fríggjadagur 23. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 247 - 23. desember 2005
- Tað er nógv fyri
at siga tað: Men eg
angri meg grønan, at
eg keypti so nógvar
av jólagávunum í
Føroyum. Hevði eg
vitað av hesum!, sigur
ein av teimum 1000
føroyingunum, sum
hesa vikuna hava
verið jólatúr við
Norrönu í Aberdeen.
Jólatúrur
Orð/myndir: Snorri Brend
Norröna: - Ja, hevði eg
vitað, at tað var soo bíligt
í Aberdeen og í Peterhead,
so hevði eg ikki leypt eina
einastu jólagávu í Før
oyum!
Henda kvinnan var farin á
jólatúrin saman við familju
síni fyri at slappa av eitt
sindur frá jólaresinum heima
– og sjálvandi fyri at vitja
handlarnar í Aberdeen.
Tey høvdu fyri langari tíð
síðani teknað seg til henda
jólatúrin. Tað sama høvdu
1000 aðrir føroyingar gjørt,
tá flaggskip okkara legði frá
landi í Havn mánamorgunin
og setti kós móti Peterhead í
Skotlandi.
Tey allarflestu ætlaðu at
shoppa í Aberdeen ella í
Peterhead. Onnur ætlaðu
at vitja familjuna ella bara
at vitja ymisk støð í landi
num.
Onkur annar hevði verið
so bevístur, at viðkomandi
tók golf-útgerðina við, og
ætlaði at vitja onkra av
kendu golfvøllunum, sum
Skotland er vorðið so kent
fyri. Og onkur annar kundi
halda sín 50 ára føðingardag
umborð á Norrönu.
So millum hesi 1000 ferða
fólkini vóru ymisk endamál
við ferðini. Men uttan eina
trygga farleið við Norrönu
var hesin serstaki møguleikin
ikki til staðar.
Úrval
Henda kvinnan av bygd hevði
altso bara eitt í kvittanini – at
keypa inn. Og tað gjørdi hon
so sanniliga.
Eg hevði hoyrt frá øðrum,
at tað skuldi vera sera bíligt
her. Og tað var tað so sanni
liga, sigur hon.
Hon legði eisini merki til,
at úrvalið av vørum var so
ótrúliga stórt og øðrvísi enn
hjá okkum.
Tað er so púra sikkurt, at
eg ætli mær aftur higar eina
aðru ferð. Og tá er spurn
ingurin, um eg fari at keypa
nakra jólagávu í Føroyum
frammanundan, sigur hon.
Í gjár kom henda kvinnan
og hini 1000 fólkini aftur í
land, - ein góðan túr ríkari,
men kanska fíggjarliga
fátækari!
Undirhald
Mánamorgunin var ein
øgilig stákan á bryggjuni í
Havn, tá Norröna legði frá
landi.
Farið varð av Havnini
kl. 10, og 22 tímar seinni
skuldi skipið so leggja at í
Peterhead. Hetta var, sum
skiltist, fyrstu ferð at eitt
slíkt skip hevði lagt at í hesi
størstu fiskivinnuhavnini í
Europa.
Hóast 22 tímar kann tykj
ast sum ein long tíð, so varð
alt gjørt umborð fyri at stytta
ferðafólkunum um ferðina.
Her skuldu øll kunna hugna
sær sum best, bæði børnini,
tey ungu og tey tilkomnu.
Tí hevði ein lagt eina
fjølbroytta skrá við undir
haldarum, sum hava prógvað
at tey duga at bergtaka fólk
á landi. Og mín sann, um
tey ikki eisini dugdu tað á
sjógvi!
Angela og Hannibal
vóru tey, sum tóku sær av
undirhaldinum fyri børnini
– og tey vaksnu eisini. Við
søgum, kappingum og práti
dugdu tey at bergtaka børnini
á ein serstakan hátt.
At tey vóru á pallinum
tvær ferðir, tað gjørdi ong
an mun. Børnini sótu við
stórum eygum og lurtaðu
eftir teimum og svaraðu til,
tá okkurt var, sum tað ikki
átti.
Tað hevði eisini eydnast at
fáa Føroya stuttligasta mann,
Hilmar Jan Hansen við sær
umborð. Hann var á pallinum
bæði sum undirhaldari
og sum fyristøðumaður í
Syngið Við-tiltøkunum um
kvøldarnar.
Og tá hann var liðugur við
sítt, tóku Showmenn yvir
við tónleiki. At hesir fýra
tónleikasnillingarnir duga
sítt kram er eingin ivi um, og
tað prógvaðu teir til fulnar á
hesum túrinum.
Tað vóru eisini onnur
tiltøk á skránni. Millum
annað var skipað fyri fleiri
bingospølum, har tann eini
høvuðsvinningurin var ein
cruiseferð til Bergens.
Avstað aftur
Longu í heyst lýsti Smyril
Line við hesi ferðini, og tað
var rættiliga skjótt at fólk
fóru at tekna seg.
Og tá Norröna legði frá
landi, var skipið at kalla
fullsett av spentum og keyps
hugaðum føroyingum.
Tann stóri spurningurin
er so, um ein líknandi túrur
verður aftur komandi ár. Tað
eru flestu ferðafólkini helst
samd um, men í síðsta enda
er tað so leiðslan í fyritøkuni
sum tekur avgerð um tað.
Lítil ivi man kortini vera
um, at handlarnir í Aberdeen
og í Peterhead hava gjørt
kvettið. Tað hevur hinvegin
helst gjørt sítt til, at fólk
eisini brúktu meiri pening
umborð.
So her skuldu verið øll
líkindi fyri, at 1000 føroy
ingar aftrat kunnu fara á
jólatúr aftur komandi ár.
Jóla(innkeyps)ski
Tær syngja við og hugna sær, meðan Regin
Jacobsen spælir uppá harmoniku
Handilsmiðdepilin ”Bon Accord” í
Aberdeen forvann nógvan pening frá
føroyingum. Her var pyntað til jóla og
tað hjálpti helst eisini uppá keypshugin