Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 25 Stýrisformaðurin í SEV, Leivur Hansen, vísir aftur, at elfelagið setur fót fyri bíligari orku í Føroyum. Hann sigur, at ætlanin hjá Sp/F Røkt í Vestmanna um at seta fleiri vindmyllur upp og framleiða bíligari orku ikki er so einføld, sum vestmenningarnir vilja verða við. Vindmyllur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samrøðu við Sosialin í august 2005, vísir stýrisformaðurin á, at SEV longu hevur samstarv við Sp/ F Røkt, og at hetta samstarv fyribils er galdandi fram til 2015. Ætlanin um at seta fleiri vindmyllur upp, er ikki partur av hesum samstarvi, sigur hann. – Serfrøðingarnir hjá SEV kannaðu ætlanirnar hjá Røkt, og teirra niðurstøða var, at ætlanin ikki var 100 prosent í lagi, eitt nú, tí talan í ávísan mun er um ein heilt nýggjan hátt at útvinna orku uppá, sigur Leivur Hansen. Hann vísir tó ikki aftur, at talan kann gerast um eitt økt samstarv millum SEV og Sp/F Røkt: Viðtøku hangandi – Sum er loyva viðtøkur hjá okkum ikki hesum, og harumframt hava vit eina viðtøku hangandi oman yvir okkum um, at vit skulu fara undir Eiði 2 ætlanina. Hetta er ein ætlan, sum umboðsráðið hevur samtykt, og hon kann ikki bara soleiðis skúgvast til viks. Leivur Hansen vísir aftur, at SEV ikki hevur áhuga í at leita eftir nýggjum orkuvegum, og hann nevnir í hesum sambandi, at SEV er við í granskingarætlan, har endamálið er at finna út av, um tað er lønsamt at framleiða streym úr alduorku. Eisini er SEV við í einum samstarvi við grønlendingar og íslendingar um sólorku, greiðir Leivur Hansen frá. Tað ræður um at finna aðrar alternativar orkuvegir. Serliga í hesum døgum, nú oljan er so dýr, er tað ógvuliga umráðandi at finna aðrar loysnir. Vit fylgja væl við, hvat hendir á teimum ymisku orkuøkjunum, og vit vita eisini, at serliga vindorkan er áhugaverd, sigur Leivur Hansen í samrøðu við Sosialin í fjør heyst. á el-veitingarlógina - At fremja sjálva verkætlanina, síggja vit, sum tann minsta trupulleikan, hóast tað eru stór tøl, vit tosa um. Tað, sum hevur verið tyngst, er at sleppa í gongd – og tað eru vit ikki slopnir enn, sigur Jóhan í Niðristovu, ið setir sítt álit á ætlaðu orku-og el-veitingarlógina, sum Vinnumálaráðið arbeiðir við – Vit forða ikki bíligari orku Leivur Hansen, stýrisformaður í SEV