Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2005 29 Pedagogar Dr. Margrethu Barnagarður er normeraður til 94 børn í aldrinum 0 til 7 ár. Vit søkja eftir 4 pedagogum at starvast millum 20 og 34 tímar um vikuna. Øll størvini eru á barnagarðsstovu, at byrja 1. februar 2006 (ella eftir nærri avtalu). Næmingar, sum fáa pedagogprógv í februar eru vælkomnir at søkja. Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur, hvørs enda- mál er, at hava umsorgan fyri børnum í aldrinum 0 til 7 ár og á einum kristnum støði, at menna tey í tryggum viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan hátt. Vit kunnu bjóða tær: • Ein stovn í menning, hvar tú fært møguleikan at seta tín dám á dagligdagin • Ein vælvirkandi starvsfólkabólk • Eitt gott arbeiðsumhvørvi • 94 praktfull børn Vit ynskja tí at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevnir • Er nýhugsandi og ígongdsetandi • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt • Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum. • Hevur ábyrgdarkenslu Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála mill- um Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið, lønarstig 10/16. Meira fæst at vita við, at venda sær til leiðaran Marjun Lassen ella varaleiðaran Súsannu Ziska á tlf. 455557. Skrivlig umsókn við prógvi skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. januar 2006 kl. 12.00. Dr. Margrethu Barnagarður Gerðagøta FO-700 Klaksvík Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 4109 Navn: P/F Sandskip Adressa: 530 Fuglafjørður Kommuna: Fuglafjarðar Stovningardato: 19-12-2005 Viðtøkudato: 19-12-2005 Stovnarar: Gordon Martin Peturson Midjord, Bøvegur 24, 530 Fuglafjørður Petur Jacob Andreas Frædd Midjord, 530 Fuglafjørður Nevnd: Ása Sigurðsdóttir Midjord, Norður í gerðið 7, 530 Fuglafjørður, (nevndarformaður) Gordon Martin Peturson Midjord, Bøvegur 24, 530 Fuglafjørður, (nevndarlimur) Petur Jacob Andreas Frædd Midjord, 530 Fuglafjørður, (nevndarlimur) Stjórn: Gordon Martin Peturson Midjord, Bøvegur 24, 530 Fuglafjørður, (stjóri) Grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 110 Tórshavn Partapeningur: kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 500.000,00 til kurs 100. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra ella tveimum nevndarlimum. Endamál: Endamál felagsins er at eiga partapening, skiparakstur, handil og annað starv í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01 - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 19.12.2005 - 31.12.2006 Skráseting Føroya tann 29. desember 2005 Kristin Balle _______________________ Lesið -so eru tit við!