mánadagur 19. desember 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 13
Kári
Handilsmaður
hevur eisini hoyrt,
at allar gávurnar eru
stolnar og hevur tí
latið handilin upp
aftur. Hann er ikki
vanur at hava opið
jólaaftan, men hann
sær ein góðan møgu
leika at tjena meira
pengar, enn hann
nakrantíð fyrr hevur
gjørt. Men tað er
eingin kø hjá Kára
Handilsmanni. Fólkini
í Hvannadali eru í so
mikið ringum lag, at
eingin hevur hug at
keypa nakra gávu.
Inn hjá Leikamafiuni
liggja
Stampi
og
Anthonio
í
fasta
svøvni. Men undir
jólagávunum er jóla
maðurin farin at flyta
seg. Hann hevur latið
eyguni upp, men av
tí hann liggur undir
øllum jólapakkunum,
so veit hann ikki,
hvar hann er. Enn er
hann ov ússaligur til
at reisa seg, so hann
liggur bara og roynir
at savna megi. Hann
roynir at finna út av,
hvat er hent. Tað
síðsta hann minnist
var, at hann fór gjøgnum
kavan og niður gjøgnum
eina húsatekju.
- Eg má verða endaður
í einum seyðahúsi og havi
fingið allar jólapakkarnar,
sum vóru í posanum oman
yvir meg.
Jólamaðurin er sjálvandi
sera keddur um, at hann ikki
megnaði at tendra jólatræið,
men um hann nú liggur og
hvílir seg eina løtu, so fer
hann nokk at megna at bera
gávurnar út. Jólamaðurin
veit ikki, at inni í sama
skúri, undir onkrum øðrum
pakkum, liggja Stampi og
Anthonio og sova.
Á politistøðini situr Jógvan
við telduna og skrivar eina
frágreiðing, og Erling situr
uttan fyri geglið og heldur
vakt. Erling arbeiddi nógv
og leingi í gjár - hann hevur
ikki sovið so væl í nátt, og
tí er hann illa fyri og lin
ur. Hann geispar óført, og
áðrenn nakar veit av, so
sovnar hann. Trølla Omman
og Trølla Pætur tosa óført
saman um, hvussu og hví
tey eru endað her.
- Eg sum havi glett meg til
jólaaftan, sigur Trølla Pætur
við gráturødd.
- Og góði Trølla Pætur, um
løgreglan ikki kann finna út
av, hvør tað er sum hevur
stolið allar gávurnar í bygdini,
so mugu vit gera tað. Sært
tú at Erling svevur.
- Ja, men vit sleppa ikki út
fyri tað. Hurðin er stongd.
- Tað er einki problem,
sigur Trølla Omman, meðan
hon fer heilt fram til rimar
nar.
- Sært tú lyklar
nar,
sum
hann
hevur
hangandi
í
búksureimini.
- Ja, tað síggi eg
omma.
- Vit skulu hava fat
ur á teimum. Hon
koyrir stavin millum
rimarnar og varis
liga
»fiskar«
hon
lyklarnar úr reimini
hjá
Erling.
Erling
veit ikki av, fyrr enn
omman hevur fingið
fatur á lyklunum og
hevur latið hurðina
til geglið upp. Trøllini
ganga á tá framvið
Erlingi og niður gjøg
num trappurnar. Men
fyri at sleppa út úr
geglinum,
mugu
tey framvið skriv
stovuni hjá Jógvani.
Tey lúra inn á skriv
stovuna, men Jógv
an er so mikið nógv
upptikin við at skriva
frágreiðingina,
at
hann ikki leggur tað
til merkis, tá tey fara
fram við hurðini hjá
sær.
Puntur 19 til
jólakalendaran