mánadagur 19. desember 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 243 - 19. desember 2005
Hanus Kamban
Sum Tolkien-lesarar minnast, fóru
níggju lagsbrøður eftir ráðstevnuna
hjá Álvrádna úr Klivdali eystureftir
við tí endamáli at beina fyri Ring
inum Eina. Í Moriafjøllum fall
Gandálvur Grái í bardaga við
balroggin niður í dýpið, og stutt
frá Raurosfossunum læt Boromir,
sonur jallin í Gondor, seg tøla av
ringsins mátti og varð nakað seinni
dripin av tussum. Samstundis
syndraðist ferðaliðið í tríggjar
partar. Pippingur og Káti komu
inn í skógin Fangorn, har teir
hittu entarnar, Legolas, Aragorn og
Gimli fóru (saman við Gandálvi,
sum nú var risin upp frá deyðum,
at kalla, vísari og hvítari enn fyrr)
til Róhan, og Fróði og Sam hildu
einsamallir leiðina móti Mordor.
Í øðrum parti var ein av Miðgarðs
miklu leikarum, tann sniðfundigi,
men stuttskygdi Saruman, fyri
falli, ikki minst takkað veri træ
fólksins vreiði. Samstundis komu
Fróði og Sam, við Golla sum veg
vísara, at markinum inn í Saurons
ríki. Men við Kirith Ungol sveik
Golli, øgiligur var bardagin við
kvenneiturkoppin Shelob, og
tað er ikki ov nógv sagt, at Sam
her bjargaði lívinum á meistara
sínum.
Jallurin í Gondor
Í triðja parti ganga lagsbrøðurnir
framvegis í trimum bólkum, sum
tó nú eru nakað øðrvísi skipaðir.
Saman við Gandálvi og Pippingi
kemur lesarin til tað forna og ment
aða landið Gondor. Valdsharri her
er tann gamli og klóki Dúntóri, men
Gondors hásæti er mannleyst, tí
Dúntóri er bara uppsitari ella jallur
fyri ta kongsætt, sum misti valdið,
tá Ísildur á sinni fall. Hugtakandi
er at lesa um høvuðsstaðin Minas
Tirith, býin við teimum sjey kring
unum.
Samstundis er tað hent í Róhan,
at Tjóðheðin kongur, ernaður upp,
nú Ormstunga er burturrikin, hev
ur gjørt av at fara í bardaga og
koma Gondor til hjálpar. Tað er
nú, Aragorn ger av at leita upp
Gøtur teirra Deyðu, Legolas fer við
honum og Gimli við, hesin seinasti
ikki álvuligur, tí henda ferð kann
fáa enntá kaldasta dvørgablóð at
stirðna. Eina tíð er líkt til, at hvørki
Káti ella Ívun, tann vakra og ólukku
liga (komandi) valkyrjan, sleppa at
royna seg í bardaga. Her verður
tí brúk fyri kvinnusnildum, sum
øll, ið hava sæð filmarnar hjá Peter
Jackson, hava ansað eftir.
Grøðihúsini
Tað kundi meira enn so borið á, at
høvundur at so miklum verki sum
hesum misti andan til seinast. Hjá
Tolkien tykist tað øvugta at vera
hent. Tann triðja bókin snýr seg
einamest um ta endaligu orrustuna
millum Sauron øðrumegin og ta
góðu samgonguna, við Gondor og
Róhan sum høvuðslondum, hinu
megin. Vit lesa um, hvussu Gondur
verður kringsett, um bardagan á
Pelennors fløtum, har Káti og
Ívunn vinna sær ómissiligan heið
ur, og um hvussu Aragorn, púra
óvæntað, kemur sunnanífrá eftir
Anduin-ánni við einum heri so
ræðuligum, at sjálvt tussar og
ringhamir nøtra við. Minniligt
er kapitlið um grøðihúsini, har
Aragorn vísir seg at hava serligar
gávur og so líðandi rísur úr sínum
gerandishami og vísir seg í síni
sonnu dýrd. Frásøgnin um athelas-
bløðini og teirra lekjandi árin hevur
yvir sær ein næstan platonskan
dám:
So tók hann tvey bløð, legði tey
á hendur sínar, andaði á tey og
knústi tey, og beinanvegin varð
rúmið fylt við einum livandi frísk
leika, sum vaknaði luftin sjálv og
titraði av gleði. Og so kastaði
hann bløðini í skálirnar við kók
andi vatni, sum vórðu bornar hon
um, og beinanvegin kendu øll seg
lættari um hjartað. Tí tann angi,
sum rein við øll, var sum eitt
minni um døggfrískar morgnar við
skuggaleysari sól í onkrum landi,
sum sjálvt tann fagri heimurin á
vári bara var eitt stokkut minni
um.
