mánadagur 19. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 243 - 19. desember 2005
Vandamiklarstøður
standast øgiliga ofta av
at børn og vaksin ganga
í myrkum klæðum og
uttan endurskin úti á
vegunum
Ferðslutrygd
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ráðið fyri Ferðslutrygd fær
nógvar fráboðanir frá bil
førarum um, at børn ganga úti
uttan endurskin og í myrkum
klæðum. Hetta hevur nógvar
vandamiklar støður við sær,
sigur Rúna Sivertsen formaður
við Sosialin og heitir á foreldur
um at tryggja sær, at børnini
hava endurskin og eru í ljósum
klæðum.
Aftur leygarmorgun var
eitt barn tætt við at koma
undir ein bil. Barnið var á
sletu á alfaravegi, og var í
myrkum klæðum og hevði
einki endurskin, sigur Rúna,
ið júst hevur tosað við
skelkaða bilføraran.
Rúna vísur á, at nógvar
kavadraktir í hesum døgum
eru myrkar, og hetta er øgi
liga óheppið. Tí er alneyðugt
at foreldrini tryggja sær, at
børnini hava endurskin. Tað
er ikki nógmikið við endur
skin á stúvlunum, hesi síggj
ast ikki í kava ella tá børnini
skreiða. Tí er neyðugt við end
urskinum um armar, á ryggi og
aðrastaðni, jú, fleiri ju betri.
Tað er heilt ómøguligt hjá
bilførum at síggja myrku
børnini, og tey eru beinleiðis í
lívsvanda, sum nú er. Eisini av
løgreglustøðini í Havn siga tey
seg kenna til trupulleikan, men
siga, at tað í líka stóran mun er
ein trupulleiki, at vaksin ganga í
myrkum klæðum. Tá løgreglan
koyrir runt í býnum, síggja tey
í nógvum førum vaksin ganga
úti í myrkum klæðum, eisini
saman við børnum. Tey vaksnu
eru fyrimyndirnar, og noyðast
at vísa í gerum hvat góður
ferðslusiður er. Um tey vaksnu
ikki vilja nýta endurskin,
kunnu tey heldur ikki vænta,
at børnini gera tað.
Hesin blaðmaðurin kann
bara leggja afturat, at hann var
um at koyra á ein tingmann,
tá hann bakkaði Snar út
av parkeringsplássinum í
seinnapartsregninum í gjár.
Hesin var í svørtum klæðum
og hevði einki endurskin.
Joachim heldur jól
uttan Felix og Nikolaj
Danska kongahúsið heldur sum vænt jól í Århus. Mar
gretha drottning og Heindrikur prinsur halda altíð jól á
Marselisborg Slot í Århus, men í ár vera Felix og Nikolaj
ikki saman við ommuni og abbanum og pápa sínum
Joachim. Teir halda sambært tv2.dk jól saman við mammu
síni Alexandru.
Men kongshúsið verður ikki barnleyst á jólum, tí lítil
prinsurin hjá Fríðriki og Mary heldur saman við mammu
og pápa sínum jól við restini av kongshúsinum.
nud
Børn eru í lívsvanda á
føroysku vegunum
Størsti dansibólkurin í løt
uni Showmenn og størsti
dansibólkurin í 80’unum
Frændur, fara 2. jólakvøld
á pall í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði at spæla til ársins
jóladans. Hetta verður
eitt brak av einum dansi.
Showmenn hava í fleiri
ár spælt til jólaborðhaldini
á Hotel Føroyum, og eru
vorðnir sjálv ímyndin av
jóladansi. Frændur eru uttan
iva tann mest fólkakæri tón
leikabólkurin í Føroyum,
ið hevur spælt fyri fullum
hølum í 80’unum, 90’unum
og í 0’unum. Eingin ivi
er um, at gravgangurin
eftir
atgongumerkjum
verður stórur, tí eru, hó
ast talan er um dans, at
gongumerkið sett í forsølu.
Atgongumerkir
fáast
í forsølu hjá Haraldsen í
Fuglafirði, Shell í Gøtudali,
Kiosk Vár í Runavík
og Kunningarstovuni í
Havn. Bussar koyra av
Strondum, Toftum, Sunda
lagnum, Eiði og Havn.
nud
Showmenn og Frændur
á sama pall