fríggjadagur 16. desember 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 242 - 16. desember 2005
Hvar Trølla-Pætur og omman
búgva, munnu flestu børn í
Norðoyggjum - og ivaleyst
fleiri onnur við - vita. Tey
munnu eisini vera mong,
sum hava hugt at eyðkenda
fjósinum úti í Geil, sum er
nýtt í filmunum um trøllini.
Men higartil hevur sum so
ikki verið tað stóra at sæð
hesum viðvíkjandi. Í øllum
førum ikki, um ætlanin var
at hyggja innar at síggja,
hvussu tey bæði trøllini
búleikast.
Nú skal tó vend koma í.
Toymið handan Trølla-Pæt
ur hevur í eina tíð arbeitt
við ætlanum um at gera
fjósið í stand, og higartil
hevur vælvildin mótvegis
ætlanunum verið stór.
- Vit hava tosað við Býráðið
og Norðoyar Sparikassa, og
frá báðum hava vit fingið at
vita, at tey stuðla ætlanini
100%, sigur Niclas Heri
Jákupsson.
Hann vísir tó á, at enn er
ikki leyst og liðugt kortini.
- Vit mugu so eisini tosa
við bóndan, sum varðar av
økinum við fjósið. Og ikki
minst, so mugu vit eisini
finna eina loysn saman við
Landsverkið. Verður ætlanin
veruleiki, so verður jú talan
um eitt stað, har nógv børn
kunnu væntast at forvitnast,
og so er tað óheppið, um
nýggi ringvegurin liggur alt
ov tætt at fjósinum, sigur
Niclas Heri, sum tó tykist
grammur eftir at sleppa
ígongd.
- Vit hava so sett okkum sum
mál, at húsini skulu standa
liðug, tá Norðoyatunnilin
letur upp. Altso 1. mai. Og
so er jú upplagt, at húsini
verða pyntað eyka nógv, tá
høvi býðst. Eitt nú vit at
gera tey til jólahús, tá tann
tíðin aftur nærkast, sigur
hann at enda.
Fjósið verður ikki til jólahús í ár.
Men gongst eftir vild, so verða
Trølla-húsini í Geil heilt skjótt
riggað til, soleiðis at vitjandi kunnu
síggja, hvussu Omman og Trølla
Pætur búleikast
Trølla-húsini sum jólahús
Frímerkjadeildin - www.stamps.fo - filateli@postur.fo
Gávuhugskot á posthúsinum
Serprent: 300,- kr. fyri hvørt
...alt ber til
Bosch
PSR300Li
Skrúvumaskina 7,2 volt
798,00