fríggjadagur 16. desember 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2005
17
Stanley
Samuelsen
og “kúll
arnir” vóru
eminentir
í Miðla
húsinum
Fitt av fólkið var komið
saman at hoyra Stanley
Samuelsen, saman við
vinmonnum framføra
í miðlahúsinum miku
kvøldið. Sjálvur hevði
eg eisini leita mær oman
fyri at hoyra hendan eina
standandi guitarspælari og
trobadour framføra, og var
vitjanin í Miðlahúsinum
tað verd.
Vit sum møttu har
fingu eina tónleikarliga
uppliving í serklassa.
Hóast “publikummið”
var nakað tamt í byrjanini
- sum føroyingar vanliga
eru - so gekk ikki long
tíð, til Stanley og hansara
“kúllar” høvdu bergtikið
okkum øll.
Tann sera góða song
rødd in, góða guitarspæli
saman við trummum og
góðum bassspælið fylti
hvønn krók og okkum
við.
Ein merkti og hoyrdi at
Stanley livir og brennir
fyri tónleikinum, og fram
førslan var full av følils
um fyri Føroyum, náttur
uni, til lívinum.
Sangir sum:
Sólin ber við fulgasong
Kærleikur til móðurjørð,
Fyld mine Sejl
Morgendagens Lys
Horvin Kvøldmynd
Saman við fleiri av hans
ara songperlum frá fyrru
útgávum hansara, gjørdi
framførsluna til ein góða
uppliving fyri okkum sum
lýdd u á.
Tykkum, sum ikki vóru
og lýdd u á, vil eg mæla
til at keypa fløguna Sól
og regn, - hon er verd at
keypa.
Stanley segði einafer at
Beatles er eisini mentan.
Eg vil venda hansara egnu
orðum til hann sjálvan, -
Stanley er mentan tað er
vist.
At enda vil eg hervið
siga Stanley og “Kúllun
um” takk fyri eina góða
framførslu og blíður byrð
ur ynskist tykkum.
Heilsan
Johan Dahl
Mikukvøldið
var konsert við
Stanley Samuelsen í
Miðlahúsinum. Eini
50 fólk høvdu leita
sær oman hagar at
hoyra ein inniligan
Stanley upptraðka.
Og tey sum vóru har,
fóru sannførd til hús
– sannførd um at
Stanley Samuelsen er
fólkaogn
Konsertumæli
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Fjøldin og maðurin
Mikukvøldið høvdu før
oyingar ein sjáldsaman
møguleika at hoyra Stanley
Samuelsen
upptraðka
við sínum vakra tónleiki.
Stanley hevur fyri stuttum
útgivið fløguna “Sól og
Regn”, og tað er ein liður í
hesari verkætlan, at útisetin
var komin hendan vegin at
marknaðarføra tónleikin.
Tá ið klokkan nærkaðist
20 sást tað, at Stanley er
væl dámdur millum manna.
Tá var longu so gott sum
fulsett í Miðlahúsinum niðri
í Vágbotni, og spenningur
var í luftini. Vit sótu og
bíðaðu í einar 10 minuttir,
áðrenn Stanley og hansara
tónleikarar komu oman trapp
urnar, og lótu seg umsveipa
av eini stórari klappsalvu.
Og har setti hesin súmpat
iski maðurin seg framman
fyri eini fjøld sum veriliga
var glað fyri at síggja hann
heima á klettunum. Hann
tók gittaran í hond, og
greidd i okkum frá, at hann
enn ikki var komin heilt
fyri seg eftir eina nokkso
buldrasliga lending. Stanley
er rædd ur fyri at flúgva, og
hann fortaldi at hvørja ferð
hann skal á flog, er hann vís
ur í at flúgvarin fer at detta
niður. Lukkutíð er flúgvarin
ikki dottin enn. Hetta dámdu
áhoyrarinum sera væl. Tað er
altíð deiligt at læra persónin
betur at kenna áðrenn eina
konsert. Og so byrjaði kon
sertin.
Klassi, klassi, klaasi
Tað gjørdist skjótt greitt,
at Føroyar fylla nógv í ger
andisdegnum hjá Stanley.
Hann sang okkum nógv løg ið
heiðra landið. Stanley legði
út við lagnum “Kærleikur til
føsturjørð”, sum er eitt væl
svingandi kontri lag. Eg havi
ongantíð hugsa um Stanley
sum nakað annað enn ein
frálíkur sangari. Ikki tí at
hann meistrar sangteknikkin
til fulnar, men heldur tí at
hansara sangframførðsla
altíð tykist at koma beint
úr hjartanum. Men undir
konsertini fekk eina heilt
aðra fatan av Stanley sum
tónleikara. Hann er eitt heil
stoypt konsept. Hann skrivar
vakran tónleik, hann syngur
væl, men tað sum hann ger
allarbest er at spæla gittar.
