Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

40 Nr. 243 - 19. desember 2005 8 spurningar um jól Hvat er tað besta við jólum? Tað besta við jólum... tað eru ljósini sum eru allastaðni. Einglar, stjørnur, ketur, neon, alt møguligt. Tað er allastaðni og tað fær okkum at gloyma myrkrið sum allatíðina er - serliga um okkara leiðir. Tað er óført. Hvat er tað keðiligasta við jólum? Tað keðiligasta... tað er keði­ ligt at stressa - men tað er ein spurningur sum tú kemur til seinni, so eg má finna okkurt annað - jú, at leikuhandlar og telefyritøkur venda sær so nógv til børnini dámar mær ikki væl. Og okkurt árið hevur tað verið ringt at skula vera í góðum lag tá ið man ikki er í lag til tað. Har burdi man havt eini alternativ jól ella ójól. Kanska kundi Høgni Djurhuus skipa fyri tí. Tað hevði verið stuttligt. Óalminduliga stuttligt. Hvussu helt tú jól sum barn? Ofta helt eg jól á Sandi hjá ommusystir mínari. Óivað sum júl flest í Føroyum: Í kirkju seinnapart, og tá ið vit koyrdu heim við bussi­ num vóru livandi ljós í nær­­ um øllum húsum. Tað var hugnaligt. Ómetaliga hugna­ ligt. Hvussu heldur tú jól í ár? Satt at siga veit eg ikki enn hvar vit fara. Møguliga vera vit í Hesti hjá systir mínari. Har er gott. Ótrúliga gott. Hvat heldur tú um jólaresið í desember? Hvat skal eg halda. Handl­ar­ nir umseta fyri 40% av árs­ umsetninginum í desember so tað má vera res. Men tað hendir nógv og eg fái ikki stundir at koma runt. Tað er óheppið. Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands? Ja, í Keypmannahavn og í Odense. Nærum einsamallur, men eg havi hugsað mær kortini. Óført. Keypir tú sjálv/ur tínar jólagávur? Mínar jólagávur? Nei, tær fái eg. Men eg keypi jólagávur til onnur. Og tær keypi eg allar sjálvur. Ókey? Hvat ynskir tú tær í jólagávu? Eg ynski mær.... bíða... Altíð handa spurningin, men eg veit ongantíð... tað er óheppið. Nei, nú veit eg: Ó! Jákup Veyhe