týsdagur 7. november 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 7. november 2000
15
14
Nr. 214 - 7. november 2000
Andras L. Samuelsen
Valevni til Tórshavnar
býráð
Hvat kanst tú geva av
íblástri til Tórshavnar
kommunu, spyrji eg
meg eftir at hava játtað
at verða valevni til bý-
ráðið fyri Sambands-
flokkin.
Eg fari at átaka mær
hesa ábyrgd við vanlig-
um skynsemi, og royna
tað eg kann fyri at okk-
ara skattakrónur verða
nýttar á ein tílíkan hátt,
sum koma øllum borg-
arum tilgóðar; tó skulu
teir yngru og eldru
borgararnir setast
fremst, tí gongur teim-
um væl, gongur eisini
okkum væl.
Niðanfyri nevndu mál
vil eg tí frammarlaga av
verkum at fremja:
1. Dagføring av
fólkaskúlunum.
1 Fólkaskúlalógin
krevur nýggjar og øðr-
vísi arbeiðshættir, sum
hølini ikki lúka. Komm-
unalu fólkaskúlarnir
eiga tí at bjóða næming-
unum betri og rúmligari
hølisviðurskifti, soleiðis
at skúlarnir gerast eitt
betri arbeiðspláss hjá
børnunum og teimum
ungu at búleikast í; eitt
stað har tey ikki bara
læra, men eisini trívast
væl., Fólkaskúlarnir
mugu tí út- og um-
byggjast.
2. Útbygging av dag-
stovnum.
1 Eitt mál, sum ný-
valda býráðið má loysa
skjótt, eru umstøðurnar
hjá teimum yngstu,
sjálva byrjanina í
kommununi. Tað er ikki
rætt, um munur er á,
nær tú ert føddur, eitt ár
við bíðilista til dagstovn
og dagpleygu, ella eitt
ár við ongum bíðilista.
Tað eigur at vera ein
rættur hjá smábørnum
at sleppa á dagstovn
ella dagpleygu, um so
foreldrini ynskja tað av
námsfrøðiligum ella
fíggjarligum ávum.
3 Býráðið skal gera
ein ítøkiligan eldra-
politikk.
1 Teir eldru borgarar-
nir verða fleiri og fleiri.
Tað er umráðandi, at
kommunan býður eldru
borgarunum í kommun-
uni fjøltáttaðar møgu-
leikar. Eldri borgarar,
sum ynskja tað, skulu
hava valmøguleikar at
búseta seg t.d. í íbúð-
um, sambýlum ella á
ellisheimum.
4 Tórshavnar
kommuna eigur at
geva teim ungu fjøl-
táttaðar avbjóðingar.
1 Kommunan stendur
á gáttini til ein umfat-
andi vøkstur. Møguleik-
in fyri eini stórbýar-
mentan er skjótt at
hugsa. Býráðið eigur at
fara virkið inn at fyri-
byrgja ungdómsbrots-
verkum. Hetta kann
gerast við at vísa væl-
vild til aðrar møguleik-
ar fyri tey ungu. T.d.
samverustað fyri ung
undir 18 ár; koyribreyt
til súkklu, prutl, motor-
súkklu og bilar; klintri-
veggir undir skipaðum
viðurskiftum.
5 Ferðsluviðurskift-
ini skulu lagast eftir
einum stutttíðar- og
langtíðarpolitikki.
1 Borgarar skulu
kunna ganga tryggir,
eisini í regni, mjørka,
vindi og hálku. Bil-
ferðsluruðuleikar skulu
loysast skjótt, tí ferðslu-
óhapp bíða ikki eftir
loysnum.
1. januar leggja
Kollafjarðar og Tórs-
havnar kommuna sam-
an, og er hetta sostatt
fyrstu ferð at borgarar í
Kollafirði, Signabø,
Oyrareingjum, Tórs-
havn, Hoyvík, Argjum,
Kaldbak, Hvítanesi,
Norðadali, Kaldbaks-
botni, Syðradali, Sundi
og Mjørkadali skulu
velja umboð í Tórs-
havnar býráð. Í einari
kommunu eiga borgarar
at hava somu rættindi
og skyldur. Hetta verður
ein stór avbjóðing fyri
komandi býráð at fara
undir.
