Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2005 31 Í samband við at fyritøkan Valdemar Lützen hátíðarheldur 101 ára jubilæum í desember mánaði, bjóðar Valdemar Lützen Byggibúð allar vørður í handli sínum við 20% í avsláttri, svarandi til at vøran verður seld MVG frí HANDILSVIRKI Tíðindaskriv - Hetta tilboð er galdandi allan jólamánaðin. Og so­leiðis kunnu fólk keypa jóla­gávuna frá okkum til ein skilagóðan prís, siga tey hjá Valdemar Lützen Byggi­ búð. - Hetta hevur fingið fleiri kundar at doypa Skálatrøð um til »Fríhavnina«, tí at vør­urnar verða seldar til ein avsláttur, ið svarar til toll­fría sølu. Hetta hevur víst seg at fing­ ið nógv fólk at leita oman til »Fríhavnina« at gera sær dælt av góðu tilboðnum. Sam­stundis sum hugnaliga café’in í byggibúðini bjóðar ókeypis kaffi, kakao, cappuc­ cino, espresso, café au lait og smákøkur. Hetta hevur verið eitt vælmótikið tiltak í hesum køldu døgum, siga tey hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð. Søgan um fyritøkuna Valdemar Lützen: Fabrikkin hjá Østrøm Í 1904 stovnaði Valdemar Lützen handilsvirkið Valde­ mar Lützen A/S í fabrikkini hjá Østrøm, har hann seldi byggitilfar og kol. Hettar var tó byrjanin til handilsvirkið, sum broytti vøruúrvalið eftir tí tørvi, sum varð árini framyvir. Eisini keypti hann skip, sum silgdu við farmi til handilsvirkið umframt aðra frakt til Føroya úr út­­ lond­unum. Fysta skipið, hann keypti, var »Forælders Minde« úr Danmark. Seinni varð hetta skipið selt, og Valdemar Lützen lat byggja skonnert »Sjey Systrar«, sum Andrias á Høvdanum av Strond­ um førdi. »Sjey Systrar« silgdu ikki bert við frakt til Føroya, men eisini við út­flutningsfarmi til meðal­ havslondini. Umframt hettar skipið hevði Valdemar Lützen eisini lítla lossijakt, sum kallaðist »Diddan«. Hendan silgdi við farmi kring oyggjarnar, men var eisini nýtt sum av­skipanafar í Havn, tá stór skip komu við farmi, sum ikki kundi leggja at bryggju í Havn. Frystivirki og sandgoymsla Í árunum umleið 1930 víðk­ aði Valdemar Lützen aftur um virkið sítt við at stovna frystivirki í fabrikkini hjá Østrøm. Hetta var um tað mundið, tá fiskiførini fóru á ísfiskarí, men umframt hetta var eisini møguleiki hjá einstøkum húsarhaldum at leiga sær goymslurúm til matvørur. Tá ísfiskiskapurin í árunum 1948-49 legði um til saltfiskaframleiðslu, var frystvirkið niðurlagt. Í somu tíðini sum frysti­ virkið var í Rættará, keypti Valdemar Lützen ein sandbát saman við Niels í Heiðunum. Niels førdi sjálvur sandbátin »Slúkur«, sum skipaði sand­ in upp á goymslu í Rættará, hiðani sandurin var seldur til húsabygging og annað, sum varð bygt í teirri tíðini. »Slúkur« var undir seinna heimsbardaga seldur til Ís­lands. Í árunum 1925- 47 seldi Valdemar Lützen eisini olju og petrolium fyri Esso, men tá hettar felagið í 1947 gjørdi nýskipan í Føroyum soleiðis, at Esso fekk beinleiðis sølu her, gavst hann við hesum. Valdemar Lützen leigaði stór skip úr útlondum, sum komu við byggitilfari og kola­ last nakrar ferðir um árið. Tá var fraktprísurin so lágur, at Valdemar seldi øll skipini og innflutti vørur í hesum stóru skipunum ístaðin. Avskipanin av koli varð skipað upp í stórar kurvar og síðani koyrt í trillibørum á goymslu. Hetta kravdi nógv arbeiðsfólk, einar 15 mans. Byrjaði ísenkram­ handil Í 1952 hendi aftur enn eina­­ferð nýskipan innan hand­­ils­virkið. Tað var Anni Lützen sum gjørdi lítl­an bú­nýtisdeild á Bryggju­ bakka. Tá Valdemar Lützen (y) í 1953 kom aftur eftir lokna útbúgving, keypti virkið kædnahandilin hjá Heine­sen í Vágsbotni. Har bleiv opnaður ein am­boðs­ handil, ið Valdemar Lützen yngri varð leiðari á. Fyrst í 60-unum víðkaði Valdemar Lützen (y), so at báðar hædd­ irnar í Vagsbotni, blivu tiknar í nýtslu. Amboðshandil á fystu hædd og búnýti á aðru hædd. Soleiðis var gongdin í hand­ilshúsinum í Vágsbotni fram til miðskeiðis í 1980- unum, tá ið avgjørt varð at flyta amboðshandilin út á Skálatrøð, soleiðis at am­boð og byggi­til­far varð saml­að á sama stað í nýggja byggimarknaðinum á Skálatrøð. Valdemar Lützen er stjóri í handilsvirkinum P/F Valdemar Lützen og fram­ tíðarvánirnar eru sera bjartar tey næstu 100 árini. Fjórða ættarliðið er nú byrjað at taka yvir. Fóru úr skúla og arbeiddu til pensjónsaldur Nógv av teimum starvs­fólk­ unum sum hava verið hjá P/F Valdemar Lützen, hava havt arbeiði har alla sína tíð, til tey løgdu frá sær vegna aldur. Soleiðis starvaðust Ebbe Ki (Jacobsen) á skriv­ stov­uni í 50 ár, eins og Olga Mikkelsen eisini var ein av teimum, sum arbeiðddu alt sítt vaksna lív í virkinum. Dia á Lava, Ferdinand Rubek­sen, Jógvan Mikkel­ sen, Jákup Michael, og Adda­ ba arbeiddu allir meira enn fimmti ár hjá P/F Valdemar Lützen. Eisini synir hjá arbeiðs­ fólkunum tóku starv hjá hesum virki. Soleiðis hevur Johan á Lava nú arbeitt í 50 ár hjá Valdemar Lützen. Eins og Mogens Lützen eldri, ið var stjóri á virkinum í góð 50 ár. Núverandi stjórin Valde­ mar Lützen (y) hevði 50 ára starvsdag í september 2003, nevnast kann eisini at Hans Petur Joensen hevur starvast í 37 ár í handilsvirkinum. Fyritøkan Valdemar Lützen 101 ár