mánadagur 19. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 243 - 19. desember 2005
Fyri fýra árum síðani
fekk Tórshavnar
Býráð tilboð um at
keypa Degnshús av
táverandi eigara,
Brandur í Dali, sum
seinni seldi Petur
Olsen húsini fyri
1,8 millión krónur.
Hóast býráðið fekk
skrivligt tilboð um at
keypa húsini, hoyrdi
táverandi eigari einki
aftur
Degnshús
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Áðrenn Brandur í Dali í
2001 seldi Peturi Olsen
húsini, bjóðaði hann øllum
almennum stovnum at keypa
húsini. Millum teirra, sum
fekk tilboðið um at keypa
húsini, var Tórshavnar Býráð
og Jan Christiansen, táverandi
borgarstjóri.
Eingin lat við
seg koma
- Eg sendi eitt fax út til allar
almennar stovnar í høvuðsstað
num, har eg bjóðaði teimum at
keypa húsini. Eg nevndi ongan
prís, men tá ið eg nú seldi Petur
Olsen tey fyri 1,8 millión, so
hevði tað eisini borið til hjá
Tòrshavnar Býráð at keypt tey
fyri somu upphædd tá, sigur
Brandur í Dali.
Hann sigur, at ongin av
almennu stovnunum, heldur
ikki Tórshavnar Býráð, sum
fekk tilboð um at keypa
húsini, lat við seg koma, og
tí vóru húsini seld privat.
Petur Olsen keypti síðani
húsini fyri 1,8 millión krón
ur, og í farnu viku keypti
Tórshavnar Býráð so húsini
fyri 5 milliónir. Tað vil siga,
at um býráðið hevði keypt
Degnshús frá Brandi í Dali
í 2001 fyri 1,8 millión, so
vóru fleiri enn tríggjar milli
ónir spardar. Men býráðið
lat ikki við seg koma í 2001,
og ístaðin vóru húsini keypt
fýra ár seinni fyri fimm milli
ónir krónur.
Fingu
bjóðað
Degnshús
væl bíligari
Borgarstjórin í Havn,
Heðin Mortensen,
skilur ikki, at Jan
Christiansen, fyrr
verandi borgarstjóri,
leikar so nógv í um
keypið av Degnshúsi,
tá ið hann sjálvur
hevði møguleikan
at keypa húsini væl
bíligari fyri nøkrum
árum síðani, men tók
ikki av
Degnshús
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá ið Sosialurin mána
morgunin greiddi Heðin
Mortensen, borgarstjóra,
frá, at fyrrverandi eigari av
Degnshusi í 2001 bjóðaði
Tórshavnar Kommunu og
táverandi
borgarstjóra,
Jan Christiansen, at keypa
Degnshús, uttan at býráðið
lat við seg koma, kom
hetta ikki óvart á Heðin
Mortensen.
Sama søga
- Eg skilji ikki, at Jan
Christiansen leikar so nógv
í nú, tá ið hann sjálvur hevði
møguleikan at keypa húsini
væl bíligari fyri nøkrum
árum síðani. Fyri mær tykist
tað sum um, at onkur hevur
sovið í tímanum, sigur Heðin
Mortensen.
Borgarstjorin sigur, at hetta
mál er enn eitt dømi um, at
núverandi samgonga skal
taka upp eftir undanfarnu.
- Hetta er sama søga
umaftur. Vit, sum nú sita við
róðrið, noyðast at taka upp
í suppuni eftir undanfarnu
samgongu, sigur Heðin
Mortensen.
Fyrrverandi borgar
stjórin í Havn, Jan
Christiansen, sum
sat við róðrið, tá
ið býráðið fekk til
boð um at keypa
Degnshús í 2001,
sigur seg einki
minnast til tilboðið
um at keypa húsini
Degnshús
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá Tórshavnar Kommuna
í 2001 fekk tilboð um
at keypa Degnshús frá
Brandi í Dal, var tilboðið
sent til Jan Christiansen,
táverandi borgarstjóra.
Jan Christiansen, sum
nú situr í minnilutanum í
Tórshavnar Býráð, sigur
seg einki minnist til skrivið
frá Brandi í Dali.
- Hatta skriv, sum tú
nevnir har, minnist eg
einki til, og eg veit meg
ikki hava sæð tað. Um eg
hevði sæð tað, so hevði
eg ivaleyst tikið tað upp í
samgonguni ella beint tað
í nevnd til viðgerðar, sigur
Jan Christiansen.
Ikki býráðsuppgáva
at keypa miðbýin
Tó heldur Jan Chrisitiansen,
at tað neyvan hevði broytt
so nógv, um hann hevði
sæð tað, tí tað hevði neyvan
havt við sær, at býráðið
hevði keypt húsini, sigur
hann.
- Hugburðurin hjá fyrr
verandi samgongu var
tann, at tað ikki var ein
býráðsuppgáva at keypa
ognir í miðbýnum, og tí
høvdu vit neyvan gjørt
nakað við málið, sigur Jan
Christiansen.
Sjálvur
heldur
Jan
Christiansen, at skrivið frá
Brandi í Dali við tilboðnum
um at keypa Degnshús í
2001 kann verða endað
í byggideildini, s um
ikki hevur mett tað verið
áhugavert at farið víðari
við málinum.
Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri:
- Tað minnist
eg einki til
Jan Christiansen, sum var borgarstjóri í Havn í 2001, tá ið
býráðið fekk tilboð frá táverandi eigara av Degnshúsi um at
keypa ognina fyri væl minni, enn býráðið nú hevur keypt tey
fyri. Hann sigur seg einki minnast til tilboðið um Degnshús.
savnsmynd
Heðin Mortensen, borgarstjóri:
- Onkur hevur sovið í tímanum
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur seg ikki skilja, at Jan Christiansen, fyrrverandi
borgarstjóri, leikar soleiðis í, nú býráðið hevur keypt Degnshús fyri fimm milliónir, tá ið hann
sjálvur kundi havt tryggjað býráðnum ognina væl bíligari fyri fýra árum síðani.
Mynd: Jens Kr. Vang
Fyri viku síðani keypti Tórshavnar Býráð Degnshús fyri fimm milliónir krónur. Fyri fýra árum síðani fekk býráðið bjóða at
keypa húsini, men lat ikki við seg koma. Stutt eftir blivu húsini seld fyri 1,8 millión, sum helst eisini hevði verið keypsprísurin hjá
Tórshavnar Býráð, um teir tóku av tilboðnum í 2001
savnsmynd