Andans vígvøllur
Sum Tolkien-elskarar vita, fer bar
dagin móti Sauron fram á tveimum
heilt ymiskum hermótum. Annað
er tann ítøkiligi vígvøllurin, har
menn, álvar, dvørgar og hobbar
stríðast móti tussum, ódjórum
og ringhamum. Hitt hermótið er
hugans ella andans leikpallur. Tá
ið gjørt verður av at beina fyri
ringinum, er tað bæði tí, at hetta er
tann vísasti útvegurin, men eisini
tí, at hetta eru tey snildarráð, sum
fíggindin minst hevði væntað. Og
í síni frásøgn um ferðina hjá Fróða
og Sam niðan á dómadagsfjallið
flættar høvundurin saman lýsing
av landslagi, lýsing av tí nívandi
sálarneyðini hjá Fróða, lýsing av
tí óhjálpna Sam, sum her veksur
til hetju, og – ikki minst – lýsingar
av “trónuhimlinum” yvir Mordor
og tí apokalyptiska endabrestinum,
sum alt tilsamans ber av í hesum
verki.
Í fyrstuni var orðið
Hendingarnar í bókini eigur lesarin
á, og eingin grund er til at reksa
tær upp í einum ummæli. So eg
fari heldur at spyrja: Hví skrivaði
Tolkien hetta verkið? Og hvat
snýr verkið seg í grundini um?
Um tað fyrra er at siga, at sam
bært høvundinum sjálvum sprett
ur hansara skaldskapur úr mál
frøðini, rætt og slætt. Fyrst kom
orðið, Tolkien elskaði orðið, ikki
minst sum tað var evnað til av
finskum, fornenskum ella valisisk
um vørrum, og orðið, við ljómandi
sjálvljóðum og gátuført gandakend
um tvíljóðum, við farra av skógi
og feni, av feigum hetjum og lýs
andi skjaldmoyggjum, kveikti
søguna. Vit kunnu leggja aftrat,
at Tolkien harmaðist um, at bretar
einki tjóðkvæði áttu. Hann mátti
tí sjálvur yrkja teimum eitt, og
nú eiga teir (og allur heimurin)
Ringanna Harra, eins og finnar eiga
Kalevala, týskarar Grimms ævintýr
og føringar Sjúrðarkvæðini.
Fara vit til tann seinna spurningin,
so snýr henda skaldsøga seg um
óndskapin og um bardagan móti
hesum merkiliga og torgreidda
fyribrigdi. Gamalt var, at tú vann
á drekum ella óndum valdsharrum
við vápna- ella gandamegi. Í heimi
num í dag valdar tann hugsan, at
annaðhvørt tú verður taldur upp í
tey “óndu” ella tey “góðu”, ræður
um at hava tey sterkastu vápnini,
í dag eitt nú kjarnorkuvápn, teldu
stýrda Wohlstetter-tøkni, lív- ella
evnafrøðilig vápn. Tolkien hev
ur eina aðra hugsan um hetta,
tí gralsferðin hjá Fróða og lags
brøðrum hansara hevur nettupp
sum endamál at blaka tann sterkasta
miðilin, Ringin Eina, burtur.
Óndskaparins tómleiki
Undir hesi søgusnaring tykist
búgva tann ásannan, at tað ónda
ikki er nakað, sum heldur til uttan
fyri umráðið hjá teimum “góðu”,
men er rótfest, sum møguleiki, í
hvørjum mannahjarta. Ringurin er
ikki óndur, heldur ein rødd, sum
vekir til lívs tvíburarnar valdsgirnd
og óndskap, sum eru til, sum fræ,
allastaðni, har menniskju búgva.
Viðgerðin hjá Tolkien av hesum
evni er samansett, og her skal
bara verða nomið við eitt brigdi í
henni. Vissuliga umboðar Sauron
óndskapin sum virkna, skapandi
spillu, men nøkur av teimum,
sum velja at fylgja honum, eru
sjálv onkursvegna uttan innihald.
Lukkast tað onkuntíð at síggja
inn um hjálmin hjá einum av
ringhamunum, er einki andlit
innanfyri. Henda lýsingin av ónd
skaparins tómleika tykist hóska
væl til intellektuell, sum eru til
fals, ráksnúningar, tey ikki fáu
andsmennir í 20. øld, sum valdu at
sleppa øllum moralskum akkerum
og laga seg treytaleyst eftir valdsins
og dagsins ráðandi hugmynd. Tá
ið Saruman hin Hvíti, tann falni
vísmaðurin, á álvamáli nevndur
Kurunir, doyr, verður soleiðis sagt
frá:
Ræðsla kom á teir, sum hjástaddir
vóru, tí rundan um líkið av
Sarumani savnaði seg ein grá
toka; hon reis spakuliga høgt móti
himli sum roykur frá einum báli
og dagaði yvir Heygnum sum ein
bleikur skapningur sveiptur í eina
líkverju. Eina løtu flákraði hon
og vildi reka í ein vestan; men úr
vestri kom ein kaldur vindur, og
hon boygdi seg undan, og við einum
suffi loystist hon upp í einki.
