hósdagur 29. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 250 - 29. desember 2005
Við fleiri væl kendum
og -profileraðum
andlitum, hevur
Føroya Banki av
álvara styrkt um
menningar- og
samskiftisdeild sína
STARVSSETANIR
Í tíðindaskrivi sigur Føroya
Banki, at nýggja deildini nú
er fullsett og klár at taka av
avbjóðingunum, sum fram
tíðin fer at bjóða. Deildin
verður umframt leiðaran,
Johnny í Grótinum, mannað
við fýra verkætlanarfólkum
og einum samskiftisfólki.
Verkætlanarfólkini eru Bri
an Smedemark, Brynhild
Høgnadóttir, Brynhild Set
berg og Kristina Háfoss.
Nýggja samskiftisfólk bank
ans er Uni Arge.
Brian Smedemark er 25
ára gamal og ættaður av Tvør
oyri. Eftir ætlan letur hann
inn sína høvuðsuppgávu
í búskaparfrøði í januar
2006, soleiðis at hann sum
nýklaktur cand.oecon av
Århus Universiteti kann
fara til verka í bankanum 1.
februar.
Brynhild Høgnadóttir er
37 ára gomul, ættað úr Havn
og búsitandi á Velbastað sam
an við manni sínum og teirra
trimum synum. Brynhild er
bankaútbúgvin og útbúgvin
verkfrøðingur frá Ingeni
ørhøjskolen í Ballerup.
Hon hevur síðstu fýra árini
starvast í bankanum, har hon
millum annað hevur ment
eitt nýtt konsept fyri virkna
kundarøkt.
Brynhild Setberg er 41 ára
gomul og býr í Havn, haðani
hon eisini er ættað. Síðani
Brynhild fyri 10 árum síðani
nam prógv sum cand.merc
á Copenhagen Business
School, hevur hon einamest
starvast við virkismenning.
Fyrst á donsku sjúkratrygg
ingarfyritøkuni IHI, har
hon millum annað hevði
ábyrgdina av at tryggja fyri
tøkuni atgongd til spanska
marknaðin, og síðani á
Tryggingarfelagnum Føroy
ar, har hon síðstu árini hevur
verið marknaðarleiðari.
Kristina Háfoss er 30 ára
gomul, ættað av Argjum og
búsitandi í Hoyvík saman
við manni sínum og teirra
tveimum børnum. Kristina
hevur embætisprógv í bæði
løgfrøði og búskaparfrøði
av
Keypmannahavnar
Universiteti. Hon hevur
síðstu tvey árini starvast í
Landsbanka Føroya, har hon
millum annað hevur fingist
við at menna føroyska virð
isbrævamarknaðin, VMF.
Uni Arge er 34 ára gamal,
ættaður út Havn, har hann
eisini er búsitandi saman
við unnustuni og teirra
tveimum døtrum. Uni tók
prógv sum journalistur í
1999 og hevur síðan tá starv
ast sum tíðindafólk á m.a.
Dimmalætting, Útvarpi Før
oya og Sjónvarpi Føroya.
Síðsta ár royndi Uni seg
eisini sum rithøvund við
bókaútgávuni ”Komin er nú
onnur øld”, sum viðgjørdi
viðkomandi samfelagslig
viðurskifti.
Nýggjárshald
í Runavík
Aftur í ár skipar nýggj
ársnevndin fyri nýggjárshaldi
á kaiini í Runavík. Byrjað
verður kl. 23.30 við kyndla
gongu oman á kaiina.
Kyndlagongan fer úr tveimum
støðum, frá Rókini og Glyvra
skúla. Bill Justinussen heldur
nýggjársrøðuna á midnátt, og
stóra bálið verður tendrað.
Harumframt
verður
skipað fyri felagssangi og
fýrverkið verður skotið.
Nevndin heitir á fólk um
at brúka trygdarbrillur.
Kl. 1 spælir orkestrið
Kíkar úr Eysturoynni til
nýggjársdans í Støkkhøllini
á Glyvrum.
