Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 247 - 23. desember 2005 -við Kierkegaard og Eivør Pállsdóttir Hóskvøldið 29. desember kl. 19.30 verður rættiligt enda­ brak í Miðlahúsinum. Hetta kvøldið er endabresturin á tí røð av tiltøkum, sum hev­ur verið í húsinum hetta fyrsta árið. Tá eru sangur, bók­mentir og sjómatur á fjølbroyttu skránni. Ólavur Rasmussen fer at tosa um nýggju bók sína „Søren Kierkegaard ANTIN ELLA“, og Eivør Pállsdóttir fer at syngja og spæla. Birgir Enni eigur sjálvan endabrestin og borðreiðir við kræklingi og fiskasuppu. Kostnaður 100 kr. Við hesum tiltakinum end­ ar Miðlahúsið eina røð av tiltøkum, sum hava verið í húsunum síðani apríl 2005. Alt hetta byrjaði, tá Sosi­al­ urin flutti av Argjum oman í Vágsbotn 15. apríl. Umframt at húsa blað- og øðrum miðla­ framleiðslum varð eisini sett út í kortið, at húsini skuldu hýsa upplýsandi og mentanarligum tiltøkum. Og longu dagin eftir inn­flytanina varð fyrsta stóra almenna tiltakið á skránni, Trapputing við donsku viðmerkjarunum Georg Metz og Hans Engell. Onnur tiltøk av líknandi slag hava verið so sum tvey Trapputing um fíggjarlógaruppskotið, upplýsandi fundir um út­búgvingarmøguleikar í útlandinum, fyrilestrar og orðaskifti um happing osfr. Síðani hevur eisini gingið slag í slag við tiltøkum av ymsum slag. Umframt fyri­lestrar, kjakfundir og Trapputing hava hølini hetta góða hálva árið hýst al­skyns konsertum og tónleikatiltøkum við eitt nú Sigrid Rasmussen, Fólka­yvirlitinum, Paradox, The Dreams, Ad Libidum, Heina Lützen, Jens Lisberg, Stanley Samuelsen, Brekku­ brothers, Krisjan Blak, Spælimonnunum, Show­ monnum, Kingomonnum, Filadelfiakórinum og Ungdómsbrassband hjá Tórshavnar Musikskúla og øðrum ungdómum frá Musikskúlanum. Komandi ár verða dyrnar aftur latnar upp í Miðlahúsinum fyri til­tøkum av ymsum slag. Hesi fara m.a. at fevna um upplýsing og kjak og ment­ anarligt virksemi so sum bókmentakvøld og konsertir. Í hesum sambandi bjóðar Miðlahúsið fólki inn á gólvið at tosa við okkum um møgulig tiltøk tit kunnu hugsa tykkum kunnu fáa innivist í húsunum. Endamálið var og er framhaldandi at gera Miðlahúsið til mentanar- og upplýsingar/kjakdepilin í miðbýnum í Havn. Endabrak í M