Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 244 - 20. desember 2005 HEILSANIR Góði elskaði Finnur Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum í dag. Alt tað besta ynskja vit øll Mamma, babba og Eydna Vit ynskja okkara kæru, familju, reiðarí, vinum og kenningum eini gleðilig jól, og Harrans signing í komandi ári. Manningin á Sundaberg Góði Karl Marner Rasmussen Starvsfelagarnir vilja hervið ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum 50 árinum og vóna at tú fær ein góðan túr í Aberdeen. Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á konfirmatiónsdegi mínum 9. okt. 2005. Eisini ynskja vit øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Bestu heilsur Anita M. Danielsen, Akrar Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á allan hátt vóru við til at gleða meg og gera mær 75 ára føðingardagin so góðan og minnisríkan. Somuleiðis ynski eg ætt, vinum og kenningum eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Kærar heilsanir Johild Jacobsen, Haldórsvík Góða omma Hjartaliga tillukku á 80 ára degnum og alt tað besta í framtíðini. Vónandi fær tú ein góðan dag. Ynskja Oddur, Filip, Durita og Sjúrður Góði Rúnar Hjartaliga tillukku við 10 ára degnum 20. des. Gud signi framtíð tína. Vit elska teg. Allarbestu heilsur frá pabba og Eyðbritt Góða mamma og babba Hjartaliga tillukku við silvurbrúðleypsdegnum tann 20. des. Vit elska tykkum. Ynskja Borghild, Bergur, Jákup Petur við fam. Góða Lea Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum 25. des. Jesus pápi verið hjá tær. Ynskja mamma, babba og Vinjar