Eftir mínum tykki
eigur Tórshavnar
kommuna, sum tann
størsta og við høvuðs-
staðnum, at vera fyri-
mynd, fyrst og fremst
við barna-, ungdóms-
og eldrapolitikkinum.
Heðin Mortensen
næstformaður í Uttan-
landsnevndini
Væl veit eg, at Hergeir
Nielsen ringdi alt Amerika
runt, fyri at finna Jenis av
Rana, so at hann kundi
koma yvir til Danmarkar
sum fjórði limur í uttan-
landsnevndini. Alt hetta,
fyri at okkara fornermaði
formaður, Hergeir Nielsen
kundi sleppa til tað landið,
sum hann ikki á nakran hátt
kann sameinast við?
Tað er Hergeiri Nielsen
so líkt at siga eini ósannindi
nóg ofta og so halda at
fólkið til endans trýr tí, sum
hann sigur. Seinasta dømið
um hetta, er »frágreiðing«
hansara um arbeiðið í
Uttanlandsnevndini. Her
roynir Hergeir at lýsa and-
støðuna á tingi (við undan-
tak av »tí seriøsa Miðflokk-
inum«) sum fólksins fígg-
inda.
Tað má sigast at vera
løgi, at eitt landsstýri fer at
samráðast um nakað, sum
fólkið í landinum ikki vil
hava, og við á ferðini, eru
nakrir fornermaðir løg-
tingsmenn, sum treiskast
ímóti meirilutanum í uttan-
landsnevndini, og so skulu
hesir útnevna hvør er fólks-
ins fíggindi.
Gongdin í arbeiðinum
Gongdin í málinum er
handa, harra Hergeir Niel-
sen:
Fundur bleiv ásettur í
Uttanlandsnevndini týsdag-
in 24. oktober kl. 8:15, har
løgmaður saman við polit-
ikarum og embætisfólki
greiddi frá fundinum við
Frank Jensen, og uppleggið
til samráðingar við donsku
stjórnina.
Løgmaður saman við
fylgi fór av fundi kl. 9:50.
Tá ið ikki meira hesum
viðvíkjandi var á skránni,
spurdi undirritaði nær í
næsti fundur bleiv og hvar.
Eisini bleiv spurt av undir-
ritaða um ætlanin var at
uttanlandsnevndin skuldi
við til Danmarkar.
Aftaná henda spurning
kemur spakuliga fram úr
formanninum, ja, tað helt
hann vera rímiligt.
Um formaðurin í uttan-
landsnevndini ætlaði at
nevndin skuldi við til Dan-
markar, so hevði hann vita í
mánaðar nær fundurin við
donsku stjórnina skuldi
verða. At koma úr skí-
maskoti við ringari sam-
vitsku yvirfyri nevndini, og
siga nakrar fáar tímar
áðrenn fráferð, at fundur
bleiv í Danmark, ja tað má
kallast planlegging við lít.
Hvat hava vit so í vænti av
hesum monnum, sum ætla
at slíta okkum úr ríkisfel-
agsskapinum fyri einhvønn
prís?
Fýra av limunum í uttan-
landsnevndini
boðaðu
beinanvegin frá, at teir
komu ikki at verða til stað-
ar til fundin í Danmark.
Grundgevingin var hin
sama sum seinast, at fund-
arstaðurin hjá uttanlands-
nevndini er í Føroyum, og
at løgmaður kunnar nevnd-
ina so skjótt sum hann
kemur heimaftur.
Tað bleiv ført inn í gerða-
bókina, at nú hevði formað-
urin hervið fingið fráboðan
um at ikki bar til at seta
fund í Keypmannahavn.
