mánadagur 16. januar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 11 - 16. januar 2006
Uttan SEV hevur verkætlanin ongan kjans
Klæmint Weihe,
stjóri í SEV, heldur,
at manningin í Sp/f
Røkt hevur gjørt sær
ómak, og orsøk er
avgjørt til bjartskygni
við verkætlanini
Vindmyllur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Vit vænta, at verkætlanin
hjá sp/f Røkt fer at bera seg,
hóast vindorka ongantíð fer
at fáa stórvegis týdning
í Føroyum. Uttan SEV,
hevði verkætlanin ikki
havt nakran møguleika.
Manningin í Røkt hevur
gjørt sær ómak, og orsøk
er avgjørt til bjartskygni
við verkætlanini. Tey 3%
av samlaðu orkuni, sum
felagið ynskir at framleiða,
er eitt realistiskt mál. Men
vindorka fer bert at hava
ein marginalan týdning í
Føroyum, sum ongantíð
kemur at dominera.
Tað sigur SEV-stjórin,
Klæmint Weihe, í samrøðu
við Sosialin í august 2003.
Hann heldur tó, at
talan avgjørt er um eina
spennandi verkætlan, sum
kann geva vinning, hóast
hon sambært Klæminti
ikki kann standa hinum
orkuframleiðsluhættunum
mát.
Í sambandi við nýggju
vindmyllurnar, sum Røkt
ætlar at seta upp, hevur
prátið eitt nú snúð seg um
kappingarførið á økinum
– og um, at skipanin má
broytast, um nøkur kapping
skal vera millum feløgini.
Í løtuni er støðan nevniliga,
at Røkt ikki kann framleiða
og selja orku beinleiðis
til brúkaran, tí orkan skal
ígjøgnum netið hjá SEV, sum
síðani kann selja streymin
víðari til fólkið. Sostatt kann
felagið í Vestmanna enn bert
selja orkuna til SEV.
– Sp/f Røkt eru vælkomnir
at byggja egið net og selja
beinleiðis til brúkaran, men
hetta hevði ongantíð verið
gjørligt. Orsøkin til, at
verkætlanin kann bera seg, er
bert vegna tilknýti teirra til
okkum, og tískil er kjakið um
kappingarføri óviðkomandi
í júst hesum høpi, heldur
Klæmint Weihe.
SEV-stjórin vísir eisini á,
at vegurin niðan til verandi
vindmyllur hjá sp/f Røkt í
Vestmanna eisini er bygdur
av SEV í 1963 í sambandi
við vatnorku.
– Um Røkt eisini hevði
staðið fyri vegagerðini,
høvdu útreiðslurnar verið alt
ov høgar at fullføra arbeiðið.
Tískil eru teir í Sp/f Røkt á
allan hátt tengdir at okkum,
slær SEV-stjórin, Klæmint
Weihe, fast. (Sosialurin, aug.
2003)
– Verkætlanin við fleiri
nýggjum vindmyllum í
Heygadali í Vestmanna er
ikki slept, og vit bíða nú
eftir, at landsstýrismaðurin
fer at fremja nýggju orku-
og elveitingarlógina, sigur
Jóhan í Niðristovu, stjóri í
Sp/f Røkt
Vindorka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sp/f Røkt í Vestmanna hevur
ikki slept ætlanunum at
veksa um framleiðsluna úr
vindorku í Føroyum.
Á ráðstevnuni, sum nú
verður um olju, fer stjórin í
Røkt, Jóhan í Niðristovu, at
hava eina framløgu um stóru
og áhugaverdu verkætlanina,
sum felagið arbeiðir við at
fremja.
Felagið, sum framman-
undan hevur trí-ggjar Vestas-
vindmyllur í Heygadali, ætlar
at seta upp eina rættiliga
vindmyllupark, soleiðis
at myllurnar tilsamans
verða umleið 15 í tali – alt
eftir, hvussu stórar nýggju
myllurnar verða.
