týsdagur 20. desember 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 244 - 20. desember 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Heitasta árið nakrantíð
Tað hevur ongantíð verið so heitt á norðaru jarðarhálvu
sum í ár, siga bretskir granskarar, sum eru komnir eftir, at
meðalhitin í ár hevur verið 0,65 stig oman fyri meðalhitan
í árunum frá 1961 til 1990. Tølini vísa eisini, at 2005 er tað
næstheitasta árið á allari Jørðini, síðani hitamátingarnar
byrjaðu í 1860-unum. Bara 1998 var heitari, men tað árið
vórðu viðurskiftini ávirkað av kyrrahavsfyribrigdinum El
Nino, siga teir bretsku granskararnir.
Um orsøkina til, at hitin veksur skjótari á norðaru jarðar
hálvu enn á teirri syðru siga granskararnir, at hetta kemst
ivaleyst av, at meginparturin av norðaru jarðarhálvu er
land, meðan tað mesta sunnanfyri er hav. Men høvini
norðanfyri eru eisini heitari nú enn fyrr, og sambært David
Vimer, granskara er norðari partur av Atlantshavinum
heitari nú, enn hann hevur verið seinastu 125 árini.
David Vimer og felagar hansara viðganga, at teirra
mátingar eru kanska ikki heilt neyvar, men hinvegin
ivast teir ikki í niðurstøðuni, sum er, at tað gerst altsamt
heitari á Jørðini. Teir ivast heldur ikki í, at dálkingin er
høvuðsorsøkin til tann veksandi hitan.
Velja tey sum ikki roykja
Fleiri norskar fyritøkur leggja seg eftir at fáa starvsfólk,
sum ikki roykja, og tað hendir meiri enn so, at fyritøk
urnar gera vart við tað, tá tær søkja eftir fólki, skrivar
Dagsavisen.
Tað gjørdi handilsketan Hjem til dere, tá hon herfyri
søkti eftir fólki. Úrslitið varð, at millum 80 og 90 prosent
av umsóknunum komu frá fólki, sum ikki roykja, og tað
vóru eisini tvey av hesum, sum vórðu sett í starv. Leiðarin
í handilsketuni sigur við Dagsavisen, at tey hava ongan
roykjara í arbeiði, tí tað er best fyri viðskiftafólkini hjá
fyritøkuni. Harafturat hevur tað víst seg, at sjúkradagarnir
hjá starvsfólkunum eru færri, tá eingin roykir.
Ein av teimum stóru norsku fyritøkunum, sum vil hava
fólk, sum ikki roykja, er Norske Shell. Fyritøkan sigur
ikki beinleiðis, at umsøkjarar skulu ikki roykja, men ger
í lýsingunum vart við, at arbeiðsumhvørvið er roykfrítt,
og tey boðini kunnu neyvan misskiljast.
Ísbjørnindruknar
Tann seinasta mánaðin hava vísindafólk funnið fýra deyð
ar ísbjarnir í amerikanska statinum Alaska, og vísinda
fólkini ivast ikki í, at tær eru druknaðar, skrivar blaðið
The Sunday Times.
Tann veksandi hitin á Jørðini ger, at ísurin minkar
nógvastaðni, og tí noyðast ísbjarnirnar at svimja longri
enn fyrr fyri at leita sær eftir føði. Úrslitið er, at summar
teirra drukna, og vísindafólk bera ótta fyri, at uppaftur
fleiri fara at drukna í komandi árum. Amerikanski vís
indamaðurin Steven Armstrong sigur við The Sunday
Times, at tað er eingin trupulleiki hjá einari ísbjørn at
svimja nakrar fjórðingar, men at teinurin kann gerast ov
langur, nú ísurin minkar.
Hildið verður, at tað eru umleið 20.000 ísbjarnir í
teimum arktisku økjunum kring Norðpólin.
Kappast um norðlýsið
Tað var tann tíð, tá fremmand ferðafólk komu til norska
býin Tromsø at síggja norðlýsið á himmalinum, men nú
eru finnlendingar farnir við næstan øllum gestunum,
skrivar Aftenposten.
Tey seinastu árini hava finnlendingar gjørt nógv burtur
úr at marknaðarføra tann norðasta partin av landinum
sum ferðamál, tí har kunnu gestirnir fáa høvi at síggja
norðlýsið á himmalinum. Tað hevur havt við sær, at fólk
koma úr øllum ættum, og nú vitja umleið 500.000 fólk
Rovaniemi á hvørjum ári. Men tey fáa eisini annað enn
sjálvt norðlýsið burtur úr ferðini, tí í Rovaniemi er stutt
sagt alt, sum ferðafólk kunnu hugsa sær.
