fríggjadagur 16. desember 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 242 - 16. desember 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Morgnar
Eg sum morgnarnir vitja
við sjógvi og oyggjum og lofti
eri um nøkur ár
ella fyrr
ikki til
Eri sum óføddur
eri sum ógitin.
Eg havi kent fólk
sum høvdu dýrar morgnar
við lívsins fylling og virði
fólk sum gingu við deyðanum í hondunum
og sum vistu tað
Vart tú førur at veita øðrum morgnar
sum minnast?
Chr. Matras
Góða Mia
Ongantíð verður tú sum ófødd fyri okkum starvs
felagar í heilsufrøðiskipanini. Tú komst til okkara sum
nýútbúgvin heilsufrøðingur summarið 2001, og arbeiddi
til tú fórt frá til barnsburð á vári í 2002. Hvørki tú ella
vit vistu tá, at tað bert var ein stokkut tíð, tú hevði eftir
her. At tín tíð kom, ikki um nøkur ár, men fyrr, sum
yrkjarin sigur. Tú gleddi teg til triðja barnið, og vit
gleddust við tær.
Góða Mia
Tú hevði dýrar morgnar við til okkara. Tú skapti lív
og gleði har tú komst. Sjálvt um tíðin bleiv stutt, so
setti tú tær varðar. Eisini brúkarar okkara minnast teg.
Tá vit hoyra: “Mia var her”, so er tað altíð við virðing
og takksemi, tað verður sagt. Eins og brúkararnir, so
minnast vit teg við takksemi, vit minnast tín opna favn,
tá tú segði: “kom, læt meg geva tær eitt klemm”.
Góða Mia
Eisini tá tú gekk við deyðanum í hondunum, livdi tú.
Sjálvt um tað var svárt at fara frá arbeiðinum, so valdi
tú tíni kæru. Tey skuldu eiga síðstu tíð tína. Vit minnast
seinasta dagin, tú vitjaði á skrivstovuni, hvussu ringt tað
var hjá tær at siga farvæl. Hetta var títt ynskistarv. Men
nú hevði familjan størri týdning. Sjálvt tá megnaði tú at
rætta út eftir hjálp: “kom, gev mær eitt klemm”.
Góða Mia
Tú vart eitt av menniskjunum, yrkjarin skrivar um. Tú
gavst ikki bara okkum dýrar morgnar at minnast. Vit vita
at døturnar, maðurin og familjan annars, hava góð minni
um teg. Men vit vita eisini, at tá vit tosa um mammu,
konu, dóttir og systir, vin og starvsfelaga er ikki altíð
nóg mikið við minnum. Tað vilja koma tíðir, har vit
ynskja: “gævi tú var her hjá okkum.”
Nú ert tú hjá tí Jesuspápa, tú vendi tær til her. Og er tað
til hansara, vit nú kunnu venda okkum, og soleiðis eisini
í ár, ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól.
Góða Mia
Nú er tað upp til okkara, at geva øðrum morgnar verdar
at minnast. Tú gjørdi tað tú kundi sum fyrimynd.
Við djúpastu samkenslu við tykkum, Báru, Herborg,
Svannu og Hjartvardi, foreldrum og syskjum, lýsa vit
frið yvir okkara góða starvsfelaga Miu Kjærbæk.
Starvsfólkið í Heilsufrøðiskipanini
Miu Kjærbæk úr Vestmanna
til minnis
f. 30. apríl 1969 - d. 26. september 2005
Brúdleyp
Í morgin 17. desember kl. 13.00 giftast í Betesda í
Klaksvík Eydna Ljósheim, Tórshavn og Johnleiv
Thomsen, Klaksvík. Aftaná vígsluna frá kl. 14.00 til
kl. 18.00 verður opið hús í kjallaranum í Betesda. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Í morgin 17. desember giftast Frida Sigmunds-dótt-ir
og Eddie H. Joensen, Kollafjørður. Vígslan verður í
Adventistakirkjuni kl. 13.00. Opið hús verður í Bygdar
húsinum í Kolla-firði frá kl. 18.00. Tey, ið vilja gleða
okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á
tlf. 421025, 506668 ella 580461 áðrenn 4. desember.
Í morgin 17. desember kl. 12.00 giftast í Nes kirkju Dorith
Æðustein Poulsen, Havn og Niclas Allan Danielsen,
Toftir, eru búsitandi í Rituvík. Veitslan verður hildin á
Svangaskarði kl. 18.30. Tey, ið vilja gleða okkum við at
koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 449074
ella 749074 áðrenn 8. desember.
Sunnumorgunin 18. desember kl. 9.00 giftast í presta
garðinum í Lamba, Eyðdis Nielsen úr Saltangará og
Eyðun Niclasen frá Gøtugjógv. Reseptión við kaffi og
køkum, verður í Sjókaféini í Runavík millum kl. 15.00
og 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 6. desember høvdu Jónfríð og Alvi Hjelm,
Vágur, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima
17. desember millum kl. 12.00-18.00.
Týsdagin 13. desember høvdu hjúnini Áshild og Petur
Henry Kristiansen, Fuglafjørður, silvurbrúdleyp. Dag
urin verður hildin fyri innbodnum leygardagin 17.
desember kl. 18.00 í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 18. desember hava hjúnini Jolina og Torleif
Bech, Porkeri, gullbrúdleyp. Tey, ið ynskja at heilsa
uppá gullbrúðarparið, eru hjartaliga vælkomin í heimið
millum kl. 13.00 og 18.00.
Sunnudagin 18. desember hava hjúnini Sonja og Poul
Julius Michaelsen, Kunoy, gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin hjá soninum Jógvan Suna frá kl. 16.00-20.00. Øll
eru hjartraliga vælkomin.
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu,
tá kæri maður mín
Eyðfinn Tummasarson Jakobsen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt
stuðlaðu og vístu mær samkenslu við uppringing
og vitjaðu inn á gólvið.
Tøkk til tykkum, sum lótu peningagávu til Láargarð
og blómur og krans.
Ein hjartans tøkk til tykkum á Láargarði,
sum vóru um hann, ta stuttu tíð, hann var har.
Tøkk fyri hjálpina til ervið.
Tøkk til berarar, sangarar og talarar.
Eina hjartans tøkk og gleðilig jól.
Sonja
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt mintust meg á 85 ára degnum tann 30. mai
2005.
Blíðar heilsanir
Sigurd Joensen
Somuleiðis ynskja vit familju, vinum og kenningum
eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað
nýggjár.
Blíðar heilsanir
Aðalbjørg og Sigurd Joensen, Oyndarfjørður
Dagurin
17. desember. Albina, deyð umleið ár 250. Ung kvinna,
sum varð tikin av døgum, tá ið Decius keisari ráddi.
18. desember. Gratianus, deyður umleið ár 300.
Biskupur í Tours í Fraklandi. Varð tikin av døgum, tá
ið Diocletianus ráddi.
19. desember. Nemesius, deyður umleið ár 250. Um
halga mannin Nemesius sigur halgisøgan, at hann
einaferð varð lagdur undir stuldur. Men tá ið hann kundi
prógva, at hann var ósekur, varð hann ákærdur fyri at
vera kristin og tikin av døgum.