Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 22. desember 2005 3 Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður hevur verið á norðurlendskum ráðharrafundi í Keypmannahavn um eina norðurlendska tilbúgving móti eini heimsfarsótt HEILSUÁTAK Á fundinum fríggjadagin samdust teir norðurlendsku ráðharrarnir í heilsumálum um, at arbeiðast skal fyri einum samstarvi í sam­ bandi við at framleiða eitt koppingarevni móti eini møguligari influensu heimsfarsótt (pandemi) Fyrsta stigið til sam­ starv á hesum øki varð tik­ið á norðurlendska ráð­ harra­fundinum í Føroyum 13.-15. juni í ár, har ráð­ harrarnir samdust um at seta ein fakligan bólk til at kanna møguleikarnar fyri at seta á stovn eina felags norðurlendska framleiðslu av einum koppingarevni móti influensu. Orsøkin er, at um influ­ ensu heimsfarsótt skuldi bor­ist á, er ikki nóg stór framleiðsluorka í heiminum til at nøkta tørvin av kopp­ ingarevni. Harumframt er vandi fyri, at tey lond, ið ikki sjálv hava ræði yvir ella luttaka í eini framleiðslu av koppingarevninum, eru munandi verri fyri enn tey lond, ið hava sína egnu fram­ leiðslu. Fakligi bólkurin var lið­ ugur við sína frágreiðing í november í ár, ið vísir á fleiri møguleikar fyri samstarvi millum norðurlond. Frá­ greiðingin varð viðgjørd fyrstu ferð á norðurlendsk­ um embætisfundi í Íslandi 23.-24 november í ár. Tá varð avgerð tikin um, at neyð­ugt var at halda ein eyka ráðharrafund 16. desember fyri at viðgera frágreiðingina og fáa staðfest, um tað polit­ iskt var áhugi fyri víðari sam­ starvi, og á hvønn hátt eitt samstarv kundi skipast. Á embætisfundinum varð frá føroyskari síðu spurt, um Føroyar ikki kundu knýtast upp í samstarvið soleiðis, at vit í Føroyum eisini fáa nøkta tørvin á koppingarevni. Hetta vóru norðurlondini samd um. Á fundinum fríggjadagin vóru norðurlendsku ráðharrarnir jaligir um eitt norðurlendskt samstarv. Av­gjørt varð, at tvey modell, ið eru lýst í frágreiðingini, verða útgreinað í størri mun. Hetta arbeiðið skal vera lið­ ugt í mars mánaði næsta ár. Tá verður eisini nýggjur ráð­ harrafundur hildin, har ítøki­ ligar avgerðir verða tiknar um, hvussu eitt samstarv skal skipast. At seta á stovn eina felags norðurlendska framleiðslu av einum koppingarevni móti influensu tekur tíð. Í frágreiðingini verður hetta arbeiðið mett til 5 ár. Spurningurin er so, hvussu kunnu vit tryggja koppingarevni til Føroya fólk, til e­in felags norðurlendsk framleiðsla verður sett á stovn. Í hesum sambandi hevur landsapotekarin, eftir áheitan frá Almanna- og heilsumálaráðnum, heitt á Statens Serum Institut, um at samráðast eisini vegna Føroyar við útlendskan fram­leiðara, um at tryggja atgongd til koppingarevni, um hetta verður neyðugt. Á ráðharrafundinum fekk landsstýrismaðurin at vita frá umboðum frá Statens Serum Institut, at áheitanin var tikin til eftirtektar soleiðis, at tey eisini samráðast vegna Føroyar. Tað týdningarmesta í eini heimsfarsótt tilbúgving er at tryggja tað neyðuga kop­ pingarevni. Tað eru tó eis­ini aðrir partar, ið skulu koma upp á pláss í eini tílík­ari tilbúgving, sum t.d. kunning, viðgerðarhættir, mikro­ biologisk tiltøk, antibiotika viðgerð, isolatión, kar­ ant­enufyriskipanir v.m. Al­manna- og heilsu­mála­ ráðið ætlar sær skjótast gjørligt at taka stig til at fáa skipa eina heimsfarsótt tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Avgreiðslutíðir um jólini Eysturoy . Heiðavegur Postrúm 224 . 600 Saltangará Tel 47 47 10 . Faks 47 47 11 Tórshavn . Jónas Broncksgøta 25 Postrúm 3096 . 110 Tórshavn Tel 35 35 70 . Faks 35 35 71 Norðoyggjar . Klaksvíksvegur 78A Postrúm 296 . 700 Klaksvík Tel 45 72 40 . Faks 45 72 41 Suðuroy Postrúm 58 . 800 Tvøroyri Tel 35 35 60 . Faks 35 35 61 Frá 27. desember til 30. desember 2005 eru avgreiðslutíðir okkara broyttar. Móttøkurnar hava opið og telefonirnar verða tiknar hesar dagar frá kl.10 til kl.12. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Sí annars www.almannastovan.fo Frá mánadegnum 2. januar 2006 verður opið aftur sum vanligt allar yrkadagar frá kl. 9 til kl. 15. Norðurlendskt átak móti heimsfarsótt Tað týdningarmesta í eini heimsfarsótt tilbúgving er at tryggja tað neyðuga koppingarevni, sigur Almanna- og Heilsumálaráðið