Til Danmarkar
at venda
Kortini hevur formaðurin,
ímóti øllum rættindum, sett
fund at verða í Statsminist-
eriinum hósdagin 26. okto-
ber kl. 13:30. Uttanlands-
nevndin hevur ikki heimild
at luttaka í sjálvum samráð-
ingunum, og hon kann
heldur ikki halda innanhýs-
is fund, tí hon er undir-
mannað. Ella sagt við øðr-
um orðum: Uttanlands-
nevndin er farin til Keyp-
mannahavnar fyri at stað-
festa, at eingin fundur verð-
ur.
Við á ferðini er ein ting-
maður úr Miðflokkinum,
sum ikki er limur í uttan-
landsnevndini. Hesin um-
boðar tað, sum Hergeir
Nielsen kallar »tann seriøsa
partin
av
andstøðuni«.
Sambært
tingskipanini,
hevur hesin (um hann kem-
ur á fund) ikki loyvi at taka
orðið, ella at síggja- ella fáa
útleverað tilfarð, sum verð-
ur lagt fyri fundin. – Jú
sanniliga ljóðar hetta seri-
øst.
Løgtingsskrivstovan hev-
ur ikki sent ráðgeva ella
skrivara við til Danmarkar,
og ferðaseðlar, hotel og
aðrar útreiðslur verða ikki
goldnar av løgtinginum.
Hesir løgtingsmenn eru við
formanninum í uttanlands-
nevndini á odda farnir við
til samráðingarnar sum
privatpersónar. Spurningur-
in er so, um allir føroyingar
(einir 50.000 í tali) kunnu
møta upp næstu fer?
Gloymið ikki útjaðaran
Teir yngru og eldru
borgararnir
Er formaðurin í Uttanlands-
nevndini við síni fullu fimm?
Absalon Matras
valevni á sambands-
listanum
Vit hava seinastu tíðina
hoyrt nógv um útjaðaran.
Vit eiga at ansa eftir, at ikki
alt endar í høvuðsstaðar-
økinum, meðan bygdirnar
spakuliga doyggja út.
Tað gleðir meg, at Sam-
bandsflokkurin hevur lagað
tað so, at fólk sum búgva í
útjaðaranum í kommununi
eisini eru við á listanum til
býráðsvalið.
Sum búgvandi í hesum
økjum kunnu vit so gera
vart við viðurskifti á staðn-
um, eins og í kommununi
annars, til frama fyri allar
borgarar í kommununi.
Koyrivegurin
Í nøkur ár hevur verið ar-
beitt uppá vegin millum
Klaksvík og Norðoyri. Veg-
urin er breiðkaður nógv, og
er tað nú ein fragd at koyra
eftir honum. Men enn
manglar nakað í áðrenn
vegurin er komin heilt út til
gomlu bygdina, sum ætl-
anin er.
Tað hevur sum kunnugt
gingið ógvuliga seint við
Oyravegnum. Mær er sagt,
at orsøkin til tað er, at pen-
ingur ið var settur av til
endamálið er fluttur og
brúktur arðastaðir. Um so
er, eigur kommunan at
mótmæla, at slíkt fer fram.
Sum kunnugt er vega-
gerð millum bygdir ikki
kommunumál, men lands-
mál. Men hóast hetta eigur
komandi býrað at streingja
á landsmynduleikarnar, fyri
at fáa Oyravegin gjørdan
lidnan.
Saman við vegnum fær
bygdin eisini nýggja vatn-
veiting. Hetta síggja vit
fram til, tá verandi vatnveit-
ing ikki er nøktandi.
Spælipláss
Tað eru alt ov fá spælipláss
í kommununi. Hóast fleiri
útstykkingar eru gjørdar
seinnu árini, hevur ikki ver-
ið hugsað um spælipláss og
harvið trivnaðin hjá børn-
unum.
Spæliplássini
í
Klaksvík eru gomul, og tí
búgva mest eldri fólk, har
hesi eru. Úrslitið er, at
børnini spæla á koyrivegn-
um til stóran ampa fyri
ferðsluna, og foreldrini
kenna seg eisini sera ótrygg
við støðuna.
Norðoyri er ikki nakað
undantak í so máta. Fleiri
nýggj hús eru bygd og ung-
ar familjur fluttar til. Har-
afturat
eru
dagrøktar-
mammur úti á Oyri, sum
ansa børnum úr Klaksvík.