Hansara gittarspæl er onki
minnið enn fantastiskt. Hann
hevði ein bassleikara og ein
trummuleikara við sær. Tað,
at tónleikurin skuldi verða
framførdur av eini trio, plag
ar at vera ein ábending um,
at konsertin verður friðarlig
og undirspæld. Men so var
ikki! Stanley og hanasra
gittari fylti høli sum eitt
heilt orkestur, og hetta lyfti
konsertina frá at vera góð,
til at vera framúr góð. Hann
spældi undir, hann spældi
soloir og hann lá alla tíð
væl. Snøgt sagt, framúr gott
gittarspæl.
Sigast skal tó um bassleik
aran og trummuleikaran, at
teir vístu sanniliga eisini
dygdir. Á trummum og
slagverki var Gert Smede
gaard, og handan bassin sat
Knud Henriksen.Teir báðir
svingaðu sera væl og spældu
eftir tí klóka prinsippinum
“Less is More”! Hetta er ein
góð læra at hava, men hon
er sanniliga ring at meistra.
At spæla so lítið sum gjør
ligt er í verileikanum nógv
torførari enn at bara herja
á ljóðførini, tí at tá verður
hvør einasti tóni sera við
brekin. Men teir vóru so
mikið dugnaligir, at her var
ongin slingur í valsinum.
Sjálvt tá ið bassleikarin og
trummuleikarin fóru heilt
upp at svinga, so hildu teir
seg allatíð frá at spæla so
mikið nógv, at fokus gleið
burtur frá rødd ini og tekst
unum hjá Stanley.
Fangandi løg
Sum áður nevnt, so var kon
sertin hildin í Miðlahúsinum
í Vágsbotni í Havn. Hetta er
eitt gott hús til mentanarlig
tiltøk. Hølini eru ikki so
stór, og sostatt varðveitur
tú allatíð ein ávísan intimi
tet. Hóast hølini ikki er
upprunaliga bygd til enda
málið, so er eisini ein góður
akustikkur inni har. Tey til
tøkið har verða hildin eiga
tó ongantíð at gerast ov
stór, tí at eg rokni við, at
akustikkurin og tann intima
kenslan fellur burt um ljóðið
er ov hart og fólki stendur
sum sild í tunnu.
Eisini stóð the og kaffi á
einum borði, og hetta var
eisini við til at gera konsert
ina enn meiri hugnaliga.
Løgini hjá Stanley eru
melodiøs og fangandi. Tá
ið hann fer í holt við annað
niðurlagið í einum sangi, ert
tú longu før/ur fyri at nynna
við tónleikinum. Hetta ger
eisini tónleikin lættan at lurta
eftir, tí at tað allatíð kennist
sum um tú og Stanley eru á
bylgjulongd.
Eitt av hædd arpunktunum
á konsertini var, tá ið Stanley
spældi fagra lagið “Tað var
ein fagran summardag”.
Tá fekk hann okkum øll at
murra við sær móti endanum,
og hetta gav konsertini
eina vakra dimensión. (Eg
siti faktiskt og murri lagið
enn..)
Postludium
Sjálvandi mátti konsertin
enda við nýklasssikarinum
“Um eg kundi kvøði”. Nú
kókaðu allar kenslur, tí
um ein vil tað ella ei, so er
hetta eitt tað vakrasta lagið
á føroyskum. Fjøldin livdi
við lagnum, og tað var ein
rørdur Stanley sum var
klappaður uppaftur eftir lag
ið. Allarseinasta lagið sum
Stanley-Trio spældi, var
“Nowhere man” hjá Liver
pool bólkinum mikla.
Tá ið eg trein út aftur í
vetrarkuldan, kundi eg ikki
lata vera við at sansa landið
eitt sindur meiri enn eg
plagi. Meðan vøkru løgini
hjá Stanley enn rungaðu í
høvdinum, fór eg trallandi
heimeftir.
Stanley er fólkaogn
Hóast útiseti, so er lítil ivi um, at Stanley Samuelsen er vorðin sonn fólkaogn hjá føroyingum
Saman við kúllunum bergtók Stanley fólkið. Løgini fangaðu, tónleikurin
fangaði, og einamest fangaði huglagið, sum teir saman megna at geva