Á henda hátt fer felagið
at veita føroyingum bíli-
gari orku, samstundis
sum myllurnar fara at
spara okkum fyri nógvar
dálkandi litrar av olju til
streymframleiðslu.
Myllurnar, sum Sp/f Røkt
longu hevur í Heygadali, eru
av sama slagi – og av somu
stødd, sum nýggju myllurnar,
ið SEV hevur í Neshaga.
Felagið í Vestmanna hevur
eina avtalu við SEV um
levering av streymi fyri ein
ávísan kilowattprís í 10 ár.
Síðan eru partarnir leysir av
avtaluni.
Goymast í vatni
Tá ið nýggja vind-
mylluparkin
hjá
Røkt
er komin í gongd, fara
myllurnar hjá felagnum at
framleiða meira orku um
kvøldarnar og næturnar,
enn netið hjá SEV kann
taka ímóti sambært krøvum
hjá SEV.
Tí byggir verkætlanin
eisini á at ”goyma”yvir-
skotsorkuna, sum vind-
myllurnar eru førar fyri at
framleiða, tá ið nýtslan er
minni. Orkan verður goymd
í vatni.
Hetta fer fram á tann
hátt, at ein kombinerað
pumpu-og turbinuskipan
verður sett upp, sum við
el-orku frá vindmyllunum
pumpar vatn úr byrgingini
í
Heygadali
niðan
í
byrgingina á Mýrunum.
Haðani rennur vatnið so
omanaftur um turbinuna,
sum ”umsetir” vatnið aftur
til streym í dagtímunum, tá
ið streymnýtslan er størri, og
rúm er fyri meira streymi á
netinum.
Tú fært ikki líka nógvan
streym úr turbinuni, sum tú
brúkar til at pumpa vatnið
niðan í ovaru byrgingina við.
Talan er um eitt tap upp á
umleið 20%.
– Men vindurin sendir
onga rokning. Tú kanst brúka
hann – ella lata hann ”fara”,
men ætlanin hjá okkum er at
brúka orkuframleiðsluna hjá
vindmyllunum so væl sum
tilber – eisini tá ið tørvurin á
streymi á netinum er minni,
sigur Jóhan.
SEV í buktini
Samlaða verkætlanin hjá
Sp/f Røkt er mett at kosta
tilsamans 180 miljónir
krónur.
Stjórin í felagnum, Jóhan
í Niðristovu, sigur, at
fíggingin av verkætlanini er
eingin trupulleiki.
– Vit hava verið í samband
við fleiri fíggingarstovnar,
og stórur áhugi er fyri at
fíggja ætlaninar.
Sjálv verkætlanin er
soleiðis í pottinum, og
sambært stjóranum er
fíggingini tað eisini. Men
trupulleikin er, at felagið
sleppur ikki í gongd við at
fremja ætlanina, tí neyðugu
loyvini eru ikki fingin til
vega.
– Okkara størsti trupulleiki
er, at SEV ikki vil geva
okkum loyvi at gera nyttu
burtur úr vatninum omanfyri
Vestmanna. Tað er SEV, sum
hevur rættindini til vatnið –
og tað er SEV, sum skal taka
ímóti el-framleiðsluni hjá
okkum. Uttan avtakara, er
eingin meining í at framleiða
orku. Tá ið vit fóru undir
hesa verkætlan, vendu vit
okkum beinanvegin til
SEV og bjóðaðu teimum
økt samstarv, men fingu
noktandi svar.
Jóhan heldur, at SEV til
eina og hvørja tíð kann loyva
øktum samstarvi, men tá ið
felagið eftir øllum at døma
stendur fast við sítt, noyðist
Sp/f Røkt at bíða eftir orku-
og el-veitingarlógini, sum
politiski
myndugleikin
á økinum arbeiðir við.