Men spælipláss er einki.
Eg meini, at tá kommun-
an fer undir nýggjar út-
stykkingar, so eigur spæli-
pláss at vera ein náttúrligur
partur av hesum arbeiði.
Eitt spælipláss ger ikki eina
útstyikking nevnivert dýr-
ari. Tað sum skal til, er at
slætta eitt øki og hegna tað
inni. Restina kunnu børn og
vaksin byggja upp yvir
eina tíð.
Annars er at fegnast um
alt tað virksemi, ið vit hava
í dag og sum gevur vaks-
andi inntøkur til kommun-
una.
Vit eiga at minnast til, at
tað skulu breiðir herðar til
at bera góðar tíðir, og her
vilja vit á sambandslistan-
um leggja rygg til.
VIÐMERKINGAR
Tíðindaskriv
Á Sandi 30 okt. 2000
Barnagarðurin á Teig-
unum varð fyrireikaður
og bygdur av privatper-
sónum í einum tíðarbili,
har Sands kommuna
hvørki hevði tøkan pen-
ing ella lánimøguleikar
til at eina verkætlan av
slíkum slagi.
Sands kommuna
hevði í skrivi til eigarar-
nar, sagt seg vilja fyri-
reika sjálvsognarstovn,
sum skuldi leiga Barna-
garðin á Teigunum.
Seinni vísti tað seg at
vera trupult at koma
ásamt um røttu leigu-
upphæddina. Ikki minst
tí partarnir vóru grund-
leggjandi ósamdir um
hvørt eigararnir skuldu
reka útleigaðu ognina
við undirskoti, ella ikki.
Samstundis er fíggj-
arliga støðan hjá Sands
kommunu batnað, og
greiða ynski hjá komm-
ununi hevur nú verðið
at keypt Barnagarðin á
Teigunum. Á henda hátt
metir kommunan seg at
spara pening og kemur
sjálvandi eisini at eiga
barnagarðin eftir eitt
ávíst áramál.
Eigararnir, sum síggja
lítla meining í at eiga
ein barnagarð ið ikki
verður brúktur til enda-
málið, eru tí gingnir við
til at selja barnagarðin
fyri 1,5 mió.kr.
Á henda hátt vóna
báðir partar at hava
loyst málið um Barna-
garðin á Teigunum, á
ein hátt sum gagnar øll-
um í bygdini. Allarmest
børnunum, sum eftir
ætlanini sleppa í barna-
garð undan jólum.
Virðingamest
Eyðun Viderø, Sands
Kommuna
Páll á Reynatúgvu,
Sp/f Partú
Hendrik Thomsen
valevni Javnavarfloksins
Uppgáva Býráðsins er mill-
um annað at skapa trivna
fyri borgaranar allar.
Fyri børnini so tey kunnu
vera trygg, tá samfelagið
hevur boð eftir foreldrun-
um til arbeiðis.
Fyri teimum ungu, so tey
kunnu fáa útbúgvingar og
búðstaðarmøguleikar, sum
svarar til tíðarinar krøv.
Fyri teimum, sum eru á
arbeiðsplássunum og bera
samfelagsins byrðar.
Fyri teimum gomlu, sum
ikki arbeiða meira.
Fyri teimum, sum av eini
hvørjari grund blivu sett
uttanfyri, og sum eingin
sýnir áhuga fyri.
Fyri øllum hesum sam-
felagsbólkum
skal
tað
verða rúm fyri. Tað er upp-
gáva teirra fólkavaldu at
skipa so fyri, at eingin
verður gloymdur. Hvussu
náa vit hesum máli er væl
tann stóri spurningurin.Tað
verður helst ikki rúm fyri at
koma við uppskotum til
allar loysninar í hesi grein,
men i komandi greinum
vilja onnur uppskot koma.
(Børnini). Tað vísur seg
at vera ein stórur tørvur á at
fáa børn í barnagarð og
vøggustovu. Tað
verða
bygdir stovnar, og aðrar
loysnir verða royndar. Men
tørvurin
bert
veksur.
