fríggjadagur 23. desember 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
39
Mikudagin
handaði Eyðun á
Rógvi, formaður í
Fíggingargrunninum,
Bárði Nielsen álit um
ætlaðu einskiljingina
av Føroya Banka
Einskiljing
Jákup Mørk
Mikudagin fekk Bárður
Nielsen, landsstýrismaður
í fíggjarmálum, handað
álit, sum nevndin í Fígg
ingargrunninum
hevur
gjørt. Álitið snýr seg um,
hvussu einskiljingin av
Føroya Banka best kann
fara fram. Og sambært
landstýrismanninum
er
talan um eitt sera gott
arbeiðsamboð, nú einskilj
ingartilgongdin av álvara
skal leggjast til rættis.
Til at gera álitið hevur
nevndin nýtt corporate
finance eildina hjá donsku
Alfred Berg, sum er partur
av ABN Amro samtakinum.
Sum íløgubanki hevur hend
an fyritøkan drúgvar royndir
arbeiðum við prospektum.
Hartil er ráðgeving frá
SPEKT og Rasmussen &
Weihe eisini fingin til vega.
Hesar báðar seinastu nevndu
eru grannskoðararnir, sum
Føroya Banki nýtir.
Sjálvur staðfestir Bárður
Nielsen, at talan fyrst og
fremst er um eitt sera gott
arbeiðsamboð, nú lands
stýrið skal leggja endaliga
einskiljingarleistin til rætt
is.
- Hetta er sum so ikki
nakað tilmæli um, hvussu
ein einskiljing skal fara
fram. Arbeiðssetningurin
hevur verið at lýsa allar
fyrimunir og vansar við
ymsum modellum. Millum
annað, hvørja ávirkan hesi
hava á søluvirði, strategisku
møguleikar
bankans
framyvir o.s.fr.
- At enda er alt hetta so
lýst í einum sonevndum
kriteriumsparametri. Hetta
soleiðis at vit síggja,
júst hvørja ávirkan ymsu
modellini væntandi hava
á ymsu atlitini, sum skulu
takast í eini einskiljingartil
gongd.
Vil tað siga, at hetta álitið
á ongan hátt skal metast
sum eitt tilmæli um, hvussu
einskijlingartilgongdin skal
verða?
- Tað er rætt. Hetta er fyrst
og fremst eitt arbeiðsamboð,
sum politiski myndugleikin
fær útflýggja sum partur av
metingargrundarlag sínum,
sigur Bárður.
- Skal tosast um nakað
tilmæli í øllum hesum,
so er tað, at ein fullkomin
einskiljingarleistur er klárur,
tá vit fara í holt við at selja
av ognini. Hetta soleiðis at
fyrstu møguligu keypararnir
eru fult greiðir um, hvussu
tilgongdin skal verða. Og
eisini at tað er ein samdur
politiskur myndugleiki, sum
fer undir hetta, soleiðis at
støðugt kjak um møguligar
broytingar í leistinum
ikki tekur seg upp, meðan
tilgongdin stendur við.
Jólalesnaður
Landstýrismaðurin leggur
annars dent á, at enn er einki
endaliga avgreitt viðvíkjandi
einskiiljingarleistinum hjá
bankanum. Heldur ikki,
hóast tað í løgmansrøðuni
varð sagt, at bankin skuldi
einskiljast í fýra pørtum í
2006, 2008, 2010 og 2012.
- Tað er sjálvandi út
gangsstøðið. Men koma vit
fram til, at tað skilabesta er
at avhenda alt í einum, so
er tað eisini hugsandi. Fyrst
og fremst, so ræður um at
viðgera málið væl og virði
liga.
Og hvør verður so leisturin
í hesari viðgerð?
- Sjálvur ætli eg mær so,
at landstýrismenninir og
einskiljingarnevndin skulu
fáa eitt eintak av álitinum
hvør áðrenn jól. Síðani
verður væntandi sett hol á
sjálva viðgerðina einaferð
í januar mánaði. So fáa vit
at síggja, nær ein endalig
semja um leistin fyriliggur,
staðfestir Bárður Nielsen at
enda.
+
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
King Kong
Mánadag
26.12
kl. 18.30
kl. 22.00
Týsdag
27.12
kl. 18.30
kl. 22.00
Mikudag
28.12
kl. 18.30
kl. 22.00
Hósdag
29.12
kl. 18.30
kl. 22.00
Fríggjadag
30.12
kl. 18.30
kl. 22.00
Narnia - Løven, Heksen og
Garderobeskabet
Mánadag
26.12
kl. 16.00
kl. 19.00
Týsdag
27.12
kl. 16.00
kl. 19.00
Mikudag
28.12
kl. 16.00
kl. 19.00
Hósdag
29.12
kl. 16.00
kl. 19.00
Fríggjadag
30.12
kl. 16.00
kl. 19.00
Just like Heaven
Mánadag
26.12
kl. 22.30
Týsdag
27.12
kl. 22.30
Mikudag
28.12
kl. 22.30
Hósdag
29.12
kl. 22.30
Fríggjadag
30.12
kl. 22.30
Peddersen og Findus - Nissemaskinen
Mánadag
26.12
kl. 16.30
Týsdag
27.12
kl. 16.30
Mikudag
28.12
kl. 16.30
Hósdag
29.12
kl. 16.30
Fríggjadag
30.12
kl. 16.30
Distribueret af UIP
www.narniafi lmen.dk
www.kingkongfi lmen.dk
Fra instruktøren af
'Ringenes Herre' trilogien
Peter Jackson
FRUMSÝNING
Einskiljlingarálit um Føroya Banka:
Jólalesnaður til landstýrið
Ein av persónunum, sum
hevur givið sítt íkast til
álitið, sum er latið Bárði
Nielsen er Súni Schwartz
Jacobsen. Hetta hevur hann
gjørt í leiklutinum sum
annar av grannskoðarunum
hjá Fíggingargrunninum,
sum eigur bankan.
Sami Súni er tó í vikuni
presenteraður sum komandi
stjóri í bankanum, og tí er
kanska ikki annað enn
náttúrligt, at spurnartekin
verða sett við hansara leiklut
í hesum. Eitt spurnartekin,
sum Súni tó sjálvur tekur
rættiliga róliga.
- Fyrst og fremst, so er
hetta eitt arbeiði, sum hev
ur strekt seg yvir langa tíð.
Harafturat eru trý ymisk virki
um at skriva frágreiðingina.
Mín persónur hevur als ikki
verið upp á tal sum møgu
ligur bankastjóri, tá hetta er
gjørt.
- Hartil fevnir frágreiðingin
einans um lýsing av
møguligum hættum at ein
skilja Føroya Banka. Frá
greiðingin gevur eingi til
mæli um, hvør leistur skal
veljast. Tað er upp til eigaran
av bankanum, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
-mørk
Hevur arbeitt sum grannskoðari
Jólalesnaðurin hjá Bárði Nielsen og hinum landstýrismonnunum tykist bjargaður. Sjálvur sigur fíggjarmálaráðharrin í øllum
førum, at tær 66 síðurnar í álitinum skulu lesast væl og virðiliga komandi dagarnar