Deja Vu í
Kagganum
Dreymarokkararnir úr Deja
Vu spæla í Kagganum í
kvøld frá klokkan 21. Deja
Vu góvu fyrr í ár fyrstu
fløguna hjá bólkinum út.
A Place To Stand On.
Síðan
útgávuna
er
gittarleikarin
Rói
Christiansen skiftur út við
Rasmus Rasmussen, ið
umframt at spæla gittar
við Makrel, er kendur sum
ein tann gávuríkasti ungi
tónasmiðurin í Føroyum.
Á AME fyrr í ár varð
Rasmus
kosin
besti
gittarleikari í Føroyum.
Við einum stórum tónleika
navni sum Deja Vu bjóðar
Kaggin enn einaferð til eitt
frálíkt tónleikahóskvøld í
kjallaranum, ið spakuliga er
við at gerast eitt vælumtókt
spælistað hóskvøld.
nud
Nýggjur
superbólkur
í Sørvágs Bio
Sólva & Villmenn fer at
spæla til dans í Sørvágs
Bio
gamlaárskvøld.
Dansurin verður aftaná
midnáttarrøðuna
hjá
borgarstjóranum.
Trummuspælarin hjá
Villmonnum er í USA
í jólafrítíð, so vanligi
sangarin Finnur Joen
Jacobsen setur seg handan
trummurnar. Í hansara stað
kemur Sólva Ford, ið serliga
er kend fyri samstarvið við
Georg eystan Á, ið bólkum
sum Bergmenn og Tám.
Sólva er framúr kontri
sangarinda meðan Vill
menn sambært Finni Joen
Jacobsen hata kontri, hetta
kann gerast eitt stuttligt
bland av kærleika og
hatri.
nud
Samskiftisdeildin í Føroya
Banka fullmannað
Manningin á menningar- og samskiftisdeildini í Føroya Banka
Sangskeið verður í
Suðuroynni í janu
ar 2006. Susanne
Brattaberg, diplom
lærari, undirvísir.
Einsta treyt fyri at
taka lut er sanggleði,
og at tú dugir eitt lítið
sindur av nótum og
hevur hug at læra
Sangur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sangskeið í Suðuroy í januar
2006. Susanne Brattaberg
diplomlærari undirvísir.
At syngja er stuttligt, tað er
klárt. Í hvørjum einstøkum
av okkum býr ein góð rødd.
Nógv av okkum vita hetta
væl, hjá øðrum er hetta
kanska eitt sindur óvist, tey
vita kanska ikki heilt enn, um
teirra røtt er nakað serstakt.
Tykkum, sum dáma væl
sang, hava nú møguleikan
at finna útav tí!
Við einføldum venjingum,
kunnu vit fáa røddina størri,
hægri, lægri og breiðari,
hetta er alt tað, sum man
droymir um, tá ið ein hoyr
ir góðan sang. Tað er at
samanlíkna við ítrótt – við
venjing kann man betra
røddina sera nógv.
Tær nýtist ikki serlig før
leikakrøv fyri at luttaka í
sangskeiðnum. Grundarlagið
er stuttleikin at syngja og at
tit duga eitt sindur at lesa
nótar. Aldurin hevur einki at
siga, bert hugurin at læra.
Undirvísingin verður í
Vágs kirkju seinnapartar
millum kl.14.og 17. og mill
um kl. 19. og 22 á kvøldið.
Skeiðið byrjar mánadagin 9.
januar til fríggjadagin tann
13.
Undirvísingin verður í
smáum bólkum og tey, sum
hava hug, kunnu eisini fáa
einaundirvísing. Somuleiðis
kunnu tit melda tykkum
til passiva undirvísing,
ið merkir, at tit tá einans
eru til steðar, har onnur
fáa sangfrálæru og kunnu
fylgja við har. Hetta er eisni
læruríkt.
Sangtilfar fáa tit, tá ið tit
møta til sangvenjingina, og
arbeitt verður fram ímóti at
hava konsert við tí, tit hava
lært.
Tað verður pláss fyri 15
næmingum.
Tilmelding og nærri um
kostnað og annað á telefon
574006 ella teldupost Sirri@
sirri.fo innan týsdagin 3.
januar.
Sangskeið í Suðuroynni