Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 241 - 15. desember 2005 Jólini nærkast og nógv jóla­ til­tøk eru at fara til. Fríð­riks­ kirkj­an verður 18. des. karm­ ur um árligu jólakonsertina hjá VOX. Hetta er sætta árið á rað, at VOX skipar fyri jólakonsert. Hvørt ár hevur henda konsertin savnað nógv fólk til eina hugnaliga løtu frammanundan jólum við góðum jólasangi. Fyri at gera konsertina meira fjølbroytta er ein gesta­ kórleiðari boðin við. Tað er tann navnframi Ólavur Jøkladal, sum fer at seta klassiskan dám á konsertina við verkum eftir m.a. Mend­ elssohn og Hans Leo Hasler. Dagligi kórleiðarin, Ásbjørn Berthelsen, fer at taka sær av tí meira traditionella parti­ num av konsertini. Umframt gestakórleiðara verður eisini gestasangari á konsertini. Lagið “Tú lyftir meg” hjá Essa Jacobsen saman við VOX hevur seinastu tíðina verið nógv at hoyra, og á kon­ sertini fer Essa saman við kórinum fyri fyrstu ferð at framføra lagið “live”. VOX er mannað við ung­ um sangarum úr Heima­ missiónini. Konsertin verður í Fríð­ rikskirkjuni sunnudagin 18. desember klokkan 16. Jólakonsert við VOX VOX hevur roynt mangt og hvat, m.a. at sungið saman við Ettu Cameron Televarpið · tel 340340 · televarp@televarp.fo Eitt pakkadømi: ÆLABOGIN Mánaðargjald fyri Ælabogan, við 24 rásum299,- * Hesar rásir skiftast um at senda (Timeshare) Televarpsmóttakarar frá Force úr 795,- lestu fótbóltsdystirnar! Bestu sendingarnar og f Tekna hald og síggj Televarpið ókeypis til 1. januar! Nýtt! Disney Channel í Televarpinum frá 1. desember* *Disney Channel kemur ístaðin fyri Jetix og fer at senda millum kl. 5.00 og 19.15