Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2005  Nyrup fær frið Árið 2005 fer neyvan í søg­ una sum tað minnisríkasta hjá Frank Jensen. Ævigi krún­ prinsurin hjá danska Javn­ aðarflokkinum mátti lúta fyri modernaðu kvinnuni, Helle Thoring Schmidt, í for­ mansstríðnum, og eftir ósig­ urin boðaði Frank Jensen frá, at hann fer at taka seg úr politikki til komandi fólka­ tingsval. Tað eru nógvar meiningar um, hví Frank Jensen noydd­ ist at lúta fyri politiskt óskriv­aða blaðnum, Helle Thorning Schmidt, men lítil ivi er um, at álopið frá Poul Nyrup Rasmussen var við til at geva honum mønu­sting­in. Í sjálv­um val­stríð­num fór fyrrverandi for­sætis­ráð­harr­ in, sum ikki longur er partur av fólkatingsbólkinum, út í fjølmiðlarnar at siga dønum, at hann hevur ta áskoðan, at Frank Jensen er ikki rætti mað­urin at stýra danska Javn­aðarflokkinum. Hetta uppá­hald byggir hann á árini hjá honum sum ráðharra, har hann fekk ivasamt skoðsmál frá sínum fyrrverandi arbeiðs­ gev­ara. Hóast lítil ivi er um, at Frank Jensen ikki hevur føg­ ur orð at bera Poul Nyrup Rasmussen í dag, er hann trekur at seta spurnartekin við leiklutin hjá Nyrup sum stjórnarleiðara undir ísa­ køldu viðurskiftunum mill­ um Føroyar og Danmark í nítiárunum. - Hóast tú ivaleyst hevur hugsað, at eg fór at leggja eftir Nyrup, eftir at hann framdi karaktermorðið móti mær, so er tað ímóti mínum politisku idealum at gera tað. Tað lættasta hevði verið at givið honum av grovfílini í samband við hansara fram­ ferðarhátt í viður­skiftunum millum Føroyar og Danmark, men hesum sýti eg fyri, tí eg haldi, at hann bar seg rætt at. Eg eri fullgreiður yvir, at Nyrup ikki fær bestu skoðs­ málini í Føroyum, og hetta haldi eg er órímiligt, sigur hann Hann leggur afturat, at tað lá Nyrup á hjarta at taka sær av tí føroyska fólkinum, og hann valdi at seta sín persón lægri enn vælferðina hjá før­oy­ingum. Frank Jensen slær fast, at hann heldur, at Nyrup er órímiliga mis­tonki­ liggjørdur. - Hann vildi fyri alt í verð­ini ikki verða tann for­ sætisráðharrin, sum var við til at breiðka gjónna millum rík og fátæk í Føroyum. Nyrup læt seg ikki ávirka av einum fullveldisráki. Hann vildi ikki svíkja tey, sum høvdu verið arbeiðsleys í Føroyum og fingið verri sosial kor, um fullveldisætlanin gjørd­ ist veruleiki. Vit vórðu full­greiðir yvir, at politikk­ ar­arnir og tey múgvandi í Tórs­havn vóru ikki tey, sum fóru at verða rakt av full­veldisætlanini, men hin­ vegin fólkið á smærru pláss­ un­um. Hesum fólkum kundu vit ikki slept upp á fjall, tí eitt bankamál østi alt upp, fortelur hann. Køld móttøka Frank Jensen var tvær ferð­ ir í Føroyum, tá harðast leik­aði á millum Føroyar og Danmark seinast í níti­ árunum. Í 1997 var hann sum løgmálaráðharri við at lata nýggju løgreglustøðina í Klaksvík upp, og trý ár seinni, í 2000, samráddist hann við føroyska myndugleikar um yvirtøku av løgregluni. Ferðirnar til Føroya standa enn sterkt í hugaheiminum, men ikki fyri tað positiva. Í 1997 minnist hann aft­­ur á, at hann varð full­komi­­liga tik­ in á bóli av, hvussu áleypandi føroyskir fjølmiðlar vóru, og serliga legði hann til merkis, hvussu ágangandi Sjónvarp Føroya var. - Føroyska sjónvarpið hevði fingið frænir av, at ein limur í Grønborg-bólkinum, sum varð settur at kanna parta­brævabýtið, hevði eina for­tíð í Den Danske Bank, og tískil kundi spurnartekin setast við hansara gegni. Eg var nýliga settur sum løg­mála­ ráðharri, og visti av ongum, tá eg brádliga varð álopin av føroyska sjónvarpinum uttan fyri hotellið, har eg búði. Eg minnist meg verða skelkaðan av ágangandi spurningunum. Eg var jú