fríggjadagur 16. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 242 - 16. desember 2005
– Tað harmar meg
almikið at noyðast at
klaga mítt egna býráð
fyri landsstýrinum,
men her er onki
at gera, sigur Jan
Christiansen
Tórshavnar Býráð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Meirilutin í Býráðnum í
Havn verður nú klagaður
fyri kommunala eftirlitinum
hjá landsstýrinum.
Tað hendir í kjalarvørrinum
á býráðsfundinum í gjár
kvøldið.
– Tað harmar meg almikið,
at vit skulu vera noydd at
klaga okkara egna býráð.
Men eftir tað, sum hendi í
gjárkvøldið, hava vit rætt
og slætt onki val, sigur Jan
Christiansen, býráðslimur
úr minnilutanum, sum eisini
hevur verið borgarstjóri í
Havn
– Vit kunnu ikki lata slíkt
fara afturvið borðinum. At
uppliva tað, at 14 vanligir
borgarar, sum høvdu bein
leiðis áhugað í einum máli,
vóru kunnað um, hvat skuldi
viðgerðast í býráðnm, áðrenn
fleiri býráðslimir vistu tað,
var so stór provokatión, at
tað hevði verið at hildið allar
okkara veljarar fyri gjøldur
at latið sum einki.
– Hetta var so stór skerjing
av møguleikanum hjá einum
parti av býráðslimunum at
vera við í eini viðgerð, at
vit noyðast at gera vart við
okkum.
– Heðin Mortensen er
formaður fyri alt býráðið,
eisini fyri minnilutan. Men
tá ið hann ger so stóran mun
á meirilutanum og minni
lutanum í býráðnum, sum
hetta málið er prógv um,
er tað ein stórur spurningur
um hann ser skikkaður til
starvið.
– Tað, sum fór fram í gjár
kvøldið, er so álvarsligt, at
hann eigur at fáa eina ávaring
frá komunala eftirlitinum
um, at endurtekur slíkt seg,
verður hann koyrdur frá-
um tað ber til, sigur Jan
Christiansen.
Borgarstjórin í Havn
góðtekur ikki, at
býráðslimir rýma
av fundi, tí tað er
ólógligt
Tórshavnar Býráð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Heðin Mortensen fer nú at
klaga tríggjar býráðslimir
í Havn fyri kommunala
eftirlitinum hjá Tórshavnar
Býráð.
Tað hendir í kjalarvørrinum
á býráðsfundinum í Havn í
gjár.
Tá rýmdu teir tríggir
býráðslimirnir, Jan Christ
iansen, Sjúrður Olsen og
Høgni Mikkelsen av fundi, tí
teir góðtóku ikki, at eitt mál
um atkomuveg til Havnar,
varð tikið til viðgerðar uttan
fyri fráboðaðu skránna fyri
fundin.
– Tað er ólógligt hjá býráðs
limum at rýma av fundi,
segði Heðin Mortensen,
borgarstjóri, tá ið vit fingu
orðið á hann beint áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Hann góðtekur tí ikki fram
ferðina og fer tí at klaga teir
tríggjar.
Hann sigur annars at
býráðsfrmaðurin hevur rætt
at fáa eykamál til viðgerðar,
bara býráðið samtykkir tað
og tað gjørdi býráðið í hes
um føri
– Ætlanin var ikki at
taka nakra ítøkiliga avgerð.
Ætlanin var bara at senda
eitt signal til løgtingið um,
hvat býráðið heldur og tað
gjørdu vit. Samstundis var
málið beint í teknisku nevnd
til víðari viðgerð.
Vit hava meiri um málið
mánadagin.
– Hetta er størsta
vanvirðing og størsta
svínarí, vit vita um
í býráðnum í Havn,
siga býráðslimir
Býráðsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er størsta vanvirðing,
eg havi verið úti fyri øll
míni 20 ár sum býráðslimur
í Havn.
So bersøgin er Jan Christ
iansen, býráðslimur um
býráðsfundin í Havn í gjár
kvøldið.
Ein annar býráðslimur,
Høgni Mikkelsen er minst
líka harður í sínum dómi.
– Hetta er størsta svínarí eg
nakrantíð havi verið úti fyri í
býráðnum, segði hann.
Býráðsfundurin í Havni
gjárkvøldið endaði í rætti
ligum roki og tá ið avtorn
aði, gjørdu teir tríggir býráðs
limir, Jan Christiansen,
Sjúrður Olsen og Høgni
Mikkelsen, bart, og rýmdu
av fundinum.
– Eg veit, at tað er skeivt
at rýma av fundi, men vit
føldu okkum so niðurgjørdar
og traðkaðar á, at vit høvdu
onki væl, sigur býráðsliurin,
Jan Christiansen, sum eisini
hevur verið borgarstjóri í
Havn
Hann vísir á, at eftir fund
arskipanini hjá Tórshavnar
Býráð skulu býráðslimir
hava skránna fyri ein býráðs
fund minst fýra dagar fyri
fundin.
– Tað fingu vit eisini hesu
ferð. Men eftir døgverða í
gjár, fýra, fimm tímar áðrenn
fundurin skuldi vera, fekk eg
eini sms boð á fartelefonina,
sum stutt og greitt segði:
Eykamál - Ytri ringvegur.
– Aðrir býráðslimir lósu
boðini so við og við seinna
partin, men onkur sá tey
ongantíð.
Jan Christiansen helt, at
hetta var løgið, men hann
helt, at talan mundi vera um
okkurt smámál.
