fríggjadagur 23. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
27
Fjórða sunnudag í
advent var hátíðar
gudstænasta í Rituvík,
har Føroya biskupur,
Hans Jákup Joensen
prædikaði. Hjá
staddir vóru eisini
Føroya dómpróvstur,
Bjarni Bech, eins
og fyrrverandi
presturin, Jónsvein
Bech og núverandi
presturin, Mein
hard Bjartalíð. Væl
av fólki var í kirkju
kl. 11, eins og til
altargudstænastuna
kl. 17. Aftaná var
borðhald í Missións
húsinum
Orð D.P. Højgaard,
myndir: Tóki Højgaard
og Thomas Kjelnæs
Rituvíkar Kirkja er vígd
av Jákupi Joensen, próvsti,
hin 18. desember, 1955.
Henda dagin fóru trý børn í
bygdini til dópin. Hesi vóru:
Oddmar Olsen, Annlina
Olsen og Jana Højgaard.
Kirkjan stóð í gerð1953-55,
og er í stóran mun bygd við
sjálvbodnari arbeiðsmegi;
men fyri arbeiðinum stóð
Jógvan Lamhauge, sáli.
T.d. Eiler Einarsson sigur
soleiðis frá vígsluni: »eg
minnist at øgiliga nógv fólk
var allastaðni. Úti á vegnum
gekk fólk og øll hús vóru á
tremur av fólki - sum hava
verið skyldfólk, vinfólk og
avbygdafólk. Sjálv vígslan
tóktist at taka langa tíð - hjá
einum 7 ára gomlum smá
drongi sum mær. Hon hevur
helst vart í einar 2 tímar.«
Tá ið ódnirnar herjaðu
seinast í áttati árunum var
um reppið, at kirkjan fór
av illveðri; men væl var
smíðað - húsið helt, hóast
stórt glopp kom í millum
skip og sakristi. Í hesum
sambandi renna tær í huga
orðini, »men um Harrin
ikki byggir húsið, arbeiða
smiðirnir til fánýtis«. Ein
fyribils umvæling eydnaðist
og seinni er kirkjan styrkt
og sett í stand aftur. Tí kom
seinni tað hugskot fram at
planta trø kring kirkjuna,
til tess at gera tað sum
menniskjaliga er møguligt at
verja móti komandi ódnum.
Børn úr bygdini, skótar og
úlvar hava tessvegna 2002-
2004 plantað uml. 300 trø
og runnar suður- og vestur
av kirkjuni. Ætlanir eru um
at halda fram við hesari
planting, bygdini og kirkjuni
til prýðis og verju.
Kirkjan er bygd í einum
tíðarskeiði við streikum
og lítlari inntøku. Tí er tað
merkisvert, hvussu høgt
bygdarfólkið hevur raðfest
týdningin av at fáa ein
halgidóm í bygdini, sjálvt í
ringum tíðum. Bygdarfólkið
stóð væl saman um tiltakið.
Kvinnurnar skipaðu fyri
basarum, lutaseðlum og
peningainnsavning. Menn
inir tóku sær mest av sjálvum
byggiarbeiðinum. Úrslitið
var ein stór, rúmlig og
prýðilig kirkja, sum enn í dag
boðar fólki gleðiboðskapin
og er karmur um gleði og
sorg í bygdini. Har verða
børn borin til dópin, børn
verða konfirmerað, pør
verða vígd - og haðani fer
bygdarfólki seinastu ferðina
á foldum. Í nærum sjúti ár, í
tíðini 1873-1949 vórðu fólk
í Rituvík jarðaði á Nesi, har
kirkja og kirkjugarður var.
Ein forsprákari fyri at fáa
kirkjugarð í bygdini, var
Joen J. Petersen. Hann doyði
hin 23. apríl, 1949, meðan
kirkjugarðurin stóð í gerð.
Avgjørt varð, at hann skuldi
jarðast í Rituvík og varð
tí kirkjugarðurin vígdur í
sambandi við jarðarferðina
hjá Joen Jacob (kelda:
Eiler Einarsson, Rituvík).
Skúli varð bygdur í 1898
og varð lestur eisini lisin
har, til Missiónshúsið kom
í 1935. Hesir bygningar
blivu somuleiðis bygdir
av bygdarfólkinum; men
størsta takið bleiv kirkjan
- sum eisini eydnaðist væl,
vegna eitt ótrúligt áræði,
treiskni og arbeiðssemi hjá
fólkinum. Rituvíkar Kirkja
stendur enn í dag - fimti ár
seinni - sum týðulig boð um,
at samanhald gevur styrki í
øllum lívsins viðurskiftum.
Rituvíkar Kirkja 50 ár