Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2005 33 Almennir kommunustýris- fundir 2006 30. januar 28. august 27. februar 25. september 27. mars 30. oktober 24. apríl 27. november 29. mai 11. desember 26. juni Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 FO-490 Strendur Uppstilling til formansval í Føroya Postfelag. Sambært §.12, í lóg felagsins, verður boðað til uppstilling til formansval í Føroya Postfelag. Uppskot skulu verða skrivstovu felagsins í hendi innan 15. januar 2006, við skrivligari váttan frá uppstillaða. Formaður verður valdur á aðalfundi felagsins, sum verður 26. februar 2006. Fráboðanir um uppskot verður at senda: Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 100 Tórshavn Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tvøroyri Ergoterapeutur Vegna farloyvi verður søkt eftir ergoterapeuti til fulltíðarstarv í tíðini 1. februar 2006 til 1. februar 2007. Uppgávur Starvið fevnir í høvuðsheitum um at veita sjúkl- ingum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og búfólkum á Ellis- & Røktarheiminum ergoterapeutiska tænastu. Yrkislig førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava lokið prógv sum ergoterap- eutur. Eisini verður dentur lagdur á starvsroyndir. Persónlig førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, kunna arbeiða sjálvstøðugt og verða til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Somuleiðis skulu umsøkjarar tola broytingar í starvsviðurskiftunum. Starvsstaðið Starvsstaðið er fysiurgiska deild á Suðuroyar Sjúkra- húsi. Av tí at starvið eisini fevnir um búfólkini á Ellis- & Røktarheiminum, verður arbeitt har eftir tørvi. Viðkomandi hevur beinleiðis tilvísing til yvirfysiot- erapeutin. Løn og setanarviðurskifti Løn og setanartreytir verða eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroyskir Ergoterapeutar. Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til yvirfysioterapeutin tlf. 37 11 33 lokal 115. Umsóknir Umsókn við avriti av prógvum v.m. verða at senda til: Suðuroyar Sjúkrahús Umsjónarmaðurin Postsmoga 51 800 Tvøroyri. Umsóknarfreistin er 1. januar 2006. Hallarvørður Tvøroyrar býráð søkir eftir hallarvørði til skúla- og ítróttarhøllina í Trongisvági. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: • at skipa fyri øllum tiltøkum í høll/forhøll og skúlagarði. • at leiga høll/forhøll og skúlagarð út. • at vaska høll/forhøll og skúlagarð. • at hava umsjón við umklæðingarúmum og wc'um. • at gera umvælingar. • at ljós, hiti og sanitetsviðurskifti eru í lagi. • at trygdarbúnaðurin virkar sambært ásettum krøvum. • at halda reint og ruddiligt inni og uttanum høllina. Førleikakrøv Skal duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevnir. Starvs- og setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast tilber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita Gjøllari upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til teknisku deild hjá Tvøroyar býráð á tlf. 371085 Umsókn Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndir og møguligum viðmælum skal vera Tvøroyrar býráð, postrúm 85, 800 Tvøroyri í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 23. desember 2005. Merkið brævbjálvan: Hallarvørður.