Kanska eru tær framdu
loysnir ikki nøktandi einsa-
mallar.
Tað hjálpir ikki bara at
demma fyri, trykkið má
takast av á annan hátt.
Ásannandi at tað sjálvandi
skal standa einum og hvørj-
um barni eitt trygt ansing-
arpláss í boði, vildi tað
hjálpt munandi, um for-
eldrafarloyvistíðin
bleiv
longd upp í 2 ár, hetta krev-
ur sjálvandi eisini vælvild
frá landspolittikarunum.
Farast má eisini undir at
skapa
møguleikar
fyri
bygging av húsum og íbúð-
um, sum fólk kunnu búgva
í, uttan at bæði foreldurini,
skulu verða trælir hjá pen-
ingastovnunum meginpart-
in av lívinum. Og hvørki
hava ráð ella tíð til síni
egnu børn.
Hildur Eyðunsdóttir
valevni hjá Tjóðveldis-
flokkinum
Tað er náttúrligt at vit
krevja
ábyrgdarfullar
landspolitikkarar, men tá
talan er um kommunal-
politikk tykist hugburðurin
at verða ørðvísi. Í degi og
viku nú eitt kvøldi var spurt
um týdningin av kommun-
alpolitikki, og eg skilti á
teimum spurdu at tað var
mest ein spurningur um
kantsteinar og snøggar gøt-
ur, og her í Havn kanska
heldur um bíðilistar. Førdi
politikkurin í kommunun-
um hevur stóran týdning
fyri hvussu vit liva í hesum
landi. Hetta hevur serliga
stóran týdning nú vit stýra
móti fullveldi. Eg ynski
fullveldi og ynski at tjóðin
mennist og sleppur at virkja
javnbjóðis aðrar tjóðir.
Men skal tað eyðnast til
fulnar, er eisini neyðugt at
vit hava ein góðan høvuðs-
stað sum gevur trivna til
allar borgarar. Hetta van-
liga valstríðið har valevni
lova at kroysta okkurt hiss-
ini mál ígjøgnum sum er
frammi í tíðini gevi eg ikki
nógv fyri, tí vit kunnu øll
rokna út, at við avmarkað-
ari fíggjarorku og íløgu-
karmi fáa vit ikki bæði
stovnspláss til øll, nóg
nógvar eldraíbúðir, íbúðir
til ung lesandi, ítróttarhallir
o.s.fr pluss øll hini val-
lyftini í einum valskeiði. Í
hvussu er ikki við nøktandi
góðsku. Vit kunnu gera
neyðloysnir sum tildømis at
skrumbla
eitt
stadion
ígjøgnum líkamikið hvussu
tað sær út, tí nøkur rópa
serliga hart, men hvørjum
tænir hetta í longdini?
Hugsjónir
Vit eiga at seta okkum stór
mál, hava hugsjónir og
verða opin og frísint, fyri at
lyfta býðin og bygdirnar
sum eru við í kommununi
upp á eitt hægri mentanar-
ligt og vinnuligt støði.
Tí haldi eg vit eiga at
leggja langtíðarætlanir fyri
best møguliga høvuðs-
staðnum, har hugsað verður
um heildina og raðfesta
hagani.
Kommunalpolitikkur
á hægri støði
Fleiri og størri uppgávur
verða lagdar út til komm-
unurnar at umsita og at
hava ábyrgdina av. Komm-
unurnar verða færri og
størri, og tað er tí átrokandi
neyðugt at kommunalpolit-
ikkurin kemur upp á eitt
hægri støði.
Tórshavnar
Kommuna
hevur sum stórsta komm-
una í landinum, og við
størstu fíggjarorku, eina
serliga skyldu at vísa á-
byrgd og at ganga undan í
kommunumálum og fram-
tíðar kommunalpolitiska
arbeiðslagnum. Kommun-
alpolitikkarnir eiga saman
við landspolitikkarunum at
byggja land til frama fyri
okkum øll.
Tíðindaskriv
Almanna- og heilsu-
málastýrið og Komm-
unulæknafelag Føroya
hava undirskrivað
nýggjan setanarsáttmála
fyri kommunulæknar.
