hósdagur 15. desember 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 15. desember 2005
39
King Kong
Fríggjadag 16.12
kl. 19.00
kl. 22.45
Leygardag
17.12
kl. 19.00
kl. 22.45
Sunnudag
18.12
kl. 18.30
kl. 22.15
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Lord of the King Kong
T͋IRNAR:
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
Just like Heaven
Fríggjadag 16.12
kl. 23.15
Leygardag
17.12
kl. 23.15
Sunnudag
18.12
kl. 21.45
I dine sko
Fríggjadag 16.12
kl. 20.30
Leygardag
17.12
kl. 20.30
Sunnudag
18.12
kl. 19.00
UMMÆLI:
KOMANDI FILMUR:
Narnia - Løven, Heksen og Garderobeskabet
Mánadag 26.12
FRUMSÝNING
-Peter Jackson fer eftir
fleiri Oscarvirðislønum
við King Kong
Kim Simonsen
Ein og hvør endurinnspæling er
altíð spennandi, serliga um tað
er ”King Kong” og leikstjórin er
Peter Jackson (f. 1961). Fólk vóru
einaferð í iva, um hann megnaði
at lyfta uppgávuna at gera teir
tríggjar ”Ringanna Harri” filmar
nar, nú situr allur filmheimurin
í spenningi og bíðar eftir at fáa
veruligu søguna um King Kong.
Jackson er farin nógv aftur síðani
vit sóu hann seinast. Eg kendi ikki
mannin aftur á myndunum sum
Universal hevur sent út av honum
í pressutilfarinum. Fyrr var hann
nógv meiri rundur. Nú líkist
hann ikki longur einum tjúkkum
hobba.
Jackson kom at skriva filmsøgu
við stóru filmatiseringini av
Ringanna Harra, fyri hetta stóra
arbeiði fekk hann, og tey sum
arbeiddu saman við honum, 17
Oscarvirðislønir, 12 enskar British
Academy of Film and Television
virðislønir og 4 Golden Globe
Virðislønir. Við King Kong kemur
hann at fáa hópin av virðislønum
eisini, her er helst eingin ivi.
Hin newzealendski Peter Jack
son arbeiddi tá við 2000 teknik
arum í 7 ár. Í onkrum parti vóru
20.000 statistar. Sjálvur skuldi
hann ikki ferðast so langt frá
familjuni, tí allar upptøkurnar
vóru gjørdar í vakra heimlandi
hansara New Zealandi.
Ein serligur filmur
fyri Jackson
Trygdarkrøvini hava verið stór
kring King Kong filmin, og felag
ið Universal og UIP (United Inter
national Pictures) hava økt um
spenningin.
Vit vita eisini, at filmanir um
King Kong hava haft ein serligan
týdning fyri Peter Jackson. Hann
var ikki meiri enn átta ár, tá hann
sá hendan filmin fyrstu ferð, og
eftir hetta visti hann, at hann
skuldi gera film. Longu sum
barn royndi Jackson at gera ein
film um King Kong. Hann bygdi
The Empire State Building i papp
og gjørdi eina Kong dukku av
jakkanum hjá mammu síni.
Í 1996 royndi Peter Jackson seg
aftur við einum handriti til ein
film um King Kong. Men sum so
ofta í Hollywood, so var hendan
ætlan av ongum. Hetta árið komu
bæði ”Mighty Joe Young” og
drekin ”Godzilla”. Hetta gjørdi,
at Jackson fór ein annan veg, og
hesin vegurin endaði við Ringana
Harri, sum komu í 2001, 2002 og
2003.
1933-2005
Fyrsti King Kong filmurin er
frá 1933. Seinastu ferð hann
var gjørdur var í 1976. Í 2005
sleppur Petur Jackson so at gera
sín dreymafilm um King Kong.
Nú hevur hann fingið so stóra
viðgongd, at hann kann sjálvur
velja hvat hann ger, tá tað hendir,
so kemur mangan okkurt ordeliga
lekkurt burtur úr. Líkasum tá Luc
Besson gjørdi ”The Fifth Element”
(1997), við m.a. Bruce Willis.
Peter Jackson hevur sjálvur sakt
í pressutilfarinum hjá Universal,
at hann valdi at fáa Carl sum Jack
Black at líkjast leikstjóranum
Orson Welles. Ein maður við einari
óhugnaligari sjálvgóðsku, altíð
við einari kenslu av at hann hevur
uppiborið heimsins viðurkenning:
”Men undir reypinum er ein gjógv
av ótta, serliga fyri at hansara ætl
anir ongantíð skulu gerðst veru
leiki”.
Jackson byrjaði at gera film í
New Zealandi, serliga vóru tað
ræðufilmar, ið høvdu hansara
áhuga. 12 ára gamal gjørdi hann
ein krígsfilm í úrtagarinum hjá
foreldrunum. Seinni gjørdi hann
filmin Bad Taste, ið gjørdist væl
umtóktur, serligani á Cannes
Filmstevnuni, og tí seldur til 30
lond. Hann hevur eisini gjørt
filmin Braindead, ið mong halda
er hin mest blóðdálkaði filmurin
nakrantíð, hetta er ein ordans
”splattur” filmur. Slíkir filmar eru
fyri tey flestu púra ørir í høvdin
um, men tey sum dáma hetta stutt
leika sær óført. Hetta sást aftur í
Ringana Harra, har partar vóru
óhugnaligir. King Kong er uppá
allar mátar eins óhugnaligur og
spennandi sum hesir filmar.
Peddersen og Findus - Nissemaskinen
Fríggjadag 16.12
kl. 18.30
Leygardag
17.12
kl. 18.30
Sunnudag
18.12
kl. 16.30
www.kingkongfi lmen.dk
Fra instruktøren af 'Ringenes Herre' trilogien
Peter Jackson
i dk