hósdagur 29. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2005
19
Undir Almanna- og Heilsumálaráðnum og stovnum
undir tí við tænastu fyribils á Sambýlinum á Líkna-
gøtu 1 í Saltangará, er eitt pedagog starv leyst at
søkja til setan 1. februar 2006 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar
um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við
morgun-, kvøld-, náttar og vikuskiftisarbeiði.
Á Sambýlinum á Líknagøtu búgva 3 ungir menn við
diagnosuni autismu.
Arbeiðið fevnir millum annað um at skipa
gerandisdagin og frítíðina saman við teimum og
verandi starvsfólkum.
Dentur verður lagdur á, at tann ið sett/ur verður, er
likamliga væl fyri og er áhugað/ur at luttaka aktivt í
øllum avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan.
Løn- og setunartreytir:
Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið á
lønarstigi 24, 25, 27,28 og 30 til 33
Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið á Rúnarvegi 3
og Bústovnin á Rúnarvegi 6 í Runavík, ið eru undir
somu leiðslu sum Sambýlið á Líknagøtu 1. Tí kann
tann setti eisini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um
tørvur gerst á hesum.
Nærri fæst at vita um starvið frá Oddfríðu Højgaard
leiðara á tlf. 226121.
Um eingin pedagogur søkir starvið, verður starvið
sett við hjálparfólkið sambært avtalu millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum v.m. skal sendast til:
Bústovnurin á Rúnarvegi
Att. Leiðarin
Rúnarvegur 6
620 Runavík
Umsóknarfreist 15. januar 2006 kl. 12:00
Heimarøktin
og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Pedagogur
til Sambýli Líknargøta 1,
Runavík
Undir Almanna- og heilsumálaráðnum og stovnum
undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum og
Sambýlinum á Rúnarvegi í Runavík, eru tvey peda-
gogstørv leys at søkja.
Eitt tænastumannastarv frá 1. mars 2006.
Eitt avloysarastarv sum pedagogur í tíðarskeiðnum
1 februar 2006 til 30. november 2006.
Talan er um fulltíðarstørv, og arbeiðstíðin er 40
tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við
morgun-, kvøld-, náttar og vikuskiftisarbeiði.
Arbeiðið fevnir millum annað um at vegleiða
búfólkið í øllum tí sum tey hava tørv á, og at menna
hvønn einstakan til at húsast saman í felagsskapið.
At skapað trivnað og á ein pedagogiskan hátt
tryggja búfólkunum menningarmøguleikar og
saman við teimum finnað útav, hvussu innihaldið í
gerandisdegnum skal virkað.
Dentur verður lagdur á, at tann ið sett/ur verður,
hevur evni og vilja at samstarva og samskifta við
avvarandi hjá búfólkunum og við starvsfelagar, er
likamliga væl fyri, er áhugað/ur at luttaka aktivt í
øllum avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan.
Lønar- og setanartreytir:
Tænastumannastarvið verður sett sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag,
og lønt stigini 24, 25, 27, 28 og 30 til 33.
Avloysarastarvið verður sett sambært sáttmálan
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag
fyri sáttmálasettar pedagogar og lønt stigini 11 til
18.
Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið á Líknargøtu 1,
ið er undir somu leiðslu sum Bústovnurin og Sam-
býli á Rúnarvegi. Tí kann tann setti eisini rokna við at
fáa aðrar uppgávur, um tørvur gerst á hesum.
Nærri fæst at vita um størvini frá Oddfríðu Højgaard
leiðara á tlf. 226121.
Um eingir pedagogar søkja størvini, verða størvini
sett við hjálparfólkum sambært avtalu millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum v.m. skal sendast til:
Bústovnurin á Rúnarvegi
Att. Leiðarin
Rúnarvegur 6
620 Runavík
Umsóknarfreist 15. januar 2006 kl. 12:00
Heimarøktin
og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Pedagogar
til Bústovnin og Sambýli
á Rúnarvegi, Runavík
Læknaskrivari
Hjá kommunulækna Jaspur Petersen er eitt
avloysarastarv sum læknaskrivari 3/4 tíð leyst
at søkja fyri læknaskrivara í farloyvi til setan 1.
mars 2006 og ætlandi fram til 30. november 2006,
møguliga longri.
Førleiki
• útbúgving sum læknaskrivari ella annar hóskandi
førleiki
• dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er
krevjandi
• góð samstarvsevni
• góður røkjuskapur
• teldukunnleiki
Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið
og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
læknastovuna tlf. 310110.
Umsóknarfreistin er úti 22. januar 2006.
Skrivlig umsókn við CV, avrit av prógvum og
viðmælum e.l. skal sendast til:
Kommunulækna Jaspur Petersen,
Berjabrekka 1
FO-100 Tórshavn
Søkt verður eftir
Mekanikara/maskinsmiði til verkstað okkara.
Arbeiði fevnir um, at hava dagligu leiðsluna av
verkstaðnum, harumframt kundarøkt, umvælingar,
servisu v.m.
Umsøkjarar mugu verða mekanikarar ella hava aðra
viðkomandi útbúgving.
FO 430 Hvalvík
Tlf. 422394