týsdagur 20. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 244 - 20. desember 2005
Tann 29. november var
nýtt eldraráð valt á fyrsta
sinni í Tórshavnar býráð.
Eldraráðið skal ráðgeva
býráðnum í málum, ið við
koma teimum eldru.
Tað nývalda Eldraráðið
í Tórshavnar kommunur
takkar fyri stóru luttøkuna
til valið.
- Hetta vísir áhugan mill
um pensjónistar fyri tí,
sum hendir í okkara við
urskiftum, sigur Marita
Arge Magnussen, sum er
forkvinna í eldraráðnum.
Nevndin takkar teimum,
sum stuðlaðu teimum per
sónliga og ynskir øllum eini
gleðilig jól.
Eldraráðið takkar
fyri stuðulin
Í Eldraráðnum sita: Marita Arge Magnussen, Elingborg Trónd Johansen, Suni Vinther, Jákup
Lindenskov og Poula Apol
Í grein í blaðnum í
gjár segði Heðin Mort
ensen, borgarstjóri, at
núverandi samgonga
noyðist at rudda upp
í svansinum eftir
farnu samgongu.
Fyrrverandi borgar
stjórin, Jan Christ
iansen, skilur ikki
hesar atfinningar
og vísir á, at Heðin
Mortensen sjálvur
var varaborgarstjóri
í farnu samgongu, og
harumframt var hann
formaður í byggi- og
býarskipanarnevndini
Býráðið
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Jan Christiansen segði í
gjár, at hann einki hevði
sæð til tilboðið um at keypa
Degnshús fyri fýra árum
síðani, og hann heldur, at
kanska er tilboðið endað
á borðinum hjá táverandi
formanni í byggi- og býar
skipanarnevndini, Heðin
Mortensen, sum ikki hevur
latið við seg koma.
Okkurt er gloppið
hjá Heðin
- Heðin finst at farnu sam
gongu, ið skal hava lagt alt
møguligt svans eftir sær.
Sjálvur var Heðin vara
borgarstjóri og formaður
í byggi- og býarskipan
arnevndini hetta tíðarskeið,
og tí hevði hann allar møgu
leikar at rætta upp á tað, um
hann metti, at okkurt var
galið. Fyri mær tykist tað
sum um, at okkurt er gloppið
hjá Heðin Mortensen, sigur
Jan Christiansen.
Fyrrverandi borgarstjórin
vísir á, at í farna valskeiði
legði táverandi andstøða
nógv eftir samgonguni, og
í flestu førum var talan um
ákærur fyri byggisvans.
- Vit fingu ábreiðslur fyri
eitt nú heimið í Vallalíð og
smábarnaskúlan í Konga
gøtu, og tað eru jú byggimál,
og Heðin Mortensen var jú
formaður í byggi- og býar
skipanarnevndini, sum hevði
hesi mál um hendi, greiðir
Jan Christiansen frá.
Somuleiðis sigur Jan
Christiansen, at hann er vit
andi um, at Heðin Morten
sen, sum formaður í byggi-
og býarskipanarnevndini,
á fundi við fyrrverandi
eigara
av
Degnshúsi
segði viðkomandi eigara,
at tað ikki fóru at verða
nakrir trupulleikar við at
fáa byggiloyvi til skriv
stovubygning, og at ongar
forðingar fóru at verða fyri
hesum.
Í sambandi við keypið av
Degnshúsi sigur Jan Christ
iansen, at nú er vandi fyri,
at býráðið noyðist at keypa
fleiri ognir í miðbýnum fyri
dýrar pengar.
- Nú kunnu t.d. eigararnir av
gamla handilsbygninginum
hjá Jacob Lützen gera eina
ætlan um at gera ein líkn
andi skrivstovubygning,
sum ætlanin var at byggja,
har
Degnshús
standa.
Bygningurin
á
ognini
hjá Jacob Lützen kann tó
verða væl størri, tí ognin er
nógv størri enn ognin við
Degnshúsi. Skal býráðið
so eisini keypa hesa ogn,
so noyðist teir kanska at
gjalda eini 15-20 milliónir
krónur fyri hana. Býráðið
kann heldur ikki siga nei
til at keypa, um tað skuldi
verið, tí kommunulógin sig
ur, at allir borgarar skulu
fáa somu viðferð, sigur Jan
Christiansen at enda.
Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri:
- Heðin hevur sjálvur sovið í tímanum
Jan Christiansen, fyrrverandi
borgarstjóri, skilur ikki
atfinningarnar hjá Heðin
Mortensen í blaðnum í gjár
og vísir á, at Heðin Mortensen
sjálvur var varaborgarstjóri
í farnu samgongu og
formaður í byggi- og
býarskipanarnevndini, sum
fekk flestu ábreiðslurnar í
farna valskeiði.