Men so mikið stórur var
skelkurin, tá ið hann kom á
býráðsfund og fekk at vita,
at tað snúði seg um eitt
stórmál, sum snýr seg um
tíggjutals milliónir krónur.
– Og tað fáa vit eini sms
boð um at viðgerða á býráðs
fundi nakrar fáar tímar undan
fundinum.
Ikki verið úti
fyri slíkum
Jan Christiansen sigur, at van
liga plaga ongir áhoyrarar at
vera á býráðsfundi.
Tí stúrsaði hann við at
síggja heili 14 fólk sita á
áhoyraraplássunum á hesum
býráðsfundinum.
– Upp aftur meiri merkilig
ari føldi eg meg, tá ið eg eisini
ansaði eftir, at øll 14 fólkini
búðu við Villingadalsvegin.
Men tá ið býráðsfundurin
varð settur, fall fimmoyrað.
Tá ið skráin varð løgd
fram, nevndist hetta eyka
málið ikki longur Ytri
Ringvegur. Nú nevndist tað
knappliga: Atkomuvegur til
Havnar.
– Hetta er eitt mál, sum
snýr seg um at gera ein veg
inn í Havnina, sum kann
taka ímóti allari ferðsluni,
sum er og sum væntast at
koma. Tosað hevur verið
um at gera ein ringveg frá
Oyggjarvegnum,
undir
Krákugjógv framvið trað
unum við Villingardalsveg
in.
– Hetta er eitt mál, sum
kanska kostar einar 70
milliónir krónur, men hetta
er bara eitt leyst skot.
– Hetta sigur mær so mikið
sum tað, at hesi 14 fólkini á
Villingadalsvegnum, sum
hava beinleiðis áhugað í máli
num, hava fingið fundarboð
til Tórshavnar býráð áðrenn
nógvir býráðslimir og tey
hava eisini fingið at vita,
hvat málið snýr seg um.
– Sostatt hava vanligir borg
arar fingið kunning um eitt
mál, áðrenn vit býráðslimir,
sum skulu viðgerða tað,
vita, hvat tað snýr seg um
yvirhøvur og tað er so langt
úti, at eg havi ikki verið úti
fyri slíkum áður.
Samstundis var tað týði
ligt, at meirlutin í býráðnum
hevði viðgjørt málið væl og
virðiliga.
Hinvegin leggur Jan
Christiansen dent á, at hann
skilir sera væl, at íbúgvarnir
við Villingardalsvegin hava
størsta áhuga í málinum, tí
eftir ætlanini, sum er stungin
út í kortið um atkomuvegin
til Havnar, koma summi
av teimum at missa av trað
unum, tey eiga og hjá øðrum
kemur ætlaði vegurin at
ganga at kalla ígjøgnum
túnið.
– Men hetta snýr seg ikki
um, at vit ikki vilja viðgerða
málið um atkomuvegin til
Havnar av nýggjum fyri at
royna at bjarga traðunum.
Men tað er ikki hetta, sum
hetta snýr seg um. Tað,
sum hetta snýr seg um,
er framferðin hjá býráðs
meirlutanum ímóti einum
parti í býráðnum og eg skilji
rætt og slætt ikki, hvat hetta
skuldi til, tí málið hevur als
ikki skund. Hetta kundi tí
ikki skiljast øðrvísi enn at tað
var ein rein provokatión.
Ein onkisigandi svada
Jan Christiansen sigur, at
spurningurin um atkomu
vegin til Havnar, er eitt mál,
sum hevur verið til viðgerðar
í eini 20 ár, men at tað er
ongantíð loyst.
– Skjølini í hesum málum
fylla fleiri favnar.
Gamli borgarstjórin í
Havn sigur, at tá ið eitt mál
er á skrá til býráðsfund, eigur
ein frágreiðing at fylgja við,
saman við einum tilmæli.
– Ì hesum máli lá bara
ein lítil frágreiðing, men
hon kann ikki sigast at vera
objektiv. Hetta var ein svada,
sum var so litað, at tað er
skelkandi, at eitt slíkt skjal,
verður lagt fyri býráðið.
Jan Christiansen sigur,
at minnilutin í Býráðnum
vildi hava at vita, hví málið
so brádliga varð sett á skrá
sum eitt eykamál, tí hetta
kundi ikki sigast at hava
skund. Vit fingu heldur ikki
at vita, um vit skuldu taka
støðu til nakað, ella um vit
skuldu atkvøða um málið
ella ikki.
– Tað mugu tit bíða eftir,
til málið kemur fyri, var
svarið frá borgarstjóranum.
Allur minnilutin atkvøddi
tí ímóti, at málið kom til við
gerðar. Men allur meirilutin
atkvøddi fyri og so kom mál
ið fyri.
– Tað, sum fór fram, er
so mannminkandi fyri okk
um sum býráðslimir, at
vit gjørdu av at vit tríggir,
Høgni Mikkelsen, Sjúrður
Olsen og eg, boykottaðu
fundin og rýmdu, sigur Jan
Christiansen.
Rokfundur í býráðnum í Havn:
Býráðslimir rýmdu
Heðin Mortensen klagar
býráðslimir í Havn
Noyðast at klaga
fyri landsstýrinum
At borgarstjórin ger so stóran
mun á meirilutanum og
minnilutanum í býráðnum
fær meg at spyrja um hann
yvirhøvur er skikkaður til
starvið, sigur Jan Christiansen
Høgni Mikkelsen var ikki blíður á býráðsfundi í Havn í gjar og tað sæst á honum. hetta er størsta
svínarí, eg havi verið úti fyri, segði hann