.
Hvussu heldur tú jól?
Síðan eg bleiv giftur og fekk
børn, hava vit skiftivís verið hjá
mínum foreldrum og svigarfor
eldrunum. Jólaaftan hjá einum
og 1. dag hjá hinum. Tó so, at
tað eru bara 5 minuttir ímillum
húsini, so vit síggjast øll báðar
dagarnar. Hendan avtalan virkar
væl – tó við einum trupulleika.
Foreldrini hjá mær hava ræst
kjøt jólaaftan og dunnu/gás
1.dag – svigarforeldrini í Gunda
dali hava umvent. Úrslitið er, at
annaðhvørt ár fáa vit ræst kjøt
báðar dagarnir, og annaðhvørt
ár fáa vit dunnu/gás báðar dag
arnir. 2. jóladag havi eg/vit ikki
nakað fæst - tá gangi eg bara
og eti restir, har sum eg kann
koma fram at. Eg taki vanliga
3-4 kg uppá um jóltíðir og fram
til nýggjár. Tað má vera tað –
onkuntíð má man kunna synda
eitt sindur.
Hevur tú nakrantíð hildið
jól uttanlands?
Í ár verða jólini eitt sindur annar
leiðis enn vanligt. Vit hava verið
heima í Føroyum hvørji jól síð
an vit í 2001 fluttu til Árhus í
lestrarørindum; men av tí at vit
bæði (vónandi) verða liðug í
summar, so hava vit avgjørt at
verða verandi í Árhus á jólum
í ár. Tað verður eitt sindur løg
ið at hoyra jólaevangeliðið á
donskum. Her á kollegiunum
búgva nógvir føroyingar, so
vit verða ikki heilt einsamøll.
Konan hevur eisini eina fastur,
sum býr tætt við. Hana fara vit
at vitja 2.jóladag. Spurningurin
er bara, hvat fyri siðvenjur fara
at verða galdandi hjá okkum. Eg
vil gjarna halda fast við ræsta
kjøti jólaaftan og dunnu 1. dag;
ímeðan konan vil tað umvenda.
Eg veit ikki, hvussu vit fara at
loysa trupulleikan - vit mugu
bara trekkja lut ella skiftast ann
aðhvørt ár...
Hvat ynskir tú tær í
jólagávu í ár?
Eg eri farin at ivast í, um eg fái
nakra jólagávu í ár. Síðan vit
fingu børn hava tey fingiðallar
gávurnar, nei tvætl. Eg ynski
mær onki serligt; plagi fyri tað
mesta at fáa klæðir - tað er fín
asta slag.
...alt ber til
Dremel
Multi6
998,00
ÓxäÊ