Nú ætlar Tromsø at taka dystin upp við Rovaniemi. Eitt
nú er ætlanin at skipa beinleiðis flogsamband ímillum
Tromsø og Japan, tí tað eru serliga japanar, sum eru
hugtiknir av norðlýsinum. Fyri nøkrum árum síðani
plagdu umleið 5.000 japanar at vitja Tromsø á hvørjum
vetri, men í vetur koma bara 1.500. Men nú skal vend
koma í.
Norskar kanningar
vísa, at tey seinastu
djórini í føðiketuni
hava sera nógv
eitrandi evni í sær
Dálking
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Higartil hevur verið hildið,
at ísbjørnin er tað mest
eitraða djórið, men nú
vísa kanningar hjá norska
pólgranskingarstovninum,
at tað er bóghvítuhvalurin,
sum hevur mest eitrandi evni
í sær. Men næstur honum
kemur ísbjørnin, og henni
á baki koma pólmási og
kópur.
-Djórini ovast í føðiketuni
hava sera nógv eitrandi evni í
sær. Tað ger, at tey tola minni
og minni eitur, og hetta saman
við tí veksandi hitanum
kann gerast ein hóttan ímóti
hesum djórasløgunum, sigur
Kim Holmén hjá norska pól
granskingarstovninum við
Dagbladet.
Í heimsnáttúrugrunninum
WWF ivast tey ikki í, hvað
ani tað nógva eiturið í djór
unum stavar.
-Hvønn dag lata vit umleið
80.000 gjørd, evnafrøðilig
evni út í náttúruna, og enn
vita vit ikki, hvørja ávirkan
85 prosent av teimum
hava. Tey kunnu elva til
krabbamein, oyðileggja
okkara verjuskipan og
ávirka okkara kynslív, sigur
Rasmus Hansson hjá WWF
við Dagbladet.
Hjálparfelagsskapurin
Læknar Uttan
Landamark sigur, at
nógv børn í Niger
fáa ov lítið at eta.
Stjórnin avsannar, at
børn líða neyð
Hungur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í summar bóðu fleiri hjálp
arfelagsskapir altjóða sam
felagið um hjálp, tí fleiri
milliónir fólk í afrikanska
landinum Niger høvdu
ov lítið til matna. Støðan
batnaði seinni, tí heystið
royndist rættiliga væl, men
nú rópar felagsskapurin
Læknar Uttan Landamark
aftur neyðarróp.
-Eftir einari viku hava
vit viðgjørt næstan 1.300
børn, sum høvdu fingið ov
lítið at eta. Tað er næstan
líka ringt sum í summar,
og útlitini er ikki góð, sigur
felagsskapurin í einari
fráboðan. Sagt verður, at
nógv fólk máttu læna pengar
fyri at keypa sær mat í heyst,
men nú hava tey ongar
pengar eftir, og tí hava tey
ov lítið til matna.
ST hevur biðið um 19
milliónir dollarar til at hjálpa
teimum líðandi í Niger,
men stjórnin har sigur,
at altjóða samfelagið og
hjálparfelagsskapirnir gera
alt ov nógv av. Stjórnin vil
vera við, at tað er ov mikið
til av mati í landinum, men
BBC sigur tvørturímóti, at
allar matgoymslurnar eru
tómar.
Læknar Uttan Landamark
sigur, at teirra fólk hava
viðgjørt meiri enn 58.000
børn í Niger í ár, og at tað
eydnaðist at bjarga meiri enn
54.000 teirra. Felagsskapurin
hevur í dag meiri enn 1.100
fólk í arbeiði í Niger.
Amerikanskir myndugleikar kanna, hvat hendi, tá eitt vatnflogfar datt niður stutt sunnan fyri Miami fyrrakvøldið. Øll tey 19
fólkini, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Eygnavitni hava greitt frá, at eldur kom í annan vongin, og løtu seinni datt flogfarið niður.
Samveldisløgreglan kunngjørdi í gjár, at hon vil hava vissu fyri, at talan var ikki um eina yvirgangsatsókn. Á myndini síggjast
kavarar, sum eru á veg at leita eftir teimum, sum vóru í flogfarinum.
Eldur kom í flogfar
Bóghvítuhvalurin
mest eitraða djórið
Enn svølta børn í Niger