Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

32 Sosialurin Nr. 245 - 21. desember 2005 AÐALSTJÓRI TIL FISKIMÁLARÁÐIÐ Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Fiskimálaráðnum. Ókið fevnir um: fiskivinnumál, fiskirannsóknir, fiskiveiðuettirlit og bjarging, hvalamál, inntökutrygd og lønjavning, sjóvinnumál, tilbúgving og brunamál. Broytingar eru seinastu tíðina gjordar í Fiskimálaráðnum og fleiri eru í umbúna. Deildir og arbeiðsuppgávur verða umskipaðar, soleiðis at greiður skilnaður fæst millum stjórnaruppgávur og málsavgreiðslu. Endamálið er at stytta um svartíðirnar og geva viðskiftafólkunum eina betri tænastu. Hgovuðsuppgávur - Leiða og samskipa arbeiðið í ráðnum - Samskipa og fyrireika uppgávur í omanfyri nevndu málum - Fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan virkisokið - Eftirlit við stovnum undir Fiskimálaráðnum - Aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisokinum til Almenn forleikakrov Sett verður sum krav, at umsokjarin hevur útbúgving frá lærdum háskúla og leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hesi. Umráðandi er, at tann, ið verður settur, hevur evni at seta í verk fyriskipanir, hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari fyrisiting. Dentur verður lagdur á persónligar eginleikar so sum evni at eggja og menna leiðarar og starvsfólk, góð samstarvsevni, vilja til at royna nýggj virkisoki og áhuga í avbjóðingum. Setanarviðurskifti Starvið er tænastumannastarv, starvsheitið er aðalstjóri og er flokkað í 39. lonarflokki. Harumframt er ein mánaðarlig viðbót uppá 4.375,28 kr. Viðbótin er ikki eftirlonargevandi. Setanarokið fevnir um Fiskimálaráðið, stovnar undir tí, Logmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin í lotuni er Fiskimálaráðið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjuna Hanusardóttur, logmansstjóra, tlf. 35 10 10. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og mogulig viðmæli skulu stílast til logmann, og sendast Logmansskrivstovuni, Marjuni Hanusardóttur, logmansstjóra, postsmoga 64, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 2. januar 2006. Allar umsóknir verða viðgjordar í trúnaði. www.fisk.fo VIT DRAGA EINA LÍNU - VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI - VIT VILJA VITA - VIT BRÓTA SLÓÐ Fiskimálaráðið er eitt av sjey stjórnarráðum í miðfyrisitingini, sum veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitur málsokini fiskivinna, sjóvinna og tilbúgving. Fiskimálaráðið vegleiðir landsstýrismannin, soleiðis at avgerðirnar eru rættar og haldgóðar. Ráðið fyrireikar lógir, kunngerðir og reglugerðir, og hevur eisini eftirlit við, at ásettar reglur verða fylgdar. Somuleiðis rokir ráðið samskipandi uppgávur innan málsokið hjá landsstýrismanninum, og tekur lut í millunlanda samráðingum, altjóða fiskiveiði- og sjóvinnufelagsskapum umframt norðurlendskum samstarvi. Vögsboni SUDORU RAPPING = 5419) | 2 293, (6 | 37) 164 | 1090 ERE (017, 184) | | 82 | 3 |1412| (6) | 7) | | (9, 3] (811) frá nú av og til jóla verða Sudoku uppgáuur 8 | 1257) | 4 at finna hvønn dag í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess || 16/1) 1812 | |} størri møguleika hevur tå at vinna. | 12/9! 16! 11/8, | Sendid okkum loysnirnar innan 23. desem- I | || ber og viðmerkið brævbjålvan “Sudoku". 6, |718| (219) {41 Vinningurin er ein Samsung €730 512 i eik Teletfdarhald frå Føroya Tele. RNA A EÐ enda fartelefon hel so at síga alt sum | 16/3] |8| 1|4|9, | video, MP3, Bluetooth, FM-radio, 96 mb REKA EASY minni v. m. Eisini hevur €730 ein TFT - skerm vid 262.000 litum. Tórsggta 1 - P.0. Boks 76 - F0-110 Tórshaun - Tel 34 18 00 Fax 34 18 01 - post(Msosialurin.fo - www. sosialurin.fo == le | KT LIN MEE Sosialurin | NAVN: BUSTADUR: Sendið til: Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshaun. Merkið brævbjålvan “Sudoku" Drigið verður millum jól og nýggjár