komin til Føroya at lata eina løgreglustøð upp, og satt at siga varð eg full­komi­liga tik­in á bóli av kalda stemn­ ing­inum í Føroyum um hetta mundið. sigur Frank Jen­sen. Trý ár seinni var hann aft­ur í Føroyum. Hesaferð skuldi hann samráðast við Høgna Hoydal um yvirtøku av løgregluni. Undir sjálvum samráðingunum varnast eitt av donsku embætisfólkunum, at føroyska sam­ráð­ing­ar­ nevnd­in nýtir ein band­upp­ takara undir borðinum fyri at fáa samráðingar festar á band, og hetta skapti mikla øsing, tí tað var greitt av­tal­ að framm­anundan, at eing­ in bandupptakari skuldi nýt­ast. - Sjálvar samráðingarnar gingu væl, men júst ólógligi bandupptakarin lýsir væl ill­ grunasama hýrin millum Før­ oyar og Danmark hesi árini. Tað er brot á allar etiskar reglur at taka samráðingar upp á band, tá tað er avtalað frammanundan. Eg minnist, at eg sleit fundin ,og kendi meg noyddan at siga nøkur álvarsorð við Høgna Hoydal undir fýra eygum. Júst slíkar hendingar vóru við til at gera samráðingar møðsamar, held­ ur hann. Fogh heystar Uttan mun til politiskan lit er tað neyvan at taka munnin ov fullan at koma til ta niður­ støðu, at friður í stóran mun valdar í viðurskiftunum mill­ um Føroyar og Danmark, um vit sammeta støðuna fyri nøkrum árum síðan. Síðan Anders Fogh Rasmussen gjørd­ist stjórnarleiðari í Dan­ mark á heysti 2001, hevur hann lagt seg eftir at hava eina konstruktivan dialog við føroyingar, sum hann ofta málber seg. Spurdur, um Fogh Ras­ mussen hevur verið dugna­ ligari enn Nyrup, Lykketoft og hann sjálvur, nú viður­ skiftini millum Føroyar og Danmark eru batnað, svarar Frank Jensen: - Fogh heystar uttan iva tað í dag, sum vit máttu stríð­ ast fyri. Alt stríðið, sum vit máttu fara ígjøgnum, er horv­ ið í dag, og nú kann Fogh bert líta frameftir. Utt­an at koma nærri inn á tað, so hevur per­ són­ligi stíl­urin hjá Fogh sam­ mett við Nyrup, møguliga eisini havt týdning fyri góðu viðurskiftini, sum valda mill­ um Føroyar og Danmark í dag, heldur fyrrverandi danski løgmálaráðharrin. Hann heldur, at tað, sum er sett út í kortið í viður­skift­ unum millum Føroyar og Dan­mark, er uppbyggjandi, og Frank Jensen sigur seg bíða í spenningi eftir, hvussu nýggja uttanríkis- og heimildarlógin fer at rigga. - Hjá okkum á Christians­ borg eru tað ikki longur Før­ oy­­ar, sum fara við drúgv­­ari tíð, tí viður­skift­ini eru komin í fasta legu. Hin­vegin er tað Grønland og sjálv­­stýris­ nevnd­­in, sum fer við nógvari tíð, sigur Fran Jensen. - Ætlaðu føroyingar út úr ríkis­felags­ skapinum, máttu teir fáa skriftina á veggin: Blokkstuðulin skuldi hvørva eftir fýra árum, og føroyingar skuldu haraftrat miss a øll síni rættindi sum danskir ríkisborgarar í Danmark. Hóast hetta óivað var sum at fáa ein frammaná hjá føroyingum, haldi eg framvegis, at okkara mótspæl var skilagott og rætt. ” - Føroyska sjónvarpið hevði fingið frænir av, at ein limur í Grønborg-bólkinum, sum varð settur at kanna partabrævabýtið, hevði eina fortíð í Den Danske Bank, og tískil kundi spurnar­ tekin setast við hansara gegni. Eg var nýliga settur sum løg­ mála­ráðharri, og visti av ongum, tá eg brádliga varð álopin av før­oyska sjónvarpinum uttan fyri hotellið, har eg búði. Eg minnist meg verða skelkaðan av ágangandi spurningunum. ” - Sjálvar samráðingarnar gingu væl, men júst ólógligi bandupptakarin lýsir væl illgrunasama hýrin millum Føroyar og Danmark hesi árini. Tað er brot á allar etiskar reglur at taka samráðingar upp á band, tá tað er avtalað frammanundan. Eg minnist, at eg sleit fundin ,og kendi meg noyddan at siga nøkur álvarsorð við Høgna Hoydal undir fýra eygum. ”