fríggjadagur 30. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2005
27
Sjúkrarøktar-
frøðingur D1
Avloysarastarv á starvsbrøki 0,5 í skiftandi vakt-
um sum sjúkrarøktarfrøðingur á D1 á Landssjúkra-
húsinum er leyst at søkja til setan 16. januar 2006 til
og við 31. august 2006.
Deildin er ein opin 5 daga psykiatrisk móttøkudeild
við 14 seingjaplássum. Arbeiðið er skipað eftir
kontaktpersónsskipanini, og eru vit í gongd við at
innarbeiða kognitiva viðgerð sum arbeiðshátt. Vit
raðfesta samarbeiði, trivnað og fakliga menning
høgt. Arbeiðsumhvørvið er avbjóðandi og spenn-
andi.
Krøv til umsøkjaran
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingar
• royndir og fakligan áhuga innan psykiatrisku
sjúkrarøktina
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
• góða innleiðslu
• eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs-
umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Upplýsingar um starvið
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
deildarleiðaran Jóngerð M. Nielsen á telefon 304500
lokal 4021, e-post: jomani@lsh.fo ella leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing Bergit Weihe, lokal 4102, e-post:
bergitw@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 13. januar 2006 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn, merkt ”umsókn um starv” við
avriti av prógvum og viðmælum e.l., skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
att. Una Dalsgaard
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Við tað, at eitt av starvsfólkunum á Fjarskiftiseftirlitinum fer í annað starv,
verður søkt eftir verkfrøðingi at røkja radiosamskiftis- og fjarskiftistøknifrøðiligar
uppgávur, sum stovnurin umsitur.
Uppgávan hjá Fjarskiftiseftirlitinum er at umsita løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai
1997 um fjarskifti. Lógin hevur m.a. til endamál at skapa fortreytir fyri frælsari
kapping, skilagóða nýtslu av tilfeinginum, tøkniliga góðsku og tryggleika,
ótálmaða atgongd til almen fjarskiftiskervi, umframt samskipan av fjarskiftiskervi
og at áhugamál brúkaranna verða havd í huga. Fjarskiftiseftirlitið umsitir
innlendispartin av frekvensætlanini fyri Føroyar og hevur annars eftirlit við, at
tey krøv, sum sett eru í nevndu lóg verða hildin og, at frekvenshavarar, kervis- og
tænastuveitarar halda skyldur sínar. Harumframt er Fjarskiftiseftirlitið ráðgevi
hjá landstýrinum á fjarskiftisøkinum tá tað snýr seg um lógir og kunngerðir,
liberalisering og fræls økir.
Uppgávur hjá verkfrøðinginum
Arbeiðið hjá verkfrøðinginum fevnur í høvuðsheitum um:
• at umsita og menna frekvensætlanina fyri Føroyar, herundir at samskipa- og
tilluta frekvensir
• at menna tøknifrøðiliga førleika stovnsins á radio-samskiftis- og fjarskiftis-
økinum
• at fylgja altjóða menningini, m.a. ITU Radio Regulations, CEPT- og aðra altjóða
umsiting á radiosamskiftisøkinum herundir ERC/REC, ERC/DEC, ETSI ásetingar
o.a.
• at menna førleika stovnsins á fjarskiftisøkinum
• at menna eftirlitsvirki stovnsins
• at gera kanningar um fjarskiftisviðurskifti
• at tilevna reglugerðir og mannagongdir
• at skriva frágreiðingar og vegleiðingar
Harumframt kunnu møguliga verða uppgávur at loysa fyri Posteftirlitið,
tryggingareftirlitið og Kappingarráðið.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
• Prógv sum verkfrøðingur, helst við radiosamskifti sum sergrein ella líknandi
• góð analytisk evni
• góðan kunnleika til føroyskt og enskt
• góðan kunnleika til IP- og teldutøkni
Fjarskiftiseftirlitið kann bjóða
Eitt sera fjølltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi uppgávum, sum eru
persónliga og yrkisliga mennandi, umframt møguleika fyri nógvum samskifti við
altjóða fjarskiftismyndugleikar og aðrar myndugleikar í Føroyum.
Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar, umframt ráðstevnur innan fjarskifti.
Setanartreytir og umsókn
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og
avvarðandi yrkisfelag. Setanin umfatar Vinnumálastýrið og stovnar undir tí,
umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýrir.
Roknast má við, at starvið sum frálíður broytist í trá við menningina á
fjarskiftisøkinum.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum ummælum, skulu sendast til:
Fjarskiftiseftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
og verða stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 30. januar 2006 kl
12.00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Jógvan Thomsen, stjóra, tlf.
356020 ella 216020.
Fjarskiftiseftirlitið er stovnsett sambært løgtingslóg nr. 79 frá 23. mei 1997. Fjarskiftiseftirlitið
hevur felags stjóra og skrivstovu saman við Kappingarráðnum, Posteftirlitinum, Tryggingar-
eftirlitinum og Skráseting Føroya .
Verkfrøðingur til
Fjarskiftiseftirlitið
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi partafelag:
Skrásetingar-nr. P/F 4113
Navn: P/F FaroeJet
Adressa: 380 Sørvágur
Kommuna: Sørvágs
Stovningardato: 20-12-2005
Viðtøkudato: 20-12-2005
Stovnarar:
Jógvan Suni Simonsen,
Brekkugøta 1, 600 Saltangará
Mourits D. Joensen, Oman
Hoydalar 30, 188 Hoyvík
Hans Meinhard á Høgabóli,
370 Miðvágur
Nevnd:
Knút Andrias Svabo Lützen,
Viðargøta 46, 160 Argir,
(nevndarformaður)
Jógvan Suni Simonsen,
Brekkugøta 1, 600
Saltangará, (nevndarlimur)
Heðin Poulsen, Marknavegur
6, 385 Vatnsoyrar,
(nevndarlimur)
Karl Birgir Ziska Isaksen,
Traðagøta 49, 700 Klaksvík,
(nevndarlimur)
Johnhild Fríðgerð á Mýrini,
Giljavegur 66, 360
Sandavágur, (nevndarlimur)
Stjórn:
Jóhan Esbern Simonsen,
Hvannasundsgøta 12, 100
Tórshavn, (stjóri)
Grannskoðari:
Sp/f SPEKT, statsaut.
revisorar, Staravegur 17, 100
Tórshavn
Partapeningur: kr.
10.550.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant
kr. 10.550.000,00 til kurs
100.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av tveimum nevndarlimum
saman ella einum
nevndarlimi saman við
stjóranum ella av allari
nevndini.
Endamál: Endamáls
felagsins er at fáa felagnum
flogfar til vega, reka
flogferðslu og annars vinnu
sum hevur samband við
flogferðslu.
Roknskaparár: 01.01 - 31.12
Fyrsta roknskaparár:
20.12.2005 - 31.12.2006
Skráseting Føroya tann 29.
desember 2005
Kristin Balle
_______________________
Internet