Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005 3 ➊ Miðlagrafikaralærlingur Miðlagrafikari er ein kreativ teknisk útbúgving, ið gevur møguleikar innan øll grafisk øki. Lærutíðin er 4 ár og byrjar við einum ári á tekniskum skúla í Danmark, har restin av skúlagongdini eisini fer fram. Lærlingalønin er sambært sátt- mála millum Føroya Prentarafelag og Føroya Prentsmiðjufelag. Vit hava brúk fyri einum ungum, skapandi fólki, ið dugir væl føroyskt, eins og vit eisini vænta, at tú hevur góðan kunnleika til teldur. Students-, HF ella HH-prógv er ein fyrimunur. Á Føroyaprent kemur tú at arbeiða við: Umbróting av bók um, prent lutum, avísum og bløðum, uppseting av lýsingum, skanningum, heimasíðusmíði, film og plátugerð og annars alt hugsandi grafiskt arbeiði. ➋ Prentaralærlingur Prentari, ella trykkjari, er eitt spennandi arbeiði, har úrslitið av øllum tí grafiska arbeiðinum kemur á pappír. Útbúgvingin tekur 4 ár og øll skúlagongdin er í Danmark. Lærlingalønin er sambært sáttmála millum Føroya Prentarafelag og Føroya Prentsmiðjufelag. Prentarar starvast við maskinum alla tíðina, og er tað tí umráðandi, at tú hevur hug at arbeiða við maskinum. Arbeiðið gongur skjótt, so tú mást duga at hugsa klárt tá avgerðir skulu takast. Á prenstmiðjuni er nógv trýst partar av árinum, og er tað tí neyðugt, at tú dugir at arbeiða undir trýsti. Hevur tú eina tekn- iska grundútbúgving er tað ein fyrimunur, men eingin treyt. ➌ Bókbindaralærlingur Bókbindaraútbúgvingin ber danska heitið „Industri-bog binder“, og merkir hetta, at tað er innbinding av bókum í nógvum eintøkum. Útbúgvingin tekur 3 og eitt hálvt ár, og øll skúlagongd fer fram í Dan mark. Lærlingalønin er sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Hand- verksmeistarafelag. Bókbindari arbeiðir við nógvum maskinum, so tað er av alstórum týdningi, at tú trívist við at skrúva, men minst til, alt ið verð ur skrúvað av, skal skrúvast á aftur. Her eru stórar avbjóðingar fyri rætta persónin. Partar av árinum er nógv arbeiði á bókbindarí inum, so tú mást duga at arbeiða undir trýsti. Hevur tú eina tekn iska grund- útbúgving er tað ein fyrimunur, men eingin treyt. Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn Tel. 31 45 55 · fax 31 80 26 · hestoy@foroyaprent.fo Føroyaprent søkir eftir trimum lærlingum Umsóknarfreist 15. januar 2006 Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, skal sendast til: Pf. Føroyaprent Postsmoga 3118 110 Tórshavn Vilt tú vita meira um útbúgv- ingarnar, kanst tú lesa meira á www.yrkisdepilin.fo ella www.grafiske-uddannelser.dk. Vilt tú vita meira um størv ini, kanst tú ringja til Føroyaprent og spyrja eftir Jon Hestoy. Ein Ein framtíð framtíð í litum í litum Vit hava brúk fyri ungum, ágrýtnum fólkum, ið hava lætt við at samstarva við arbeiðsfelagar og viðskifta- fólk. Ung, ið skilja týdningin av at vera álítandi og at taka ábyrgd av egnum arbeiði, og sum skilja at bara tann besta góðskan kann góðtakast. Tað er neyðugt at lit-sjónin er í lagi. Ferð og uppihald til skúla- gongd í Danmark rindar Føroyaprent. Felags fyri allar lærlingarnar er: BARNAVERND tíðindaskriv Barnaverndarsamstarvið millum kommunurnar í Vágum, Vestmanna og Kvívík er góðkent av landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum. Leiðari er settur, og nýggja barnaverndarnevndin í øki- num hevur havt sín fyrsta fund. Sørvágs-, Miðvágs-, Sandavágs-, Vestmanna- og Kvívíkar kommunur hava sett Súsonnu Norden- dal úr Sørvági í starv sum leiðari av nýggju barna- verndarumsitingini. Um- framt leiðaran er normerað eitt hálvdagsstarv, sum ikki er sett enn. Hetta verður tó avgreitt heilt skjótt, sigur nýggi leiðarin, sum sjálv byrjar í starvinum á nýggj- árinum. Súsanna Nordendal er útbúgvin løgfrøðingur og arbeiðir í løtu á Almanna- og Heilsumálaráðnum, har hon umsitir barnaverndar- lógina. Nýggja barnaverndar- nevndin hjá teimum fimm kommununum er mannað soleiðis: Jónleyg Poulsen umboðandi Sørvágs Kommunu, Helena Jo- hannesen, umboðandi Miðvágs Kommunu, Ann- ika Gudmundsen, umboð- andi Sandavágs Komm- unu, Jógvan í Dávastovu, umboðandi Vestmanna Kommunu og Dánjal Petur Müller, umboðandi Kví- víkar Kommunu. Á fundi á Sandavági mikukvøldið fyri jól skipaði barnaverndar- nevndin seg við Anniku Gudmundsen sum for- manni og Jógvani í Dáva- stovu sum næstformanni. Barnaverndar- samstarv góðkent Seinnapartin hósdagin hevði Eivør Pálsdóttir bein- leiðis framførslu á donsku útvarpsrásini, P3. Saman við Eivør var eisini TV2, sum í nógv ár hevur verið roknað millum allar fremstu rokkorkestrini í Danmark. Framman fyri umleið 50 av ídnastu TV2-fjepparum í Danmark, vórðu nøkur av bestu løgunum hjá TV2 framførd. Og sum gesta- sangara hevur kendi bólk- urin altso føroysku Eivør Pálsdóttir. -mørk Eivør og TV2 og P3