Mervyn Peake
Ein kemur í hesum sambandi at
hugsa um tann enska rithøvundin
Mervyn Peake, sum eisini hevur
skrivað eina sveim-trilogi, bøkurnar
Titus Groan, Gormenghast og
Titus Alone. Í síni meistaraligu
søgu Boy in Darkness letur Peake
óndskaparins umboð at enda
loysast upp í einki eins og Saru
man. Kanska er tað hetta, Tom
Shippey hugsar um, tá hann nevnir
ta ortodoksu kristnu hugsanina um
hitt ónda sum verandi, sambært
Augustin (og Boethius), privatio
boni, góðskunnar frávera.
Men Tolkien er nettupp
ikki einfaldur, og tann øvugta
manikeiska fatanin, at óndskapur
er ein veruligur og virkin máttur, er
eisini væl og virðiliga umboðað í
Ringanna Harra. At henda hugsan
er røtt, tykist veruleikin at bera
vitnisburð um. Taka vit eini tvey
lond frá, er alt Afrika í dag undir
Saurons valdi. So mikil dugur er í
stríðnum fyri frælsi undan fremm
andum oki!
Tolkien og Jung
Tolkien varð ikki nógv umhildin,
tá hetta verk sá dagsins ljós fyrst
í fimtiárunum í farnu øld. Teir
bókmentafrøðingar, sum tá ráddu,
skiltu hann ikki, og ikki fyrr enn
Tom Shippey, sum fyrr er nevndur,
í 2000 gav út bókina J.R.R. Tolkien.
Author of the Century, fekk hann
sanna bókmentafrøðiliga upp
reisn. Í dag er lítil ivi um, at hann
lættliga, eins og eisini Astrid
Lindgren, kundi havt fingið nobel
virðislønina. Áhugavert er, at
sálarfrøðingar hava víst honum
stóran áhuga, eitt nú tann danska
Pia Skogemann, sum hevur tolkað
Ringanna Harra á jungianskan
hátt. Fyri henni er hetta skaldaverk
eitt veldugt sálarligt landslag, har
landaøkini umboða egið, sjálvið og
Skuggan, og har vit renna okkum
í ímyndir sum Tann grøna Mannin
og kendar arketýpur sum Hetjuna
og Tann gamla Kongin.
Eingin ivi er um, at Zakarias
Wang forleggjari og (fyrst og
fremst) Axel Tórgarð umsetari við
hesi útgávu hava útint eitt roysnis
bragd. Okkurt heiti í bókini kundi,
treyðugt so, havt fingið rættari og
neyvari føroyskt snið. Men hvør
veit, kanska verður Ringanna
Harri um tíggju ella tjúgu ár givin
út av nýggjum, í einum bindi og
við myndum, kanska teimum eftir
Alan Lee? Hendir hetta, verður tá
høvi til at rætta einstøk lýti, sum
koma fyri í hesi fyrstu útgávuni.
Tolkien og bíblian
Hóast Ringanna Harri, á síni uttaru
síðu, ikki tykist sipa beinleiðis til
bíbliuna ella kristindómin, tykist
hon – líkasum sjónleikirnir hjá
Shakespeare – innan, í sínum
myndamáli, sínum hugtøkum og
persónslýsingum, at spegla aftur
eitt kristið univers. Onkur við
merkjari hevur nevnt, at lembas-
breyðið kann sipa til altarbreyð, og
eingin ivi er um, hvønn Fróði, sum
stríðir seg niðan á dómadagsfjallið,
deyðasærdur og um at hokna undir
ringsins syndabyrðu, minnir um.
Bæði hetta, og tað at bókin nú er
millum kendastu og mest lisnu verk
í heiminum, gevur einum grund til
at líkna hana við Halgubók.
Verður okkara fámentu tjóð,
hennara máli og hennara mentan,
lív lagað í teirri vind- og eldbardu
21. øld, fer hetta verk at rúgva
meira upp í komandi tíðum, enn
nakar í dag man gruna.
J.R.R. Tolkien: Ringanna Harri III.
Axel Tórgarð týddi. Stiðin 2005.
Kr. 275.
Halgabók fyri øll
Við Ringanna Harra III er stórverkið hjá J.R.R. Tolkien alt sum tað er til taks á føroyskum.
J.R.R. Tolkien