Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 7. november 2000 21 gult cyan magenta svart 20 Nr. 214 - 7. november 2000 gult cyan magenta svart OPIÐ HÚS Í sambandi við at vit eru fluttir í egin hølir á Grønlandsvegi 58, hava vit opið hús fyri viðskiftafólki og áhugað um týsdagin tann 07.11.2000 ímillum kl. 15.00 & 18.00. Grønlandsvegur 58 Telefon 35 90 00 Fax 35 90 01 Stengavegur 3 Telefon 45 79 40 Fax 45 77 93 www.vision.fo vision@post.olivan f Í sambandi við at vit eru fluttir í egin hølir á Grønlandsvegi 58, hava vit opið hús fyri viðskiftafólki og áhugaðum týsdagin tann 07.11.2000 ímillum kl. 15.00 & 18.00 Havnin s‡ndi vakrasta b‡in Fimleikur or›: Jákup Mørk myndir: Jens K. Vang Eins og vanligt er á Fim- leikafagnaðinum, so fingu tey fýra feløgini, sum vóru umboðað, til uppgávu at lýsa eitt ávíst evni. Evnið hesa ferð var Bý- og bygdalív, og við rørsl- um, ljóðið og øðrum sansa- ligum effektum skuldi fel- øgini so sýna, hvussu teirra uppfatan og tulking av evn- inum var. Lat tað vera sagt beinan- vegin, at tað var sera ym- iskt, hvussu ymsu feløgini høvdu valt at tulka hetta. Hóast ymisk, so mundu teir mongu áskoðararnir vera samdir um, at allar fram- førslurnar á sín hátt vóru merkisverdar. At kalla hetta fyri eina ítrótt, tykist í slík- um førum als ikki vera nøktandi. Sjálvsagt er talan eisini um eina ítrótt, men harumframt var talan í fleiri førum um list. Eina fragd fyri eygað, sum í mangar mátar bergtók áskoðarar- nar. Originaliteturin Sum nevnt, so varð tað, tá saman um kom, Havnar Fimleikafelag, sum varð kosið til vinnara av kapp- ingini. Tað kann so avgjørt ikki hava verið nøkur løtt upp- gáva hjá dómarapanelinum at gera av, hvør skuldi vinna kappingina, men ser- liga var tað tó á einum øki, at teirra framførsla skilti seg burturúr. Í list verður ofta tikið til, um talan er um originalitet, og tað var eisini hetta, sum sermerkti framførsluna hjá Havnar Fimleikafelag. Ella skuldi man kanska sagt, at væntandi originalitetur gjørdi teirra framførslu til nakað serstakt. Í øllum før- um var tað soleiðis, at með- an hini feløgini í stóran mun løgdu dent á tað ab- strakta í sínari framførslu, so sást altíð beinanvegin, hvat tað var, sum fimleikar- arnir hjá Havnar Fimleika- felag royndu at ímynda. Fyri at verða verandi í ítróttatermilogiini, so varð farið beint eftir bóltinum, uttan at onnur órógvandi element vórðu drigin uppí, men við hesum skal einki takast frá framførslu felags- ins. Heldur ikki frá hinum feløgunum, tí allar vóru tær á sín hátt serstakar. Fult hús Í mun til undanfarnu ferðir- nar, tá Fimleikafagnaðurin hevur verið, var talan hesa ferð um triggjar sýningar, har talið áður hevur verið tvær. Hetta varð sambært fyri- reikarunum gjørt, tí áhugin fyri at síggja fagnaðin altíð hevur verið sera stórur. Tal- ið av fimleikarum var om- an fyri tey 500, og tí eru sjálvandi nógv foreldur og næstringar, sum vilja síggja børnini, umframt at tað sjálvandi eisini eru onnur, sum royna at halda seg framat. At tað var ein røtt avgerð at økja um talið av sýning- um, er helst einki at ivast í, nú sýningarnar eru farnar aftur um bak. Norðurlanda- húsið var nevnliga stúgv- Fimleikafagna›urin var› í Nor›urlanda- húsinum um viku- skifti›, og eftir fleiri framúr vakrar s‡n- ingar, var› Havnar Fimleikafelag at enda kosin sum vinnari andi fult allar dagarnar, og má hetta metast sum eitt stórt herðaklapp. Bæði fyri fyrireikarar og íðkarar. Samanumtikið var talan um eitt tiltak, sum føroysk- ur fimleikur av sonnum kann vera errin av. Bert spell, at tað skulu ganga tvey ár ímillum at slík tiltøk verða hildin, men hinvegin viðførir hetta eisini, at tráð- anin til tiltakið verður størri, og har við uppliving- in. Heilt slept upp á fjall verða fimleikaáhugað tó ikki. Hóast eingin Fim- leikafagnaður verður kom- andi ár, so verður tá talan um Fimleikadagar, og man spenningurin til hesar ikki vera minni.