Lógin fer ætlandi at gera,
at landsstýrismaðurin í
orkumálum í nógv størri
mun kemur at hava ein
leiklut í orku-og el-
veitingarspurningum.
Ikki í dvala
Spurdur, um negativa
støðan hjá SEV ikki hevur
tikið ”luftina” úr teimum,
sum standa aftanfyri Sp/f
Røkt, sigur hann:
– Nei, vit liggja ikki í
dvala, og verkætlanin er ikki
slept. Vit seta okkara vónir
til nýggju lógina á økinum.
Gongd er í hesum arbeiði, og
vit vóna, at lógin verður løgd
fyri tingið í hesi tingsetuni,
men tað er so tað fyrsta, vit
kunnu rokna við.
Jóhan vísir á, at andin í
nýggju lógini er at troyta
allar møguleikar fyri varandi
orku.
– At fremja sjálva
verkætlanina, síggja vit, sum
tann minsta trupulleikan,
hóast tað eru stór tøl, vit
tosa um. Tað, sum hevur
verið tyngst, er at sleppa í
gongd – og tað eru vit ikki
slopnir enn, sigur Jóhan í
Niðristovu.
Størri myllur
Í stuttum kann sigast um
verkætlanina
hjá Sp/f Røkt, at við 10
megawattum av vindorku,
kann felagið framleiða 35
miljónir KWh.
– Eftir at hava brúkt
ein part av hesi orku til at
pumpa vatn niðan úr niðaru
byrgingini og umgjørt vatnið
aftur til orku, kunnu vit levera
umleið 33 miljónir KWh út
á netið, sigur Jóhan.
Enn hevur felagið í
Vestmanna ikki gjørt av, hvat
slag av vindmyllum, teir fara
at seta upp í Heygadali, men
stjórin sigur, at óhugsandi
er ikki, at talan verður um
Vestas-vindmyllur.
– Vit hava heldur ikki gjørt
av, um talan verður um 660
kilowatt-myllur – ella um
vit velja at fara upp á 850
kilowatt, sigur stjórin.
Støddin á nýggju myll-
unum verður sum nevnt
avgerandi fyri, hvussu
nógvar tær verða í tali.
Samanbering
Jóhan
í
Niðristovu
hevur eisini samanborið
verkætlanina hjá Sp/f Røkt
við Eiði 2 verkætlanina
hjá SEV og er komin eftir,
at vindmylluætlanin er
munandi lønsamari.
– Íløgan hjá okkum
er upp á tilsamans 180
miljónir krónur, tá ið bæði
vindmyllur og orkustøð eru
tikin við. Eiði 2 ætlanin
snýr seg um 150 miljónir
krónur, uttan turbinur. Seinni
hava 200 miljónir krónur
verið nevndar, og tá eru
turbinurnar íroknaðar. Eiði
2 ætlanin gevur eina økta
orkuveitan upp á umleið
17 miljónir KWt. Hinvegin
kemur okkara verkætlan at
geva eina veitan upp á 33
miljónir KWt netto.
Útrokningarnarhjá Sp/f
Røkt siga, at framleiðslu-
kostnaðurin fyri hvønn
KWt í Eiði 2 ætlanini verður
millum 8,50 og 10 krónur,
meðan kostnaðurin fyri
hvønn KWt við vindorkuni
hevði ligið millum 5 og 6
krónur.
Lægri el-prísir
– Okkara verkætlan
hevði tí skapt grundarlag
fyri at lækka orkuprísirnar
í Føroyum, og tað hevði
verið øllum samfelagnum
at gagni. Sum nú er, bendir
einki á, at orkuprísirnir
lækka, nú oljan er so dýr,
sigur Jóhan í Niðristovu,
stjóri í Sp/f Røkt.
Røkt í Vestmanna setir sítt álit
Jóhan í Niðristovu er stjóri í
Sp/f Røkt, sum eigur og rekur
tær tríggjar vindmyllurnar í
Vestmanna
Klæmint Weihe, stjóri í SEV.