Hesin sáttmálin avloysir
gamla sáttmálan við
Ríkisumboðið og tekur
støði í kommunulækna-
lógini frá 1999.
Nýggi setanarsáttmál-
in er galdandi frá 1.
apríl 2000 og lúkar tey
krøv, sum kommunu-
læknafelagið í løtuni
metir eru rímulig.
Í nýggja setanarsátt-
málanum hava vit mist
rættindi til fría íbúð og
onnur rættindi, sum vit
høvdu í gamla sáttmál-
anum. Kommunulækna-
felagið hevur lutvíst
fingið endurgjald frá
Føroya landsstýri fyri
hesi mistu rættindi.
Eftirútbúgving av
kommunulæknunum er
neyðug fyri at komm-
unulæknarnir framhald-
andi kunnu veita eina
nøktandi heilsutænastu
til borgararnar.
Kommunulæknafelag-
ið ásannar, at Føroya
landsstýri hevur tikið
sín part av ábyrgdin við
at viðurkenna eftirút-
búgvingartørvin og at
fíggjarliga stuðla eftir-
útbúgvingini av komm-
unulæknunum.
Landskassin rindar
eina grundupphædd til
hvønn kommunulækna.
Henda grundupphædd
kann nú vera ymisk frá
læknadømi til lækna-
dømi og betrar hetta um
møguleikan at fáa ósett
størv sett. Setanarsátt-
málin gevur nú møgu-
leika fyri at kommunu-
læknar deila sítt komm-
unulæknastarv við ann-
an lækna eftir samráð-
ingum millum komm-
unulæknafelagið og Al-
manna- og heilsumála-
stýrið.
Til setanarsáttmálan
er eisini undirskrivað
eitt protokollat, har
partarnir eru samdir at
seta eina nevnd, sum
skal kanna møguleikar-
nar fyri at fáa í lag eina
meira nútímans vaktar-
skipan. Nevndin skal
eisini koma við tilmæli
um vaktarskipan og
vaktarviðurskifti í økj-
um, har fáir kommunu-
læknar eru.
Frá Kommunulækna-
felag Føroya
Sands kommuna hevur
keypt »Barnagarðin
á Teigunum«á Sandi
Uppgávan at skapa trivna fyri øll
Býráðspolitikkur og fullveldi
Súsanna Dam
Hvør einasti dagur ber
nýggj tíðindi um, hvussu
Føroya Løgting lóggevur
seg frá sínum ábyrgdum,
fíggjarligum eins og øllum
øðrum.
Í hesum sambandi havi
eg nakrar sera nærliggjandi
og viðkomandi spurningar
viðvíkjandi Postverki Før-
oya.
Eingin peningur er settur
av á fíggjarløgtingslógini
til hetta góða postverk, og
tað er so sjálvandi, tí tjóð-
veldismenn yvirtóku í sín-
ari tíð postverkið, tí teir
mettu tað eina megnar inn-
tøkukeldu.
Sum
øllum
kunnugt, mistóku teir seg
eisini har, uttan teir tó hava
átikið sær ábyrgdina av
skeivleikanum.
So til spurningarnar.
Hvørja trygd havi eg fyri
míni inniogn á girokonto?
Hava vit sum viðskifta-
fólk nakra sum helst trygd
fyri, at tann peningur vit
lata postverkinum til víðari
avgreiðslu kemur í hendi á
rætta móttakara, um so
skuldið verið, at postverks-
kassin gerst tómur?
Vildi fíggjarmálaráðharr-
in mælt fólki til at flyta
pening sín burtur av post-
girokonto?
Kann Postverk Føroya
fara í gjaldssteðg?
Av tí at mong okkara
hava sera dýrt keyptar
royndir, hevði verið hóski-
ligt, at hesir spurningar
verða svaraðir á slíkan hátt,
at almenningurin fær høvi
til at kunna seg um viður-
skiftini.
Kann Postverk Føroya fara í gjaldssteðg?
VIÐMERKINGAR