Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-23, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 247 - 23. desember 2005 Norðurlendskt kunningarnet við upplýsingum um sjóføði stovnað www.seafoodnet.info Endamálið við verkætlanini er at fáa í lag eitt varandi norðurlendskt kunningar- og samskiftisnet um sjó- føðisúrdráttir og gagnnýtslu av til- feingið havsins. Verkætlanin er fíggjað av Norðurlendska Ministararáðnum (NSK og NEF) og Rannsóknastofnun fiskiðnaðarins (Rf), ið samskipar verkætlanina. Kunningarnetið er ein samvinnu- verkætlan við umboðum úr Íslandi, Danmørk, Finnlandi, Sviaríki, Noregi og Føroyum. Endamálið er at gera ein samskipanar- og kunningarpall við eitt nú slóðum, vøkuvirksemi (monitoring activities), EU-boðskriv- um, leiðreglum, frásagnum og talvum um evnafrøðilig innihaldsevni, tvs., føðsluevni og dálkingarevni í sjóføði. Verkætlanin byrjaði formliga í novembur ár 2004 og fyrsti verk- ætlanarfundurin varð hildin í Reykjavík í Íslandi í april 2005. Á fyrsta fundinum luttøku serfrøðingar í fiskaføðsluevnum og dálkingarevnum úr Íslandi, Danmørk, Finnlandi, Sviaríki, Noregi og Føroyum. Á fundinum varð tørvurin á betri samskipan av mátiháttaløgum (mátimetodum) og úrslitum umtalaður við tí endamáli, at betra samanberingargrundarlagið fyri data um føðsluevni og dálkingarevni í sjóføði. Umrøddir vórðu eisini møgu- leikarnir fyri at stovna eitt felags norðurlendskt kunningarnet um millum annað tryggleikan at eta heilsufremjandi sjóføði úr einum alsamt meiri dálkaðum havi. Høvuðsniðurstøðurnar vóru hesar: Tað hevur higartil verið trupult at samskipa og sammeta sjóføðisdata frá ymiskum keldum. Hetta er vegna vantandi felags leiðreglur um sýnistøku og nágreiniligar grund- leggjandi upplýsingar um sýnini og mátiúrslitini. Ymiskar forðingarnar vórðu eyð- merktar. Fleiri møguligar loysnir, sum kunnu økja og betra samanberingar av sjóføðisdata í framtíðini vórðu umtalaðar. Avgjørt varð at seta á stovn eitt felags norðulendskt alnótarstað við slóðum til týðandi upplýsingar og kunning um sjóføði. Eitt nú evnafrøðiliga samanseting av sjóføði, tryggleika og møguligar vandar av at eta sjóføðisúrdráttir. Hvørt landið sær fer at hava ábyrgdina av at gera kunningarskjøl og harvið tryggja, at upplýsingarnar eru dagførdar. Høvuðsúrslitið frá verkætlanini er eitt netstað (www.seafoodnet.info), ið savnar saman norðurlendska kunning, upplýsingar og data um sjóðføði úr norðurhøvum. Granskingarkjarnin í evnafrøði og lívtøkni Heilsufrøðiliga Starvsstovan V. U. Hammershaimbsgøta 11 100 Tórshavn t-bræv: horaldurj@hfs.fo heimasíður: www.hfs.fo www.fvg.fo P. S. Upplýsing um fisk og fiskiveiðu finst eisini á føroysku heimasíðuni: www.fiskin.fo Lesið Sosialin - so eru tit við