Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ítróttar­ fjepparar kappast á Cippo Cippo fer nú undir veruliga kapping í sonevndum Bar- sports. Endaligi vinnarin fær eina ferð til Champions League finaluna Kapping Jákup Mørk Pool, airhockey og borð­ fótbóltur eru allar tríggjar ítróttargreinar, sum ítróttarfjepparum plagar at takast við, tá kappast skal innandura. Í londunum kring okk­ um hevur í fleiri ár verið gjørt heilt nógv við slíkar kappingar, og nú verður so eisini skipað fyri slíkari kapping í Havn. Tað er ítróttarcaféin, Cippo, sum skipar fyri kapp­ingini. Kappast verð­ ur hvørt hóskvøld, og fara vinnararnir hvørt kvøldið víðari til endaligur final­ una. Og tað er altso í hes­ ari, at til ber at vinna ferð til Champions League final­una. Hartil ber eisini til at vinna gávur frá Føroya Bjór, Heineken og Sports Master. Danir kunnu aftur enda í Svøríki Gøteborg, sum legði gras til EM-finaluna í 1992, vil nú aftur hava EM- enda­spælið. Møgu­liga í sam­starvið við Keyp­ manna­havn Kommunustýrið í svenska stórbýnum tók í dag avgerð um, at teir vilja arbeiða fyri at gerast vertur fyri EM- endaspælinum í 2016. Borgarstjórin, Jan Hall­ berg, sigur við svenska Aftonbladet, at hetta helst verður í samstarvi við aðrar býir. Eitt nú Malmø, Stockholm ella kanska Keypmannahavn. Svenska fótbóltssam­ bandið fer nú at kanna, hvørt Gøteborg lýkur krøv­ ini fyri slíkari umsókn. Nr. 241 • hósdagur • 15. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Verandi oddaliðið í føroyskum mans­ hondbólti, H71, reyk úr steypakappingini, tá teir á heimavølli hittu næst besta Kyndils-liðið Coca Cola- kappingin Jákup Mørk Í nógvar mátar hevur júst H71 annars verið mest átøk eini marru hjá besta Kyndils- liðnum. Hóast Kyndil í flestu førum hevur havt eitt á pappírinum sterkari lið hesi seinnu árini, so hevur tað gingið illa at fáa bilbukt við treisku hoyvíkingarnar, sum ferð eftir ferð hava argað grønu grannarnar. Málverjin tók 7 brotskøst Eitt hugskot í so máta mundu venjararnir hjá Kyndli kanska fáa mikukvøldið. Tí hjá næst besta Kyndilsliðnum lá ræði fyri, tá teir tókust við H71. Eitt H71, sum enntá er oddalið í landskappingini. Gaman í var talan um eitt væl mannað Kyndils-lið. Mill­um spælararnar á liðnum vóru eitt nú Hans Arni Thom­ sen, Rókur Akralíð, Hjalti M. Jacobsen og Zeljko Horni­jak. Men at hesir skuldu taka oddaliðið, H71, var helst eingin, sum hevði rokn­að við. Men longu fyri steðgin vóru greið tekin um, at hetta ikki skuldi verða lætt hjá hoyvíkingunum. Kyndil hevði fyri tað nógva munin, og í seinna hálvleiki kom av álvara gongd á. Eisini hóast teir grønu misnýttu ikki færri enn 7 brotskøst. Endin varð, at Kyndil vann ein tryggan 30-23 sigur, sum ivaleyst hevur sent dyggar skjálvtar gjøgnum sjálvsálitið hjá teimum hvítu. Og at teir so eisini fingu tvey reyð kort, mundi ikki gera støðuna betri. Hesi merkja nevnliga, at Jakob Jónsson og Tróndur Vatnhamar báðir eru leik­ bannaðir til fyrsta dystin í endaspælinum. Ein dystur, sum er á heimavølli móti - ja, sjálvandi - Kyndli. Í hinum trimum dystunum hjá monnum gekk meira so­leiðis eftir forskriftini. Kyndil (altso fyrstaliðið), VÍF og StÍF vunnu sínar dystir, og soleiðis eru tey eisini klár til hálvfinaludyst. Kyndil í finaluni Við sigrunum hjá báðum teimum bestu liðunum, er longu greitt, at Kyndil hevur umboð í finaluni, tá hendan verður spæld. Siðvenjan á økinum er, at hevur eitt felag tvey lið í hálvfinalunum, so skulu hesi bæði spæla móti hvørjum øðrum. Tí er longu greitt, at VÍF og StÍF - aftur í ár - spæla hálvfinalu, meðan Kynd­il og Kyndil eiga hina hálv­ finaluna. Hesa ferð eydnaðist hjá StÍF, sum sunnu­ dagin akkurát ikki knógvaði Kyndli. Og Neistin vann tryggan sigur á Søljuni Coca Cola- kappingin Jákup Mørk Tvær av fjórðingsfinalunum hjá kvinnunum vórðu spældar í gjár og fyrradagin. Fyrradagin tók Neistin móti Søljuni, og her gjørdist talan um tryggan heimasigur. 38-19 vann Neistin, sum í hálvleikinum var á odda 14-10. Í gjár var tó øðrvísi spenn­ ingur, tá Kyndil tók ímóti StÍF. Somu lið spældu sunnu­ dagin javnleik, og aftur hesa ferð leikaði javnt á. Kyndil var tó odda stóran part av dystinum, og bara fimm minuttir fyri leiklok stóð 17- 14 á talvuni. Seinastu løtuna bragdaði tó av álvara hjá StÍF. Tær vunnu seg upp á 18-17, og tó at Kyndil javnaði, so fekk StÍF seinasta orðið, tá Rebekka Justinussen skoraði til endaliga úrslitið. Úrslitini Neistin-Søljan 38-19 (14-10) Kyndil-StÍF 18-19 (11-8) Sensatión í Hoyvík StÍF basti Kyndli Úrslitini í fjórðings­finalunum í Coca-Cola kappingini vóru hesi: H71-Kyndil II 23-30 (11-14) Kyndil I-StÍF II 36-23 (15-12) VÍF-Neistin 35-25 (18-10) StÍF I-KÍF 20-14 (9-11) Við 14 málum var Rókur Akrálíð stóri skarprættarin, tá 2. lið hjá Kyndli í gjár sendi oddaliðið í føroyskum manshondbólti úr steypakappingini Mynd: Jens Kristian Vang