mikudagur 21. desember 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 245 - 21. desember 2005
Í fleiri enn 40 ár hava
nakrir mans í Havn
hitst til morgunkaffi
hvønn einasta gerand
ismorgun. At kalla
øll hesi árini hevur
kaffið verið drukkið
á Kondittarínum,
men nú hava teir
flutt oman á Sjó
mansheimið, har teir
trívast stak væl
Kaffiprát
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Teir hava longu funnið sær
sess við morgunmatarborðið í
Galluni á Sjómansheiminum,
tá ið vit klokkan gott níggju
mikumorgunin leita okkum
yvir um Tórsgøtu at fáa eitt
prát við hesar menninar, sum
nú í ein mansaldur dagliga
hava hitst til morgunkaffi.
Tá ið vit koma, eru teir átta
í tali, men løtu seinni koma
tveir afturat, og so er við at
verða fult.
Kondittaríið misti
sína sjarmu
Men hvussu ber tað til, at teir
fluttu oman á Sjómansheimið,
aftaná at hava hildið til
á Kondittaríinum í ein
mansaldur?
- Har komu nýggir eigarar
til, og tá misti Kondittaríið
fullkomiliga sítt innihald,
og tað segði okkum einki
til síðst. Broytingarnar vóru
alt ov stórar, og tænastan
var alt ov vánalig. Mangan
var eingin viðskeri til rund
stykkini, og reinførið var
heldur ikki í lagi, so vit
kendu okkum ikki heima har
longur, siga kaffimenninir.
Leiðin gekk síðani oman á
Sjómansheimið, og har hava
teir kent seg vælkomnar frá
fyrsta degi av, og tænastan
er framúr góð.
- Her er gott at verða. Vit
eru framvegis mitt í býn
um, og her eru góð park
eringsviðurskifti. Í mun til
Kondittaríið er her eisini
eitt sindur luftigari, og vit
síggja bátar og skip, sum
eru á Havnarvág, sigur Jør
leif Kúrberg, ein av veter
anunum.
Hildu veitslu
fyri damunum á
Kondittaríinum
Flestu
havnarborgarar
minnast damurnar, sum í
ein mansaldur arbeiddu á
Kondittaríinum, og seinni
yvirtóku raksturin av kaffi
staðnum. Tá ið hesar løgdu
frá sær, avgjørdu trúfastu
kaffigestirnir at halda eina
sonevnda „avskeðsveitslu“
fyri teimum.
- Vit bjóðaðu teimum á
veitslu á Hotel Vágum. Vit
leigaðu ein buss vestur í Vág
ar, har vit hildu eina veitslu.
Minnist meg rætt, so vóru
vit ikki færri enn 29 fólk,
greiðir Baldvin Baldvinsson
frá. Hann heldur, at tá ið hes
ar damur góvust, var andin
á Kondittaríinum ikki tann
sami.
Onkur av kaffimonnunum
heldur skemtandi fyr, at Tórs
havnar Býráð heldur skuldi
keypt Kondittaríið ístaðin
fyri Degnshús.
Pláss fyri øllum
Tað eru ongar upptøku
treytir fyri at verða við
til morgunkaffi á Sjó
mansheiminum. Kaffimenn
inir greiða frá, at pláss er fyri
øll, óansæð politiska sann
føring, um tað er B36’ari ella
HB’ari, ella átrúnaðarliga
sannføring.
- Her eru bæði sosialistar
og kapitalistar, og tað er
eingin forðing. Tá ið fót
bólturin er í gongd, verður
til dømis nógv tosað um
tað, og tað er ikki frítt, at
man prikar hvønnannan.
Vit kjakast um øll møgulig
mál, bæði stór og smá, og
óansæð um vit hava skil
fyri tí ella ikki. Onkuntíð
gongur tað eitt sindur harð
liga fyri seg. Kjakið kann
verða bæði seriøst, men
sanniliga eisini óseriøst, siga
kaffimenninir.
Hendan morgunin vit
vitja, hevur kjakast verið
um útvarpið, ið teir als ikki
eru nøgdir við, og onkur
røvarasøga er eisini fortald.
Longsul í frítiðini
Sum øll onnur leita hesir
kaffimenninir sær av og á av
landinum, og tá er longsulin
eftir hugnaløtunum stórur.
- Ert tú burturstaddur, so
kennir tú beinan vegin ein
longsul eftir prátinum við
kaffiborðið. Tað er nakað
heilt serligt, og vit høvdu
als ikki klárað at verið tað
fyriuttan. Vit hava havt hesa
siðvenju í ein mansaldur, og
hon fer ikki at detta niðurfyri,
siga teir.
Alt bendir eisini á, at
teir eru komnir oman á Sjó
mansheimið fyri at verða, og
teir rýma neyvan, fyrr enn
teir á ellisárum møguliga
fara at flyta stutta teinin yvir
í Undirhúsið í Vágsbotni,
har nógvir eldri havnarmenn
dagliga hittast til eitt prát og
kortspæl.
Her trívast vit væl
Átta av monnunum, sum hvønn morgun hittast til morgunkaffi á Sjómansheiminum. Frá vinstru eru tað Heðin Hammer, Jan Christiansen, Niels Pauli Hjaltalin,
Andrias Rein, Jørleif Kúrberg, Baldvin Baldvinsson, Høgni Mikkelsen og Ingi Mohr
Mynd: Jens Kr. Vang